Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. oktober 2010 · Nr. 152 6 Sosialurin Áki Bertholdsen - Tað, sum gongur fyri seg, er ógvu liga flóvisligt, og tað ikki ser liga stuttligt at standa her á løgtingins røðarapalli og siga, at mann onki veit. Tað mátti Annika Ol sen, landsstýriskvinna í inn- lendis mál um, ásanna, tá ið nú ein dagin herfyri skuldi svara Kára P. Højgaard, sum spur di um tað passar, at løg- reglu støðin í Runavík skal niður leggj ast. Landsstýriskvinnan ásan- n a r, at tá ið tað snýr seg um við ur skiftini hjá løgregluni í Føroyum, er tað næstan her metiskt lukkað land hjá før oysk um myndugleikum. Hó ast hon hevur spurt fer eft ir ferð, fær hon onki at vita, heldur ikki tá ið talan er um rættiliga víttfevnandi broyt ingar í løgregluni í Før- oyum. Ikki nøktandi Men hon leggur afturat, at støð an er ikki nøktandi og at hon nú fer at tosa við stórum stav um við leiðsluna fyri løgregluni í Føroyum. - Hesum kann eg ikki liva við, staðfestir hon. Í fyrstu syftu fer hon at biðja danska løg mála- ráð harr an, Lars Barfoed, broyta rættargangslógina so at føroyskir myndugleikar skulu bæði kunnast og hoyr- ast, tá ið týðandi broytingar verða gjørdar í løgregluni í Før oyum. Í sama viðfangi fer hon at gera hann varugan við, hvus- su ónøgd hon er við, at hon ikki fær neyðug ar upp lýs ing- ar til at svara Løg tingi num upp á fyri spurn ingar. - Tað er eitt sjálvsagt krav frá løgtinginum og tað vil eg hava møguleika til, sigur Annika Olsen. Hon fer eisini at siga sína hjart ans meining við fútan. Væntar vælvild Sjálv væntar hon, at Lars Bar foed fer at skilja før oyska krav ið, tí tað gjørdi hann í sambandi við bygn að ar- broyt ing arnar, sum vórðu framd ar fyrr í ár. - Tá varð tann broyting gjørd, at hereftir verður skulu tey, sum verða sett í leið an di starv í løgregluni í Før oy um, hava kunnleika til før oysk samfelagsviðurskifti, mál og mentan. Tað uppskotið hevur ver- ið til hoyringar í Føroyum og nú fer Annika Olsen eisini at biðja um at fáa ta broyting í, at føroyskir myndug leik ar skulu vera hoyrdir og kunn- að ir, tá ið týðandi viður skifti verða gjørd í løgregluni í Før- oyum. - Eitt er, at vit verða kunn- að, sum frálíður, men verða týð andi avgerðir tiknar um um legg ingar í løgregluni, sum at niðurleggja eina politi støð, er tað ikki meiri enn rímiligt, at føroyskir myndug leikar hava ávirkan á avgerðina. - Sum støðan er nú, har vit onga ávirkan hava, er tað eitt sindur vanvirðislig, at vit onga ávirkan hava og vit fáa so lítið at vita. aki@sosialurin.fo Snópisligt hjá Anniku Olsen LØGREGLA Landsstýriskvinnan fer nú at biðja danska lógmálaráðharran broyta lógina so at føroyskir myndugleikar fáa ávirkan, tá ið broytingar verða gjørdar í løgregluni í Føroyum - Løgreglan skal yvir tak- ast á føroyskar hend ur. Tað er eitt hjartamál hjá landsstýriskvinnuni í inn lendismálum. Annika Olsen held- ur, at løgreglan og sýslu- menn hava so stóran av avgerðandi leiklut í før- oyska samfelagnum, at hon eigur at vera á før- oysk um hondum, so at vit fáa skipað hana, soleiðis sum vit sjálvi halda vera best. Í løtuni er løgreglan danskt málsøki og tað hev ur mangan ført til tví drátt og samanbrestir mill um Føroyskar og dansk ar myndugleikar. Eitt dømi um hetta eru bygn að ar broytingarnar, sum vórðu framdar í vár og har føroyskir myndug- leikar onga ávirkan fingu og sama skilið er, nú søgur eru farnar at ganga um, at løg reglu støðin í Runavík skal niðurleggjast. Men lands stýris kvinn- an heldur, at tað er stak óheppið, at tað krevst, at danir gera broytingar í rættar gangslógini, hvørja ferð, føroysk og donsk á huga mál stoyta saman, so leið is, sum greitt er frá í hinari greinini. Kortini viðgongur hon, at hetta er ikki eitt mál, sum hendan samgongan er samd um. Men hon staðfestir eisini, at kemur Fólka- flokk ur in aftur í sam- gongu ni, eigur tað verða ein partur av politiska grund ar lagnum, at løg- reglan verður yvirtikin á før oysk ar hendur. Er tað verulia so, at ætl- an in er at niðurleggja løg- reglu s tøðina í Runavík, er tað ein ætlan, sum hóvar Anni ku Olsen serstakliga illa. Men, sum sagt í hinum grein unum her á síðuni, hev ur ikki borið til hjá hen ni at fáa nakað at vita um tað. - Men Eysturoy er so mikið stórt øki við yv- ir 10.000 fólkum, at tað er heilt nátúrligt, at løg- reglu støð er í økinum. - Ein sjónlig løgregla øk ir um tryggleikan og er fyribyrgjandi ístaðin fyri, at hon ofta ikki skal koma upp í leikin, fyrrenn skað- in er hendur. Men hon leggur aftur- at, at tá ið byg nað ar- broyt ing arnar vóru fyri fyrr í ár, fingu bæði hon og Løgtingið vissu fyri, at tær seks politistøðirnar í Føroyum skulu varð vei t- ast. - So verður hálsað um nú, heldur tað lyfti ikki, stað fest ir Annika Olsen. Løgreglan skal yvirtakast Eysturoy má hava politistøð Sosialurin royndi at fáa eina viðmerking frá fútanum, men Karen Marie Olsen er uttanlands og verður ikki aftur fyrrenn í næstu viku Fútin ikki heima Sum støðan er nú, hava vit onga ávirkan og fáa lítið at vita og tað er eitt sindur vanvirðisligt og órímiligt, heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna ÓRímiLiGt Eg fari at tosa við stórum stavum