Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 149 · 22. oktober 2010 22 VIKUSKIFTI Upplivingar eru bara so stórar sum tey, tú upplivir tær saman við. Songkvinnan Tina Dickow (Bókin Den Der Vover Livet) Man hevur nú funnið út av, at fiti ikki kemur av ov lítlari rørslu og ov nógvum áti. Trupulleikin stendst av einum bygningsfeili: Ov stórum kjafti og ov lítlum reyvarholi! Niðurstøðan: Jú klænri tú ert, jú størri reyvarhol! Kvinna, 40 ár 10 ár síðan fullveldissamáðingarnar slitnaðu, og hvat hava vit fingið burturúr. Jú, fyrr høvdu oddafiskarnir í føroyskum politikki danska konu, í dag er tað øvugt. Maður, 45 ár Soleiðis viðmerkti 7-ára gamli Samuel kjakið um innvandrarar: "Mín besti kammeratur er innvandrari, men eg haldi ikki, hann veit av tí. Eg havi so íhvørtfall ikki sagt nakað." Maður, 40 ár Miðlamjarr lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein / Inna Törnroos Songkvinnan Katy Perry, tá ið hon á einum gistingarhúsi í India varð spurd, um hon vildi giftast við skemtaranum Russel Brand Ja Landsstýrisfólkini vita sum oftast, hvat tey gera Løgmaður um, at landsstýrisfólkini ikki altíð kenna avleiðingarnar av sínum sparingum (Rás2) Tú skalt hava eina góð søgu, og eg minnist ikki longur, um tað er nakað, sum omma mín ella eg upplivdi, men eg fortelji søguna, sum var tað nakað, eg havi upplivað. Danski presturin Johannes Møllehave um at læna og pynta uppá persónligar søgur (BT) Konan hevur ongantíð bein­ leiðis sagt, at eg var ov tjúkk ur, men hon helt, at eg skul di ansa eftir, at eg ikki sprongdist. Tore Halvorsen, sangari í Ole Ivars, hevur tapt seg 16 kilo, men syngur framvegis “Nei så tjukk du har blitt” (VG) Uppmerksomheit, potentiali og slappa av - hvussu sigur man tað á føroyskum ? Kvinna, 42 ár Synirnir klandrast um at vaska gólvið. Vísur av royndum veit eg, at áhugin tíanverri minkar við árunum. Maður 35 ár Eg eri fyrireikaður upp á tað ringasta. Gittarspælarin Ronnie Wood um ævisøguna hjá Keith Richards, sum hann hevur spælt saman við í Rolling Stones (KvallsPosten) Vit burdu havt eina ferju, sum æt VÁR, so kundu fólk spurt: "Man VÁR RULLA?" Maður, 40 ár