Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. november 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 1. november · Nr. 153 Sosialurin Í dag, mánadagin 1. november, verður Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar komm unu og tingmaður fyri Javnaðarflokkin 60 ár. Hann er skopuningur og sand oy­ ingur, og tað eru ikki tvær meiningar um, at Gerhard kennir tað sum sína fremstu uppgávu og av bjóðing at verja tað, sum kann vera heim bygd ini og gamla Sand­ oyar val dømi at frama. Mamman var Jóhanna, fødd Desederius Poulsen og ættað úr Horni á Sandi. Pápi hennara var skúvoyingur, og tað er úr Skúvoy, at Dese­ derius navnið kemur. Pápin var Sámal Petur Lognberg úr Gørðum í Skopun. Hann var føddur Hentze, og tað var pápi hansara, sum keypti sær Lognberg til eftirnavn. Jóhanna og Sámal Petur fingu átta børn: Sandri, Sofus, Valdi, Sanna, Gerhard, Fanny, Jørgin og Valgerd. Sandri býr í Svøríki, Valdi á Argjum, Sanna í Havn, og fýra tey yngstu búgva í Skopun. Sofus fórst við Nólsoyar Páll 26. mars í 1967. Pápin var sjómaður, og í fyrstu atløgu gekk Gerhard í faðirsins fótasporum. Hann var trettan ára gamal, tá ið hann mynstraði á sild við Kalls evna, sum hann var við í knappliga trý ár. So fór hann at læra til rørsmið hjá Hermani Winther. Tá ið hann var avlærdur, fór Gerhard at arbeiða fyri seg sjálvan, hann hevði vvs handil í Skopun, og hetta fekst Gerhard við, inntil hann í 1993 gjørdist leiðari fyri ambulansutænastuni í Sandoy. Fyrstu stigini á polit isku leiðini vóru í kommunu­ politikk inum. Gerhard varð fyrstu ferð valdur í bygdar­ ráð ið í 1984, og síðani hevur hann verið afturvaldur seks ferðir. Tvær tær fyrstu seturnar var hann næst for­ maður. Eftir valið í 1992 varð Gerhard valdur til formann í Skopunar bygdarráð, undir­ tøkan hevur verið ógvuliga góð, og síðani hevur hann verið afturvaldur til formann eftir valini í 1996, 2000, 2004 og 2008. Dalbingurin Jógvan Adolf Johannesen, sáli, sum búði í Skopun, har hann var lærari, takkaði fyri seg í løgtinginum undan valinum í 1998. Hann hevði sitið í tinginum í tíggju ár, og tað eydnaðist ikki Javnaðarflokkinum at endurvinna sessin í Sandoy, tá ið Jógvan Adolf var givin. Til valið í 2002 var Ger­ hard Lognberg á javnaðar­ list anum í Sandoyar val­ dømi. Hann varð fyrst vald ur, og tað varð hann eisini í 2004. Hjá summum kom tað óvart á, at Gerhard varð á javnaðarlistanum. Hann var roknaður at vera sam bands maður, og tað var ikki so undarligt, tí hann var nevndar lim ur í lokal felag­ num fyri Sambandsflokkin. Í tinginum hevur Gerhard fyrst og fremst verið tals­ maður fyri sítt valdømi, og hann er altíð á síðuni hjá teimum, sum royna at verja útjaðaran. Eitt nú var hann millum teir fremstu, tá ið skopuningar mótmæltu, tá ið ætlanin var at niðurleggja flakavirkið í bygdini. Hann hevur stríðst fyri farleiðini um Skopunarfjørð og fyri undirsjóartunnlinum, sum hann sigur seg vera sann­ førdan fer at verða veruleiki um eini átta ár. Gerhard telist millum javn aðarmenninar, sum verja ríkis felags skap in, og í siða lags spurn ing um dreg­ ur hann ofta ikki somu línu, sum nógvir av parta monn­ unum gera. Hann sigur sína meining, og hann heldur tað vera eina styrki fyri ein flokk, at tað er ávíst spenni í áskoðanunum og harvið eisini í baklandinum, sum ting menninir umboða. Í bygdarráðnum er tað eingin ivi um, at tað er Ger­ hard, sum er borgarstjóri, og har er hann fegin um, at tey eitt nú hava megnað at byggja barnagarð, at útbyggja skúlan, at vetrarfriða og at syrgja fyri útstykkingum. Størsta frítíðarítrivið hjá 60 ára føðingardagsbarninum er, sum hjá so mongum øðrum skopuningum, seyðahald. Í hvítusunnusamkomuni Betania er Gerhard sera virk in. Honum dámar væl at syngja, og hann spælir eisini har moniku. 19 ára gamal giftist Ger­ hard Arnu fødd Thomsen. Hann fór ikki langt fyri at finna sær konu, tí hon er úr grannahúsunum. Arna og Gerhard eiga tríggjar dreingir: Sofus (1970) siglir úti sum skipsførari og býr í Danmark, Jóhan Vilhelm (1972) er skipari og bestimaður á trolara undir Føroyum og býr á Nesi í Eysturoy, og Sámal Hanne (1976) hevur vvs handilin Lonin í Skopun, har hann býr. Gerhard eigur trettan abbabørn og eitt lang abbabarn. Hann er barn­ góður, og honum dámar sera væl at vera saman við teimum í næstu ættarliðunum. Leygarkvøldið fer vinsæli og samstundis markanti og opinskáraði skopuningurin at halda 60 ára føðingardag í Samljóð í Skopun. Tá ið Føroyar vórðu skip­ aðar sum eitt valdømi, vóru vánirnar hjá teimum, sum eru vald kring landið, ikki spáddar at vera tær bestu. Í fyrstu atløgu gjørdi Gerhard hesum spádóminum til skamm ar, tá ið hann á løg­ tingsvalinum í 2008 varð vald ur við sjeyndi flest per­ són ligum atkvøðum. J Gerhard Lognberg 60 ár Framhald av Nøvnum á s. 32 SHIFT_the way you move