mánadagur 1. november 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. november · Nr. 153
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Leygarmorgunin var Sosial
urin við, tá Skála fjarð ar
Sløkki lið bjóðaði kaffi, rund
stykk ir og wienarbreyð á
Brand støðini í Runavík.
Tað var her, at dagurin
byrj aði,
sum
seinni
um
kvøld ið endaði við veitslu
fyri umleið 100 fólkum á
Sjó kafé ini við Fjøruvegin í
Runa vík.
Sunleiv
Højgaard,
sløkki liðs leiðari
hjá
Skálafjarðar
Sløkki liði,
sigur, at dagurin varð
markeraður, tí 35 ár nú
eru liðin, síðan teir fyrstu
sløkki liðs menninir
vórðu
knýtt ir at felagnum, sum
ann ars er stovnað í 1974.
Hann sigur, at hóast fe lag
ið varð stovnað fyri 36 árum
síðan, eru nú 35 ár liðin, síðan
felag ið keypti sær útgerð, og
fyrstu
sløkkiliðsmenninir
vórðu valdir og gjørdust
knýt t ir at felagnum.
Og sigast kann ikki annað
enn, at nógvir av hesum
monn um hava verið ógvuliga
trú fast ir, tí á veitsluni á Sj ó
ka féini leygarkvøldið vórðu
ikki færri enn átta mans
heiðr aðir fyri 35 ára trúgva
tæn astu hjá sløkkiliðnum.
Maðurin, sum varð heiðr
aður fyri 25 ára tænastu, var
sjál v ur
sløkkiliðsleiðarin,
Sun leiv Højgaard, sum so
leið is hevur verið partur av
hes um virksemi eina fjórð
ings øld.
Sosialurin fer at venda
aftur til sjálva heiðranina
í einum øðrum blaði í hesi
viku ni.
Nýggjar búnar
Sunleiv Højgaard sigur, at 42
av 44 sløkkiliðsmonnum vóru
til steðar leygarmorgunin.
Bert tveir kundu ikki møta,
ein eykamaður og ein sløkki
liðs mað ur, sum var staddur
uttan lands.
Teir hátíðarhildu
stovningardag í
nýggjum búnum
SLØKKILIÐ Tað er 36 ár, síðan Skálafjarðar Sløkkilið varð stovnað,
men tað eru 35 ár síðan, at felagið keypti sær útgerð og setti
fyrstu sløkkiliðsmenninar. Nú hava allir teir 44 sløkkiliðsmenninir
í økinum eisini fingið nýggjar búnar til umboðan
Leygardagin varð eisini felagsmynd tikin av Skálafjarðar Sløkkiliði, sum nú hevur stívliga 35 ár á baki
SLØKKILIÐ
Sunleiv Højgaard hevur verið sløkkiliðsleiðari síðan ár
2000 – og í fulltíðarstarvi sum leiðari síðan ár 2007