fríggjadagur 29. oktober 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 152 · 29. oktober 2010
6
VIKUSKIFTI
bæði dámdi og dugdi væl. Tá eg ikki
fekk trenað karate, mátti eg finna ein
annan ítrótt at trena, og byrjaði eg tí
at vøddavenja nógv í Fragd og Fimi,
sigur Tórstein.
Fekk ikki skorið breyð
Frá karate-tíðini hevur hann fingið lagt
niður í seg, at mann skal geva alt til
venjing.
– Tað gjørdi eg eisini, tá eg vandi í
Fragd og Fimi, har eg til hvørja venjing
gav meg hundrað prosent, so at eg var
fulkomiliga ferdigur, tá eg fór heim. Eg
hevði ikki trenað í langa tíð, tá byrjaði
eg føla eina ógvisliga ringa pínu í hond-
liðunum. Tað var einki at taka feil av, at
hetta ikki bara var ein fyribils pína, tí
hon helt bara á. Mamma mátti enntá, tá
ringast stóð til, skera breyð fyri meg, tí
eg hevði so ilt, sigur Tórstein og gníggj-
ar sær um hondliðini.
– Eg fór so til læknan, og segði hann,
at trupulleikin var, at proteinir høvdu
savnað seg í mínum hondliðum. Tað
helt hann, tí eg drakk nógvar shakes
við pro teinpulvuri. Eg trúði ikki mínum
egnu oyrum, so ræðuliga býtt hatta
ljóð aði. Enn tann dag í dag flenni eg
ofta eftir tí, sum læknin segði, tí sjálv-
andi kundu proteinirnar ikki vera
trupul leikin, sigur Tórstein avgjørdur.
– Foreldrini vildu hava meg at
steðga við at taka protein pulvur við
tað sama, tí læknin hevði talað. Men
tað noktaði eg blankt, tí eg visti betur.
Eg visti, at trupulleikin lá í onkrum øðr-
um, sigur Tórstein.
Veikast í flokkinum
Arnold Schwarzenegger hevur verið
ein fyrimynd hjá Tórstein.
– Tað var í tíðini, tá eg var skaddur, at
eg kom fram á filmin hjá tí legendariska
Arnold Schwarzenegger Pumping Iron.
Í tí filminum fekk eg fyri fyrstu ferð
inn lit í bodybuildaraheimin, og minnist
eg, hvussu bergtikin eg var.
– Tá segði eg við meg sjálvan: Um
eg nakrantíð verði frískur aftur, so skal
eg síggja soleiðis út!
– Vegurin var tó ógvuliga langur, tí
um tað mundið vigaði eg bara 74 kg, og
var eg millum teir veikastu í flokkinum
orsakað skaðunum. Eg dugdi væl
karate, tí eg hevði teknikkin í ordan,
men eg var relativt veikur. Eg setti mær
fyri, at eg skuldi gera alt, og eg meini
alt, fyri at náa málinum, hóast tað fór
at kosta mær tíð, sveitta og stríð, sigur
Tórstein.
Hann bleiv frískur aftur, eftir at ein
danskur lækni kom til Føroya.
– Tað var so heppið, at ein danskur
lækni, ið var serfrøðingur innan mín ar
trupulleikar, kom til Føroya. Eg bí legði
mær tíð, og hann visti við tað sama,
hvat var galið. Hann segði, at trupul-
leikin við hondliðunum lá uppi í nakk-
anum. Tað vísti seg, at eg altíð gekk
við spentum akslum, og tað hevði so
orsak að pínuna í hondliðunum.
– Eg skuldi so venja meg til at slappa
meira av, og tað hjálpti við tað sama.
Eg var heilt ótrúliga glaður, at pínan
endiliga hvarv. Um tað ikki var nokk,
so visti hann eisini, hvat var galið við
knø unum. Hann greiddi mær frá, at eg
nú fór at fáa ófatiliga ilt, og at eg mátti
banna so galið eg vildi – bara eg gjørdi
tað á føroyskum.
– So tók hann við alboganum og
gníggj aði upp eftir beinunum. Eg var
um at skríggja av pínu, men eg fekk
bitið tað í meg. Pínan bæði í knøunum
og hondliðunum var burtur við tað
sama, og eg var í venjingarhølinum
sama dagin, sigur Tórstein smílandi.
Eigur ongar pengar
Tey, sum halda, at bodybuilding loysir
seg reint peningaliga, fara sera skeiv.
– Tað eru so at siga ongir pengar
í body building. Einans teir allar allar
bestu bodybuildararnir hava sáttmála
og fáa pengar fyri tað. Allir hinir, írokn-
aður eg sjálvur, gera tað av reinum
áhuga, sigur Tórstein.
– Haraftrat er tað heilt ótrúliga
dýrt. Eg eigi næstan ikki eitt oyra. Allir
peng arnir fara til mat og proteinpulvur.
Eg keypi stórt sæð ikki klæði, gangi
vanliga ikki til frisør, ferðist ikki o.s.fr.
Hvørt eitt oyra fer til at keypa mat. Í
roynd og veru havi eg ikki ráð til at
liva eitt lív sum bodybuildari hundrað
prosent, tí mín inntøka er ov lítil, sigur
Tórstein við einum skeivum smíli.
– Í løtuni meðan eg gangi í skúla,
fái eg stuðul frá mínum foreldrum at
keypa mat. Men eg havi ætlanir um at
lesa til fysioterapeut eftir handilsskúlan,
og tá fari eg veruliga at hava ráð til
bodybuildaralívið. Tá eg keypi mat inn
er tað til dømis 10 kg av høsnarunga,
nøkur kg av tunfiski, fleiri karton av
eggi o.s.fr. Eitt tílíkt innkeypt varir ein
mánað. Haraftrat kemur proteinpulvuri,
sigur Tórstein
Blenda tun og
havragrýn saman
Tá matur fyllir ein so stóran part av
gerandisdegnum, ber tað illa til at vera
kræsin.
– Tá eg var yngri, var eg nokk ein
tann kræsnasti persónurin í Føroyum.
Mær dámdi stórt sæð einki, og mamma
hevði altíð trupulleikar við døgurðanum,
tí mær dámdi so lítið. Men tá eg fór
undir at venja bodybuilding, mátti eg
leggja alt tað kræsna av.
– Sjálvsagt var tað torført í byrj-
anini, men eg visti, at tað mátti til. Í
dag havi eg so at siga vant meg heilt av
við tað kræsna og kann finna upp á at
eta slíkt, sum onnur vamlast við tankan
av. Eitt nú drekki eg ofta køld egg og
blendi havragrýn og tunfisk saman.
Høsnarungabringan fer sjálvsagt eisini
niður í blendaran, greiðir Tórstein
flenn andi frá, meðan undirritaði hygg-
ur snerkjandi niður í borðið.
– Fyrr át eg allan matin við knívi og
gafli – ja, ella skeið sjálvsagt. Men eftir
hondini var tað alt ov tíðarkrevjandi,
tá eg skuldi eta so øgiliga ofta. Tá kom
tankin til mín, at møguliga skuldi man
bara roynt blendaran. Tað var ófatiliga
ólekkurt í byrjanini, men sum við so
nógvum øðrum so vandi eg meg við
tað, sigur Tórstein.
– Tað er langt frá altíð, at eg tími so
væl at eta. Eitt nú dámar mær einki væl
høsnarunga, so tá hann skal niðurum,
verður tað ikki beinleiðis gjørt við
gleði. Men tað skal til, hóast eg nógvar
ferðir heldur hevði viljað fingið breyð,
sigur Tórstein.
Tað er serstakliga týdningarmikið
fyri Tórstein at fáa tann rætta matin
til ta røttu tíðina:
– Eg skal eta annanhvønn tíma. Um
eg fari út onkra staðni – eitt nú til ein
vinmann – og eg veit, at eg skal vera
har í einar fýra ella fimm tímar, so taki
eg altíð blendaðan mat við.
»Snýtt« sjey ferðir í ár
Tórstein vigar allan matin hjá sær
niður í grammi og hevur ein lista yvir
»lógligan« mat.
– Alt, sum ikki stendur á listanum er
snýt. Bomm, sjokuláta, pizza, sodavatn,
bollar og nógv annað er alt matur, sum
eg ikki má nerta. Eg havi »snýtt« sjey
ferðir í ár, og ta einu ferðina var tað til
føðingardagin hjá mær. Tá fekk eg mær
pizza og kola. Tað var eg avkláraður við
áðrenn, tí man skal jú eisini hava loyvi
til at liva, sigur Tórstein, men er skjótur
at skoyta uppí:
– Tá eg bara soleiðis uttan víðari
felli fyri freistingini, verði eg ræðuliga
svakur inn á meg sjálvan, tí eg veit, at
tað ikki er tað vert í síðsta enda, sigur
Tórstein Madsen.
Eg havi ætlanir um at lesa til fysioterapeut
eftir handilsskúla, og tá fari eg veruliga
at hava ráð til bodybuildaralívið
myndir: Álvur Haraldsen
Fakta
Maturin hjá tórstein
Tórstein etur sjey ferðir um dagin
– annanhvønn tíma – og máltíðirnar
eru nágreiniliga lagdar til rættis.
Eitt dømi upp á ein
dag kundi verið soleiðis:
Kl. 08.00: Proteinshake
+ 50 g havragrýn
Kl. 10.00: 7 egg (7 hvítar og
3 blommur) + 3 breyð
Kl. 12.00: 2 høsnarungagringu
+ 50 g havragrýn
Kl. 14.00: 200 g hakkikjøt
+ 60 g brúnt rís
Kl. 16.00: 2 høsnarungabringu
+ 50 g havragrýn
Kl. 18.00: Proteinshake
+ 50 g havragrýn
Kl. 20.00: Tunfisk + 50 g havragrýn
– Um eg fari út onkra staðni – eitt nú til ein vinmann – og eg veit, at eg skal vera har í
einar fýra ella fimm tímar, so taki eg altíð blendaðan mat við, sigur Tórstein Madsen