Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. november 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 1. november · Nr. 153 Sosialurin Á Skála og Strondum eru tilsamans 15 mans, og 15 mans eru eisini á Toftum og í Runavíkarøkinum. Seks eru í Oyndarfirði, fimm í Funn­ ings firði og Elduvík – og trígg ir mans eru í Funningi. ­ Samanhaldið millum sløkki liðsmenninar í øki num hev ur verið ógvuliga gott, og vit hava eisini gjørt eitt sind­ ur meiri burt ur úr hesi sein­ nu árini, sig ur Sunleiv, sum hevur ver ið sløkki liðs leið ari hjá Skála fjarðar Sløkkiliði í eini 10 ár – og í fulltíðarstarvi síðan ár 2007. Hann vísir á, at allir sløkki liðs menninir hjá Skála­ fjarð ar Sløkkiliði eisini hava fing ið búnar, sum menninir kun nu nýta, tá teir umboða sløkki liðið. ­ Vit hava ymiskar upp­ gáv ur, og ein av hesum er, tá al tjóða fótbóltsdystir verða leikt ir í økinum. Bæði FIFA og EUFA hava krøv um, at sløkki liðsfólk eru partur av trygd a rmanningini, og tí hava vit altíð eitt lið við, tá slík ir dystir verða leiktir. Sunleiv sigur, at sløkki­ liðs fólk eisini hava aðrar um­ boð andi uppgávur, og menn hava saknað ein felagsbúnað í slíkum føri. ­ Hetta er soleiðis ikki ein búni, sum menn eru í, tá teir fara út til sløkkiliðsuppgávur, men ein búni, teir eru í, tá teir um boða Skálafjarðar Sløkki­ lið í øðrum sambandi, leggur hann aftrat. Sunleiv Højgaard sigur, at eingin kvinna hevur verið knýtt at sløkkiliðnum á Skála firði, men onkur roynd hev ur verið gjørt at fáa kvinn ur upp í liðið. ­ Eg veit, at onkur kvinna hevur verið við á øðrum sløkki lið um, og eg veit eisini, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær vit hava tær fyrs­ tu kvinnurnar við á okkara liði, sigur hann. Góð veitsla Sløkkiliðsleiðarin sigur, at teir høvdu eina góða veitslu á Sjókaféini, har eini 100 fólk til samans vóru við. ­ Umframt sløkkiliðið, høvdu vit eisini bjóðað sløkki liðs fólki úr granna­ bygd um við, borgarstjórum í teimum trimum komm­ un unum, sum varða av Skála fjarðar Sløkki liði, um­ boð um fyri bruna nevnd ir, Brunaumsjón Land sins og umboðum fyri Alarm sentr­ al in. Sunleif Højgaard sigur, at Skálafjarðar Sløkkilið hev ur ein trivnaðarbólk við trim­ um limum, og tað var hes in, sum í høvuðsheitum fyri­ skip aði veitsluna. vilmund@sosialurin.fo Leygardagurin byrjaði á Brandstøðini í Runavík við kaffi, rundstykkjum og wienarbreyði Vilmund Jacobsen Dagurin í dag, 1. november, er minningardagur teirra sjólátnu. Kring landið verða minn ing arhald við minnis­ varð ar og í kirkjum, og í morg un var minn ing ar­ hald á Vinnu há skúlanum í Havn. Tað var Torleif Johanne­ sen, sjó mans trú boðari, sum beyð vælkomin á Vinnuháskúlanum, løg­ mað ur, Kaj Leo Johannesen og presturin, Derhard Jógvans son, hildu talu. Tríggir sálmar vórðu sungnir, ”Lov og tøkk eg tær fram beri”, ”Mær halda Harrans hendur” og ”Tak róðr ið, Harri, ver mær hjá”. Av Vinnuháskúlanum varð farið niðan í Viðar­ lund ina, har sálmurin ”So tak tá mínar hendur” varð sungin, løgmaður legði krans við minnisvarðan, og síðan hevði prestur bøn og lýsti signing. Minningarhaldið endaði við, at sálmurin ”Stýr míni skútu” varð sungin. Minningarhald teirra sjó lát nu hevur eisini verið í Klaksvík í dag klokkan í dag. Á skránni var eitt nú kór sangur við 17 Sangarum, felags sangur og Magnus Brahe Jørgensen, prestur, helt røðu. Fimm sjólátnir Fimm mans eru farnir á sjón um síðsta árið. Teir eru: Hilbert Martin Blástein, Viðareiði, doyði umborð á Polarhavi 12/11­09, 29 ára gamal. Hans Jørgen Dam, Sanda vági, doyði umborð á donskum farmaskipi við Florida 20/11­09, 68 ára gam al. Martin Sofus Johanne­ sen, ættaður úr Klaksvík, druknaði við Bursatanga 15/5­2010, 52 ára gamal. Heini Olsen Klasvík, Klaks vík, funnin hin 26. mai 2010 á Hagaleiti, 40 ára gamal. Finn Jacobsen, Vágur, hvarv av bingjuskipinum Taas inge Maersk í juli 2010, 53 ára gamal. vilmund@sosialurin.fo Føroyar halda minning­ ardag teirra sjólátnu Fimm mans eru deyðir á sjónum farna árið, og í dag verða minningarhald kring landið Myndir: Jens Kristian Vang