mánadagur 1. november 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 1. november · Nr. 153
Sosialurin
Leo Poulsen
– Hetta merkir fyrst og
fremst, at kolvetni finst á
føroyskum øki.
Tað sigur Niels Sørensen,
stjóri í Faroe Petroleum, sum
eigur 12,5% av loyvinum á
Anne Marie økinum, har bor
ingin er farin fram.
Hann veit tó ikki enn at
siga nakað um, hvussu stóran
týdning hetta fundið hevur.
– Tað skulu nógvar kann
ingar til, áðrenn til ber at
siga nakað um hetta fundið.
Kannast skal bæði hvussu
nógv er til av kolvetni, og
hvørjar eginleikar tað hevur,
sigur Niels Sørensen.
Hesin brunnurin, sum nú
er boraður, er 3.901 metrar, og
tað er rímiliga djúpt.
– Vit kundu hugsa okkum
at bora nakað djúpri, men
tað verður trupult at bora, tá
vit tosa um slíka djúpd, sigur
Niels Sørensen.
Faroe Petroleum hevur
eisini eina boring á Langvulin
økinum, men hon er komin
so stutt áleiðis, at enn ber
ikki til at siga tað stóra um
ta boringina.
– Tann boringin er eystan
fyri markið og liggur nær
upp at Corona rygginum,
og tað er í tí umráðnum, at
nógv kolvetni verður funnið.
Men tað er ov tíðliga at siga
nakað, vit bora í basalt enn,
sigur Niels Sørensen.
Men boringin á Anne
Marie økinum hevur givið
felagnum áræði at halda
fram.
– Loyvið er stórt, og
kjak ast kann, um vit hava
bora á rætta staðnum, men
vit fara at gera allar tær
kanningar, sum skulu til
fyri at fáa staðfest, um vit
framhaldandi skulu hava
loyvið, ella vit skulu lata tað
aftur, sigur Niels Sørensen.
Ávirkar kursin
Hetta fundið hevur havt
ávirkan á kursin á parta brøv
unum hjá Faroe Petroleum.
– Ja, kursurin er lækk
að ur eini átta prosent á
parta brævamarknaðinum í
morgun, og kursurin lækkar
gjarna, um fundið ikki er
tað heilt stóra, sigur Niels
Sørensen.
Men felagið hevur fleiri
aðrar boringar, sum eisini
geva góðar vónir.
– Jú, vit hava eina boring
fyri framman, og tað, sum
vit leggja okkum eftir, er at
hava fýra til seks brunnar
um árið, fyri at sleppa
undan ov stórum fokus á ta
einu boringina, sigur Niels
Sørensen.
Faroe Petroleum hev ur
júst keypt seg inn í fram
leiðslu.
– Tað merkir, at vit fram
leiðis yvir 3.000 tunnur
av olju um dagin, og tað
hevur sera stóran týdning
fyri felagið. Hartil hava
vit fýra fund, sum í løtuni
verða kannað, og vit vita
longu, at okkurt av hesum
fundunum er kommersielt.
Tað verður tískil útbygt og
fer í framleiðslu, sigur Niels
Sørensen.
Kolvetni
stað fest á
føroyskum
øki
Faroe Petroleum boðar frá, at boringin á Anne
Marie økinum hevur staðfest kolvetni í tunnum
sandløgum. Tað merkir, at kolvetni finst í
føroyskum øki, og nú skulu nærri kanningar
vísa, í hvussu stórum nøgdum kolvetni finst
Niels Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum, sigur, at fundið á Anne Marie
fyrst og fremst staðfestir, at kolvetni er í føroyska økinum
Leo Poulsen
Tað er einki greitt enn,
hvussu støðan er umborð á
Athenu í løtuni. Fríggjadagin
komu sløkkiliðsmenn um
borð á skipið, men teir fíltust
á, at hava fingið skeivar upp
lýsingar um eldin umborð.
– Tíverri er tað soleiðis,
at tá tú hevur við eitt skip at
gera, sum er skrá sett aðra
staðni, eru upp lýs ingarnar í
besta lagi iva samar og ofta
beinleiðis
skeivar,
sigur
Ted Simpson, varaleiðari á
Cornwall Fire and Rescue.
Sue Philbrow, talskvinna
hjá Thor, vísir tó hesum
aftur og sigur, at manningin
bar seg rætt at í øllum viður
skiftum.
Í dag verða øll rúmini
um borð á Athenu gjøgnum
gingin, og ikki fyrr enn tað
arbeiðið er liðugt ber til at
siga við vissu, hvussu støðan
umborð er.
Hans Andrias Joensen,
reiðari, sigur, at tað verður
helst ikki greitt fyrr enn í
morgin, at fult tamarhald er
á støðuni.
Hann dugir ikki í løtuni
at siga, um tað enn brennur
umborð á Athenu.
– Tað er hetta, ið sløkki
liðs menninir í løtuni kanna,
sigur Hans Andrias Joensen.
Einki greitt fyrr enn í morgin
Sløkkiliðsmenn eru í løtuni við at kanna øll
rúmini umborð, men tað arbeiðið verður neyvan
liðugt fyrr enn seint í kvøld ella helst í morgin,
sigur Hans Andrias Joensen, reiðari á Athenu
Sløkkiliðsmenn kanna í løtuni, um allur
eldurin er bastur umborð á Athenu