Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. november 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. november · Nr. 153 14 Sosialurin Eirikur Lindenskov Leygarkvøldið sendi Rás2 fyri fyrstu ferð í heyst Hvonn Live. Hetta er stór live- send ing, sum verður send beinleiðis av Hvonn í Havn. Hesaferð var politiskt kjak á skránni. Jørgen Niclasen og Helena Dam á Neystabø, land s stýrisfólk, og Høgni Hoy dal, andstøðupolitikari, kjakað ust um politisku og sam felags ligu støðuna. Høgni Hoydal førdi fram, at Føroyar eru ikki í eini búskap ar ligari kreppu, men í eini politiskari kreppu, tí eingin leiðsla er í landinum. ABC-samgongan vil bara sita við valdið fyri einhvønn prís. Jørgen Niclasen og Hele- na Dam á Neystabø vís tu hes um aftur og søg du, at ABC-samgongan arbeið ir mið víst við teimum trupul- leik um, sum eru í sam felag- num, og at nógv er fingið á skaftið seinastu tíðina. Harmaðist Eik-støðuna Fleiri aktuellir gestir vóru eisini í Hvonn Live. Ein av teim um var kring varps mað- urin Suni Merkistein, sum júst hevur framleitt sjón- varps sendingar um føroysku poppsøguna. Hann greiddi frá, hvussu tað er at granska og grava í søguligum hend- ingum. Jørn Astrup Hansen, sum er settur sum stjóri í Eik Banka, segði seg fegnast um at verða komin aftur til Føroya at arbeiða. Jørn Astrup Hansen var í nógv ár stjóri í Føroya Banka, men flutti fyri fimm árum síðani av landinum at búgva. Hann harmaðist tó orsøk ina til, at hann nú var kom in aftur hendanvegin at starvast. Hann helt fyri, at trupulleikarnir hjá Eik Banka vóru óneyðugir, men at nú má skil fáast á viður- skiftunum í bankanum. Hann segði, at hann hevði flog billett til Danmarkar fyri jól, so steðgurin í Føroyum skal ikki verða langur í hes- um skifti. - Eg verði her, til annar stjóri er funnin, ella til bank in er seldur, segði Jørn Astrup Hansen. Húkakaka Oyvindur Brimnes, sum í farnu viku varð sagdur úr stjórastarvinum á Lands- verki, greiddi frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið hann varð sagdur upp. Hann tosaði eisini um, hvussu tey 10 árini, hann hevur verið stjóri fyri Lands verk, hava verið. Eitt av málunum, sum Lands verk hevur havt við at gera, og sum hevur fingið nógv umrøðu, er húkurin í rund koyringini í Klaksvík, sum Landsverk vil hava tikn- an niður. Klaksvíkingar eru tó ikki meira ósamdir við Oy vind Brinmen enn so, enn at teir høvdu sent honum eina heilsan, nú hann gevst á Landsverk. Oy vind ur Brim- nes fekk eina sokallaða húk- a kaku frá Sjó mann degnum. Hetta er ein kaka, sum Katrin Jacobsen hevur gjørt, og sum Norðlýsið hevur prentað uppskriftina til. Ovyindur Brimnes takkað fyri heilsanina og kakuna úr Klaks vík. eirikur@sosialurin.fo Oyvindur fek HVONN LIVE Oyvind Brimnes, sum er farin frá sum stjóri á Landsverki, fekk eina húkakøku frá klaksvikingum leygarkvøldið. Jørn Astrup Hansen fegnaðist um at verða komin aftur til Føroya, men harmaðist orsøkina, og politiskir leiðarar vóru í krovinum á hvørjum øðrum Politikarar heilsa upp á Oyvind Brimnes, sum fekk eina húkakaku frá klaksvíkingum Myndir: Álvur Haraldsen HÚKAKAKA Oyvindur Brimnes við húkakakuni, sum Katrin Jacobsen í Klaksvík hevur gjørt