Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. november 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. november · Nr. 153 12 Sosialurin Alsamt skifta veður og vindur, enn stendur stinnur Reyðafelstindur, og framvegis fløðir og fjarar, men lívið er broytt, farin er drongur, óhugnavitjan, slitnaður strongur, tað svíður so svárt í barmi. Tað tykist, sum heilin í tvíningar fer, hvør tægr í kroppinum uppreistur ger og sigur: tað er ikki sætt! og spurningar troðka hvønnannan av kós, men svarið er myrkur, tí slóknað er ljós, og langar svøvnleysar nætur. Vit sóu piltin við kinnum so reyðum, við skálkabrosi og glógvandi eygum, altíð til dystin fúsan, til dreingjalótir, sum bogi so spentur, í leiki bæði við dreingir og gentur, við sorgblídni vit tað minnast. Og seinni á prutli tú legði frá landi, ein túr gjøgnum hagan ella á sandi, so tryggur tú tóktist á sæti, og gamla Puch Maxi ein sendara fekk, tá alt ikki júst eftir høvdinum gekk, – helst Bosch mundi tendringin vera. Hana tú hitti, og tit gjørdust góð, og framvegis logaði kærleikans glóð, nú deyðin kom tykkum ímillum, víst sinnið er viðkvæmt, tá tú ert ungur, og skilnaðurin man kennast tungur, við mongum gráum løtum. Úr bilhúsi tónleikur ljómaði hátt, so mangan um geilar á miðjari nátt, har tú vart við tínum vinum, her miksaðist tú og fanst uppá, so væl vóru hendurnar skrúvaðar á, og høvdið av hugskotum fult. Vit sakna Carina at koma framvið, og síggja, um hann hevur annað snið, ella ein heilt annan lit, vit sakna títt bros, tína heilsan, og tað, at tú vart tín egin hvønn einasta dag, tað fara vit aldrin at gloyma. Hjá foreldrum og brøðrum er tómrúmið stórt, gævi, at vit fingu okkurt gjørt, tó, – sorgin hon má gjøgnum livast, men neyvan finst daprari stund fer á fold, enn barn sítt at jarða og leggja í mold, Gud náði tey, sum tað rakar. Mundi tað standa við vøgguna skrivað, at hetta var tíðin, ið tú skuldi liva? vit trúgva, at soleiðis er, at ikki ein spurvur til jarðar skal falla, uttan at meistarin heim hann man kalla, til ævigu bústaðir sínar. Hvíl í friði, elskaði systursonur! Fríður Nøvn Sæbjørn Petersen í Skálafirði f. 05.01.1991 d. 23.09.2010 Samkenslukvøða Tað æviga lívið Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr. Jóhs. 11,25. Tað er Jesus, sum sigur hesi orðini við grøvina hjá Lázarus og tí eru tey eftirfarandi; Lázarus er deyður, sorg­ in er komin til húsa, tær báðar systrarnar eru niðurboygdar av sorg, sum tað altíð er tá ið deyðin vitjar heimið, tað er sum at alt steðgar upp. Tá er tað gott at Jesus er til staðar, hann, sum hevur sigrað yvir deyða og grøv, tað gjørdi hann páskamorgun, tí eru hesi orðini sonn og álítandi til allar tíðir. Tit eru mong, sum í dag sita við djúpari sorg og sakni víða hvar um oyggjarnar og aðrastaðni við, men vita skulu tit, at Jesus er til staðar við sínari troyst í tykkara sorg og sakni, tað er lívsjáttandi. Ja, Jesus hevur vunnið sigur á deyða og grøv, og tí er grøvin ikki tað seinasta; tann, ið trýr á Jesus, eigur eina livandi vón og skal rísa upp úr grøvini til eitt ævigt lív saman við Jesusi og saman við sínum kæru, sum undan eru farin í vón og trúgv á Jesusar fullgjørda verk á Golgata. Lat hetta eisini vera tykkar at troyst í sorgini og sakninum, og vil eg enda við einum sálmi, sum eg havi yrkt til Allahalgannadag 2010. Lag: Á, hugsa tær, tá fram øll skulu stevna. Bf. 227. M. 184. 856 DK 409. Tonk einaferð, tá frelsti skarin saman, um ævir syngur dýrdarinnar song; tá verður frøi, endaleystur gaman, tí gøtan her var mangan trupul, trong. Tá vit ein dag hvønn annan skulu fevna, og gleðast yvir Jesu dýra blóð; tað verður dagur, vit ei duga nevna, tá vit í Himli skoða Jesus fróð. Tøkk fái Jesus, fyri tína náði, og fyri stóra kærleik tín hvønn dag; hjá tær er lívd og ovurmikil skái, so at eg her kann syngja lovsongslag. Prís verði Jesus, fyri Halgan Anda, tú gevur frelstum her á hesi fold so sigursæl í Himlinum vit standa, um vit so leggjast í ta svørtu mold. Tað verður gleði, sum er uttan enda, at vera saman við Guds halga lið; tí vilja vit tær, Jesus, tøkk nú senda, tú frelsti og tú gav oss sælan frið. Í himlinum vit teimum skulu møta, sum vit við sorg her máttu skiljast frá; tað var so tung og døpur, sorgfull løta, tá verða vit har heima Jesus hjá. Kjartan Stakksund 25. oktober 2010 Allahalganna- sálmur Kjartan Stakk- sund skrivar 4 ættarlið Arna Dam langomma , Eyðvør Dam Clementsen omma , Arna Dam Clementsen mamma , dótturin ( einki navn enn)