Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. november 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. november · Nr. 153 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 SÍ 4 3 1 11 3 8 6 1 ÍF 4 3 1 9 4 5 6 3 Mjølnir 4 2 2 6 6 0 4 4 Fleyr 4 2 2 7 8 -1 4 5 TB 4 0 4 0 12 -12 0 ÍF - SÍ 0-3 (20-25, 23-25, 18-25) Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-19, 25-21, 25-21) SÍ - Mjølnir 3-0 (25-16, 25-15, 25-22) Fleyr - TB 3-0 (25-15, 25-13, 25-22) Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Talan gjørdist um ein dyst, ið endaði, sum helst tey flestu høvdu roknað við, tí SÍ vann 3-0. Men sigurin gjørdist kanska lætt ari, enn væntast kundi, um hugt verður at stiga- talvuni. ÍF fekk bitið eitt sindur frá sær í øðrum setti, men yvir- høvur var spælið hjá fuglfirð- ingum ikki nóg gott til at skala SÍ, ið vann tey trý settini 20-25, 23-25 og 18-25. Fuglfirðingar eru betur við, enn teir vóru í fjør, tá teir lógu á aftasta plássinum allan vegin. Men hóast ÍF er nummar tvey við seks stigum fyri fýra dystir, skal spælið verða frægari teir næstu dystirnar, skal góða gongdin halda fram. Flogbóltur Sørvingar vóru fríggjakvøldið á vitjan á Kambsdali, har ÍF tók ímóti ÍF skalaði ikki SÍ Sørvingar vunnu greitt og uppiborið á Bartali Eliasen og ÍF í Fuglafirði um vikuskiftið Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Og ikki kann sigast annað, enn at møguleiki eisini var fyri tí í gjár, tá TB vitjaði í Gundadalshøllini, tí nýggja mansliðið úr Suðuroynni hevur framvegis eitt sindur ilt við at fóta sær. Fleyr vann 3-0, og serliga tey bæði fyrstu settini var spælið hjá heimaliðnum sannførandi, tí tey endaðu 25-15 og 25-13. Í triðja setti mannaði TB seg upp, men megnaði tó ongantíð av álvara at hótta Fleyr, sum vann 25-22. Hilmar Jan Hansen Men synd er at siga, at nógvur klassikari var yvir dystinum, tí Mjølnir, sum vann FK-kappingina hjá monnum fyri viku síðani, kom heldur lættliga til sigurin – enntá uttan at spæla serliga væl. Mjølnir vann 3-0 og hevði munin allan vegin. Fyrsta sett vunnu klaksvíkingar 25-19, og tey bæði seinnu endaðu bæði 25-21. Fleyr slapp ongantíð ordiliga upp í part og mátti boyggja seg fyri heimaliðnum, ið bara var tað betri so at siga allan dystin ígjøgnum. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Av tí at klaksvíkingarnir fríggja- kvøldið høvdu vunnið trygt á Fleyr, samstundis sum sørvingar høvdu bast ÍF, kundi væntast ein tættur og spennandi dystur í Sørvági. Men so gjørdist ikki. Liðini fylgdust eina løtu í fyrsta setti, so tað eitt skifti stóð á jøvnum 8-8, men so gjørdi SÍ eitt skarvslop upp á 19-8, og vann settið 25-16. Heldur ikki í teimum báðum næstu settunum eydnaðist Mjølnir at skala SÍ, so sørvingar vunnu tá ávikavist 25-15 og 25-22. Størsti munurin var nokk breiddin, tí SÍ hevði fleiri streingir at spæla uppá. Raiko Petrovic, sum nú er spælandi venjari, spældi á miðjuni hjá SÍ, sum yvirhøvur sær út til at hava gott fólk á øllum plássum. Mjølnir hevur framvegis ikki ein serliga breiðan hóp, og í gjár vóru tað teir seks, ið spældu inni, og so sat ein maður á bonkinum. hilmarjan@sosialurin.fo Gamli klassikarin Flogbóltur Tey bæði feløgini í Eik-liguni hjá monnum, sum hava verið longst við, eru Mjølnir og Fleyr, og tey bæði liðini spældu fríggjakvøldið gamla klassikaran, tá Mjølnir í Badmintonhøllini í Klaksvík tók ímóti Fleyr Fleyr reistist aftur Flogbóltur Eftir at Fleyr fríggjakvøldið hevði tapt fyri Mjølnir, ráddi um at reisa seg aftur sum skjótast SÍ bankaði Mjølnir Flogbóltur Mansdysturin í Sørvági í gjár var ein endurtøka av FM-finalunum í vár, tá SÍ tók ímóti Mjølnir