mánadagur 1. november 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 1. november · Nr. 153
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 SÍ
3
3
0
9
1
8
6
2 Fleyr
3
3
0
9
2
7
6
3 Mjølnir
3
2
1
7
4
3
4
4 TB
3
2
1
8
7
1
4
5 ÍF
3
1
2
3
7
-4
2
6 KÍF
3
1
2
4
8
-4
2
7 Dráttur
3
0
3
4
9
-5
0
8 Ternan
3
0
3
3
9
-6
0
ÍF - Mjølnir 3-1
(23-25, 25-19, 25-17, 25-12)
SÍ - Ternan 3-0
(25-11, 25-20, 25-21)
Fleyr - Dráttur 3-2
(19-25, 23-25, 25-20, 25-14, 15-10)
TB - KÍF 2-3
(22-25, 25-27, 25-18, 25-22, 14-16)
Hilmar Jan Hansen
Men í gjár var kortini um reppið, at
Dráttur spilti teimum spælið, tá lið
ini hittust í sera spennandi fimm
sett ara í Gundadalshøllini í Havn.
Dráttur legði væl út og vann tey
bæði fyrstu settini. Serliga lá væl
fyri hjá vágakvinnunum á gólv
inum, tí talan var um nógvar og
drúgvar duellir, sum Dráttur hevði
betru evnini at avgera til egnan
fyrimun. Fyrsta sett vann Dráttur
2519 og annað sett 2523.
Tá var Fleyr tó við at koma betur
inn í dystin, og serliga var avgerandi
munurin, ið eisini skuldi gera munin
í síðsta enda, at Fleyr megnaði at
avgera álopini. Duellirnar fækk
aðust, og tá Fleyr tók triðja og
fjórða sett við ávikavist 2520 og 25
14, vaks vónin um ein heimasigur.
Í fimta setti var tað framvegis
Fleyr, ið hevði munin og vann 15
10, og sostatt kunnu kvinnurnar
í Havn gleða seg um, at tær hava
fult stigatal eftir fyrstu trý um
førini. Dráttur eigur enn fyrsta
sigurin á, men hann man fara at
koma, tí í tveimum av teimum
trimum dystunum higartil, hava
tær akkurát verið ov stuttar í
fimmsettarum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Tað mugu kvinnurnar í Tern
uni av Toftum sanna, hóast
tær í trimum teimum fyrstu
dystunum longu hava vunnið
trý sett.
Leygardagin vóru tær í
Ternuni í Sørvági og spældu
ímóti SÍ, og dysturin fekk ikki
annað úrslit, enn tey flestu
høvdu roknað við framman
undan.
SÍ streyk avstað beinanvegin
og gjørdi sær dælt av, at Ternan
slett ikki var við fyrstu løtuna.
Tí gjørdist tað til sannførandi
2511 í fyrsta setti. So mikið
sann førandi var tað, at SÍ hevði
ikki sørt hug at taka tað meira
róligt, og tí gjørdist tað ikki so
lætt at vinna tey bæði seinnu
settini.
Ternan kom munandi betur
við, so tey endaðu 2520 og 25
21 til SÍ, ið tók ongantíð var
í vanda fyri at lissa kravda
sigurin. Og á stigatalvuni hev
ur meistaraliðið í Sørvági eisini
fult stigatal eftir fyrstu trý
umførini.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Tá
tað
eydnaðist
teimum
á
heimavølli á Kambsdali at basa
Mjølnir, sum í fjør leingi var ein
av heitastu FMkandidatunum.
Eisini vann Mjølnir FKkappingina
herfyri.
Dysturin byrjaði sum væntað,
tá Mjølnir tók fyrsta sett og vann
2523, men síðani koppaði dysturin
fullkomuliga og tók eina heldur
óvæntaða vend, tí ÍF – rættiliga lætt
enntá – fekk tikið síðstu trý settini
við sannførandi úrslitum: 2519, 25
17 og 2512.
ÍF,
sum
í
teimum
báðum
undanfarnu dystunum hevði tapt
greitt fyri bæði SÍ og Fleyr, fekk
sostatt síni fyrstu stig og kreyp
upp á fimta pláss í Eikliguni hjá
kvinnum. Hjá Mjølnir, sum tó
framvegis er við í fremra endanum,
var ósigurin eitt skot fyri bógvin,
hóast kappingin enn er ung.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Men nú eitt nýtt kappingarár
er farið í gongd, er talan um eitt
annað lið. Umframt at tær ungu eru
blivnar eitt ár eldri og hava fleiri
royndir, eru eis ini onkrir meira
rutineraðir spæl arar á liðnum hjá
KÍF.
Tað tilsamans munaði væl í
gjár, tá kollfjarðarkvinnur vóru í
Trongisvági og spældu ímóti TB,
sum í fjør var FMfinalistur. Talan
gjørdist um ein sera spenn andi
fimmsettara, ið endaði við sigri til
KÍF.
Gestirnir løgdu betur fyri og
vunnu tey bæði fyrstu settini, 2522
og 2725. Serliga var tað við góðum
servutrýsti, at tað eydnaðist KÍF at
vera omaná frá byrjan, og ikki fyrr
enn í triðja og fjórða setti kom TB
fyri seg.
Liðið
hjá
TB,
ið
millum
annað
má
klára
seg
uttan
landsliðsspælararnar,
Katrin
Petersen og Sólvá Dimon, umframt
at Marina Popovic heldur ikki er
við, spældi betur og betur og vann
fyrst 2518 í triðja setti og so 2522 í
fjórða setti.
Nú skuldi alt avgerast í fimta
setti, og tað sá eisini í eina góða løtu
út til, at TB skuldi fara avstað við
øllum. Tá liðini skiftu síðu, var TB
á odda 82, men allíkavæl eydnaðist
KÍF at koma væl afturíaftur, og
ímóti endanum vaks dramatikkurin
bara. Men tá avtornaði, vann KÍF 16
14 í avgerandi settinum, og sostatt
var fyrsti sigurin í vetur komin
undir land.
KÍF dramatiskan sigur
Flogbóltur Liðið hjá KÍF, sum í fjør hevði ilt við
at gera seg galdandi, var sera ungt og óroynt
Einki
óvæntað
Flogbóltur Tað tekur sína
tíð at venja seg við spæl í bestu
kvinnudeildini í flogbólti
ÍF tók Mjølnir
Flogbóltur Kvinnurnar hjá ÍF, sum í vetur hava styrkt seg við
Maju Filipovic, vunnu ein heldur óvæntaðan sigur leygardagin
Dráttur trýsti Fleyr
Flogbóltur
Kvinnurnar hjá
Fleyr mugu sigast
at hava fingið eina
ynskibyrjan hetta
kappingarárið, tí tær
eru ájavnar við SÍ í
oddanum í Eik-liguni
Mynd: Álvur Haraldsen
Kvinnurnar í Ternuni fingu ikki gjørt so
nógv við SÍ í Sørvági leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen