fríggjadagur 29. oktober 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 29. oktober 2010 · Nr. 152
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
170. partur
P
eter Petersen var føddur
24. juni 1949 í Saltnesi.
Foreldrini
vóru
Súsanna
Óladóttir uttan av Forna á
Nesi og Jóhannes Petersen,
skúlalærari,
ættaður
úr
Útistovu í Klaksvík.
Petur vaks upp í Saltnesi
sum elstur av 12 systkjum. 12.
juni 1875 giftist hann í Kvívík
ar kirkju við Biritu Frede
rikku Jacobsen, bóndadóttir
úr Uppistovu í Miðgerði.
Petur búði tá í Kollafirði.
Hann var uppsitari á náðins
garðinum á Kjalnesi, tí varð
hann kallaður Kjalnes Petur.
Birita og Petur fingu 8
børn, og tey fimm elstu vóru
fødd á Kjalnesi. Í 1887 fór
Petur úr starvinum sum upp
sitari og flutti við húski til
Havnar, har yngstu børnini
vórðu fødd. Í manntalslistan
um 1901 stendur, at hann er
»daglejer« og fiskavrakari hjá
M.C. Restorff og soni.
Børnini vóru:
1. Johannes, f. 13. apríl
1876. Hann var sjómaður,
men sló út av »Dauntless«
13. mai 1893 og druknaði.
2. Jacob, f. 18. mai 1878.
Hann doyði av sjúku 23.
februar 1885
3. Súsanna Maria
Birgitta, f. 1. mai 1880. Giftist
við Hans Jacob Lindberg í
Trongisvági.
4. Jóhanna Hansina
Jacobina f. 8. november 1882.
Giftist við Michael Hammer
av Toftum.
5. Jacobina f. 20. februar
1881. Giftist við Óla Breck
mann í Havn.
6. Wenzel Magnus
Michael f. 2. november
1887. Hann fór í smiðulæru
hjá Tummas Askham. Fær
seinni eina egna smiðju.
Giftist við Sofiu Svendsen
úr Havn.
7. Katrina Sofia f. 15.
november 1891. Stovnaði
handilin Katrina Christian
sen. Giftist við Viggo Christi
ansen úr Havn.
8. Jóhanna f. 21. marts
1894. Giftist við Petur Alberg
úr Havn.
Í 2005 varð hildin ein ættar
stevna hjá hesi ætt. Í hesum
sambandi varð givin út bók
um ættina. Hon er kelda til
hesa grein. Her skal takast
brot úr ískoyti til bókina.
Hvussu gekk ein dagur
á Kjalnesi, tá Birita var mat
móður har? Jú, hon mátti
upp við børnunum fyri at
fáa eldin at brenna, sum
hevði ligið hirdur um nátt
ina. Var torvið vánaligt, vóru
hirðingartorvurnar útbrend
ar og kikast mátti.
Hetta tók sína tíð.
Á Kjalnesi var sera ringt
vatnfeingi, so tá turkur var,
mátti vatnið berast langan
veg.
Hvørt klædnaplagg skuldu
loysast úr lagdi. Dagurin
rakk ikki til, hóast hann var
langur.
Hvar var Kjalnes Petur í
øllum hesum? Hann kundi
vera á útróðri, burtur í haga
ella í bønum og velti, tí í teirra
tíð var nógv korn, bygg, velt
umframt eplir og røtur.
Til náðinsgarðin hoyrdu
fleiri bátar, bæði størri og
smærri.
Á Kjalnesi var úthoyggj,
des. Fyrsta hoyggjhúsið í
Føroyum kom ikki fyrr enn
í 1828.
Um
heystarnar
komu
menn árla á morgni innar til
Biritu, tí teir skuldu arbeiða
eitt dagsverk á garðinum fyri
torvskurðarrættin.
Teir komu allir fastandi, tí
uppsitarahúsið skuldi leggja
matin fyri dagin. Hetta var
siðbundin avtala.
Birita visti, at hesi fólk
skuldu út til tungt likamligt
arbeiði, og tí ráddi um at hon
fann fram tað besta, ið fanst
í húsinum.
Tá teir høvdu etið, fór
Kjalnes Petur í hagan við
teimum at vala um bólini ella
skera upp haga.
Í torvtíðini skuldu Birita
og Petur røkta torv bæði í
Kjalneshaga og í Eysturoynni
um Æðuvíksleiðina. Torvið í
Kjalneshaga var hildið at vera
vánaligt, tí mátti annað betri
torv fáast at blanda við.
Petur var ein av undan
gongumonnunum, tá skúlin
skuldi byggjast í Kollafirði.
Hann var liðugur i 1889.
Ivaleyst hava Birita og
Kjalnes Petur ætlað sær
at vera verandi á Kjalnesi.
Men tey flyta av Kjalnesi á
Tangan, tá ið sonurin Jákup
doyr bert 7 ára gamal. Á
Tanganum støðast tey ikki
leingi, tí longu í 1887 flyta
tey til Havnar og búsetast í
Tróndargøtu, har nøkur av
ættarfólkunum enn búgva.
Teirra ætt hevur havt
stóran týdning fyri Havnina.
Teirra millum eru tveir borg
meistarar Peter C. Christian
sen og sonur hansara Jan.
Viggo, beiggi Jan, hevur
annars dugnað hesi røð á ein
avgerandi hátt.
Minningarorð í
Dimmalætting
Tá ið Petur doyr í 1921,
skrivaði Dimmalætting hesi
minningarorð:
Med
Peter
Petersen
(Petur á Kjalnesi) er atter en
af de kendte thorshavnske
Borgere gaaet bort.
Peter Petersen var Broder
til Provst Fr. Petersen og
besad udmærket denne frem
ragende Slægts udmærkede
Begavelse og skarpe Vid.
Der var ikke mange, som i en
Debat kunde staa sig imod
ham, rammende og vittig
som han var i sine Udtryk,
men han var tillige god
modig ville ikke saare nogen
og bestræbte sig for ikke at
indblande personlige Mod
sætninger i en Diskussion.
Efter at have været Op
sidder paa Gaarden Kjelnæs i
Kollefjord i flere Aar flyttede
Peter Petersen med Familie
til Thorshavn og har her i en
lang Aarerække arbejdet ved
Restorffs Forretning.
I Kollefjord var Peter
Petersen medlem af For
standerskabet, og han var her
særlig virksom for at faa den
nedlagte Skole genoprettet,
hvilket lykkedes.
Hans
elskværdige
og
vindende Væsen, hans Tro
fasthed og Retsind skaffede
ham mange Venner saavel
her i Thorshavn som ude paa
Bygderne, der med Vemod
har modtaget Budskabet om
hans Bortgang.
I de senere Aar havde
Peter
Petersens
Helbred
været daarligt, han havde
været syg og sengeliggende
flere
Gange,
men
hans
kraftige Natur sejrede, og han
kom paa Fode igen. Under
hans sidste Sygdom viste
det sig snart, at denne gang
blev det Døden, der sejrede,
og i Søndags gik han efter en
lang og ofte møjsommelig
Arbejdsdag ind til den evige
Hvile, 72 Aar gammel.
Ved Begravelsen i torsdags
viste en stor Menneskeskare
ham den sidste Ære ved at
følge ham til hans sidste
Hvilested.
Peter Petersen overleves
af sin Hustru Bergitte, der
har været ham en god Støtte
og medhjælp under c. 46 Aars
samliv.
Med Peter Petersen har
Byen mistet en af sine Hæders
mænd.
Fred være med hans
Minde.
Birita og Petur av Kjalnesi gjørdust
forfedrar til tveir borgmeistarar í Havn
Tað koma framvegis nýggir gravsteinar í gamla kirkjugarð í Havn. Kanska takka verið íblástur frá hesi greinarøð. Tann seinasti er á
grøvini hjá Biritu og Petur á Kjalnesi, bæði bygdafólk, sum endaðu í Havn. Teirra ætt kom eisini at seta síni merki á høvuðsstaðin
KJALNES PETUR OG BIRITA
Petur f. 27.06 1849 d. 6.10 1921
Bergitte Fredrikka Jacobsen
f. 11.6. 1852 d. 11.12. 1932
Petur og Birita gjørdust forfedrar hjá
tveimum borgmeistarum í Havn
Tey gomlu húsini á Kjalnesi, har Petur
og Birita vóru uppsitarar
Seinni fluttu tey í Tróndargøtu í Havn
Komandi partur
Í komandi parti
verður greitt frá
Petur Jákup Hansen,
sum var sonur
glyvrasnikkaran við
sama navni. Hann
varð jarðaður í gamla
kirkjugarði 30 ár
aftaná, at hann doyði