Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. november 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. november · Nr. 153 8 Sosialurin Eirikur Lindenskov Norðurlendska bóka savns­ vikan verður hildin 8.­14. november, og verður fyri skip­ að av Norrønu feløg unum í samstarvi við bókasøvn. Hetta er størsta tiltakið við upplestri í Norðurlondum, og millum tey størstu í heim­ inum. Síðsta ár høvdu yvir 2000 bókasøvn og skúlar upplestur samstundis úr teim um somu norðurlendsku tekst unum. Upplesturin fer fram í átta norðurlendskum og balt iskum londum. Evnið í ár er »Gandakendu Norðurlond« og kastar ljós á ævintýrsøgur, ræðusøgur og magiska realismu í Norð­ urlondum. Tekstirnir, ið valdir eru til tey vaksnu, eru brot úr fyrnd­ ar gomlu Vøluspá úr eldru Eddu og brot úr svensku met sølu bókini Låt den rätte komma in. Tey ungu hoyra brot úr heims kendu donsku ævin týr­ søguni Dóttir Skammarans, meðan børnini hoyra brot úr nútímans íslendsku søguni Søgan um bláa knøttin. Felags fyri rithøvundarnir í ár er, at allir hava útgivið heimskendar metsølubøkur. John Ajvide Lindsqvists hevur skrivað ræðusøguna Låt den rätte komma in, og hon er útkomin í 30 londum og er eisini filmatiserað. Dótt­ ir Skammarans eftir Lene Kaaberbøl er vorðin kult millum fjepparar av ævin­ týr søgum yvir allan heimin, m.a. i Japan, og Søgan um bláa knøttin eftir Andri Snær Magna sons er týdd til 12 ymisk mál. Fjórði teksturin er Vøluspá úr eldru Eddu. Bókasøvn, skúlar og feløg kunnu melda seg til at hava upplestur ella onnur tiltøk á heimasíðuni www.bibliotek. org. Øll, sum melda seg til, fáa ókeypis plakatir og postkort, ið íslendska Sól Hrafnsdóttir hevur málað. Tað ber eisini til at taka tekstirnar og hugskotsskrá niður frá heimasíðuni, sigur Landsbókasavni. Norðurlendsk bókasavnsvika BÓKASAVN Tríggir av fremstu norðurlendsku rithøvundunum hava skrivað tekstirnar, ið verða lisnir upp í bókasavnsvikuni í ár. Tað eru John Ajvide Lindqvist (Svøríki), Lene Kaaberbøl (Danmark) og Andri Snær Magnason (Ísland). Fiskivinna á sjógvi og landi Í komandi Oyggjablaði seta við sjóneykuna á føroysku fiski vinnuna. Lesið í blaðnum millum annað hetta: • Uttan fiskivinnuna steðgar alt upp • Hirtshals riggar til føroyskan útflutning • Brestir besta skip í fjør • Nógvur fiskur í Sørvági • Rak í bjargingarbáti í eitt samdøgur • Hvalspýggja søkti bát og mangt annað Fríggjadagin slitnaði stropp­ urin á einum treylara, sum var staddur í rundkoyringini við SMS, og óhappið kundi havt álvarsligar avleiðingar, um fólk vóru fyri. Av lastini datt nógv tungt jarn. Nú er tað upp til løgfrøð­ ingarnar, um treylaraførarin skal skuldsetast fyri brot á ferslulógina. Randi Jacobsen Ein línubátur er nú minni í flotanum, tí sunnunáttina sakk Oddny nakað norður úr Nakkinum. Um sjey tíðina leygar­ kvøld ið sendi línubáturin Oddny út neyðarkall. Teir vóru staddir tígggju fjórð­ ingar norður úr Nakkinum, og báturin var farin at leka. Tað var vánaligt veður, og veðurforsagnirnar vóru ikki góðar. Fleiri skip vóru nærindis, og næstur var trolbáturin Ametyst, sum beinanvegin fór at sigla til Oddny. Ametyst var bara einar fimm fjórðingar frá, og hann var tí skjótt á staðnum. Tað eydnaðist at fáa teir tríggjar menninar umborð á Ametyst, sum royndi at seta fast á Oddny, men endin slitnaði. So kom Triton til og tók yvir uppgávuna at halda eyga við Oddny. Sakk Tá ið klokkan var 02.10 sakk Oddny. Robert Olsen, leiðari á MRCC rósar manningini á Ametyst fyri gott arbeiði hesa náttina. Veðrið var vána ligt, men teir fingu kort­ ini menninir av Oddny í øll­ um góður. Støðan umborð á Oddny var alt annað enn góð. Teir varnaðust lekan so seint, at einki var at gera. Ljósið umborð fór, motorurin steðg­ aði, og skipið bara rak. Teir høvdu bara fartelefonir at samskifta við. Menninir høvdu latið seg í yvirlivilsisdraktir og gjørt klárt at fara í bjargingarbát, men av tí at Ametyst kom til hjálpar, var hetta ikki neyðugt. MRCC bílegði tyrluna, men líkindini vóru vánalig. Tað gjørdist tó ikki neyðugt hjá tylruni at gera nakra roynd. Ametyst fór inn á Klaksvík við monnunum. Oddny varð smíðaður í 1947. Eigari var K.M. Sp/F í Klaksvík. Menninir bjargaðir Manningin á Ametyst gjørdu eitt megnar arbeiði, tá ið teir bjargaðu manningin á línubátinum Oddny sunnunáttina, sigur Robert Olsen, stjóri á Sjóbjargingarstøðini Hetta vikuskifti vóru poli­ tist ar úti í býnum í Havn og leit aðu eftir sterk um rúsevnum mill um ungfólk. Ein ungur maður varð tik in við einum lítlum grammi av amfe t amini í lumm an um. Tað var pakk­ að í smærri posar, klárt til at selja. Nøgd in svarar, sam­ bært politinum, til tríggjar ella fýra rúsir. Funnu amfeta min Misti jarn í rund koyring So er Oddny ikki til longur