fríggjadagur 29. oktober 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 152 · 29. oktober 2010
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
herligir
barnasangir
Frískar kular røtur eru nú á gøtuni. Fløga við 10
nýggjum sangum frá Kulum rótum er komin út,
og fløgan bjóðar fittar, stuttligar og fangandi
barnasangir. Millum sangararnar eru Jógvan
hansen, arnfríð lutzen, lív næs, rógvi Jakobsen,
rakul ró steintórsdóttir og beinir Troest
rasmussen. leygarkvøldið kunnu Kular røtur
upplivast á 10 ára jubileumskonsert í runavík.
Frískar Kular Røtur
Fløga
dollin Feldi
leopold Kong
daniel Jacob danielsen, eisini nevndur
dollin, var trúboðari í Congo fyrst í farnu
øld. Um tað mundið var Congo stýrt sum
persónlig ogn hjá belgiska konginum
leopold ii. har var eitt ræðustýri av
teimum ringastu. dollin hevði ein fingur
við í spælinum, tá ið leopold kongur varð
feldur. Óli Jacobsen hevur skrivað bók um
ókendu søguna.
Óli Jacobsen
dollin
FImm FEITar Flugur
Tær fimm damurnar í handverkssamtakinum ”Fimm
feitar flugur”, seldu lutir ymsastaðni um jólini í fjør og
nú í sambandi við mentanarvikuna í runavík vísa tær
fram í Kvinnufelagshúsinum á glyvrum. Tær fimm feitu
flugurnar eru mikkalina Norðberg við rabarbuglas,
Jórunn Dánialsdóttir, lív Dam, Erla matras Jensen og
Durita Dam. Tær hava framleitt alt millum himmal og
jørð til framsýningina.
Fimm Feitar Flugur
Kvinnufelagshúsið á glyvrum
Fríggjdagin 29/10-leygardagin 30/10
hvonn live aFTUr á sKránni
leygarkvøldið verður hvonn live aftur á skránni. hetta er live-sending, sum rás2 sendir av
hvonn í havn. hesaferð verður millum annað boðið til lívligt politiskt kjak við eitt nú Jørgeni
niclasen, høgna hoydal og helenu dam á neystabø. eisini verður livandi tónleikur, og
forvitnisligir gestir støkka inn á gólvið.
Hvonn Live
hvonn/rás2
leygarkvøldið 30/10 kl. 20-22
JÓgvan & MillUM
FrændUr
Fríggjakvøldið verður konsert í løkshøll við
Millum Frændur og Jógvani hansen. steintór
rasmussen er høvuðsmaður í Millum Frændur,
og afturat sær hevur hann rana nolsøe og
aðrar tónleikarar. hesaferð fer Jógvan hansen,
sum hevur virkað sum tónleikari í Íslandi í nógv
ár, at syngja nakrar sangir saman við Millum
Frændur eisini.
Millum Frændur og Jógvan Hansen
løkshøll í runavík
Fríggjakvøldið 29/10 kl. 21.00
Í sambandi við mentanarstevnuna FaroExpo
verður skipað fyri sjósvimjing á glyvrum
sunnudagin. Tiltakið er serliga ætlað
teimum, sum vanliga svimja á sjónum, men
øll eru vælkomin. aldur hevur einki at siga,
men heilsan má verða góð, serliga er tað
fólk við høgum blóðtrýsti og hjartasjúkum
sum skulu ansa sær við einum ísakøldum
sjokki, siga fyrireikararnir. Øll, ið ynskja
eitt brúsubað aftaná svimjingina kunnu
nýta brúsurnar hjá kappróðrafelaganum á
glyvrum.
Sjósvimjarar hittast
glyvrar
Sunnudagin 31/10 kl. 14.00
lEyp á SJógv
STyrKIS-
royND
Manchester United hevur fingið ivasama byrjan í premier league í ár, og Tottenham hongur
so dánt í teimum fremstu feløgunum. leygarkvøldið verður stykisroynd ímillum feløgini. er
United so sterkt, sum felagið plagar at verða, ella kann Tottenham hótta tey allarfremstu?
Manchester United-Tottenham
Premier League
leygardagin 30/10 kl. 17.30