Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. november 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. november · Nr. 153 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Liverpool Premier League líkist sær sjálvum fyri tað mesta. Chelsea, Manchester United og Arsenal liggja á trimum teimum fremstu plássunum, upp­ flytarnir eru byrjaðir væl og dóm­ ararnir eru orsøkin til flestu tapini – sambært tapandi venjarunum. Chelsea á meistarakós Chelsea hevur byrjað kappingina nógv best. Teir hava flest stig, besta álopið og bestu verjuna um hugt verður at Premier League stiga talvuni. 25 stig eftir tíggju dyst um, 27 mál skorað og bara trý ígjøgnum. Chelsea liggur fimm stig framm­ anfyri Arsenal og Manchester United og eru í løtuni favorittar at vinna Premier League. Tað er ongin orsøk at avskriva Manchester United, og tað vita øll eftir hondini, men sein astu vikurnar hava fleiri sett spurnar tekin við støðið hjá Man chester United í ár. Wayne Rooney var stóri pro­ filurin á liðnum seinasta kapp­ ing ar ár, men í ár hevur hann ikki verið tann sami. Nani, Javier Hernandez og Dimitar Berbatov hava allir traðka til í støðum, men er tað nokk? Kann Nani fylla skógv­ arnir hjá Cristiano Ronaldo, kann Hernandez halda fram við at skora og kann Dimitar Berbatov liva upp til heiti sum tann nýggi Eric Cantona? Víðvíkjandi Arsenal, so er tað sama søgan sum seinastu árini. Arsenal hevur seinastu árini spælt væl, men tykist mangla ein pro fil ella tveir. Ein Thierry Henry, Dennis Bergkamp ella Patrick Vieira á toppinum. At døma eftir fyrsta fjórð ing­ inum, so verður tað Chelsea, ið verður Premier League vinnari 2010/2011, men tí takað Sir Alex Fergu son og Arsené Wenger helst ikki undir við! Besti leikari higartil Ongin hevur veruliga skarðað fram­ úr, men nøvn sum Didier Drogba, Nicolas Anelka, Florent Malouda, Nani, Dimitar Berbatov, Samir Nasri, Theo Walcott, Carlos Tevez, Darren Bent, Rafael Van der Vaart og Andy Carroll hava allir staðið seg væl higartil. Florent Malouda og Carlos Tevez hava skor að flest mál við sjey í part, og Luis Nani hevur lagt upp til flest mál við átta uppleggum. Við seks málum og seks uppleggum og einum stórum leikluti í góðu gongdini hjá Chelsea, so er Didier Drogba eitt sikkurt og gott val til besta leikaran higartil. Besta lið avrik higartil Tann dysturin verður avgjørdur í kvøld kl 19.00 millum Blackpool og West Bromwich Albion. Bæði liðini eru uppflytarar og bæði liðini hava klára seg betri enn væntað. Blackpool kom óvæntað í Premier League, meðan tað lá í luft­ ini, at WBA fór at spæla í Premier League í ár. WBA hevur víst gott spæl og hevur millum annað vunn­ ið á Arsenal og fingið javnt á Old Trafford. Blackpool byrjaði lív ið í Premier League við at vinna á Wigan og Newcastle. Sigurin á Liverpool á Anfield undirstrikar at Blackpool meina tað av álvara í ár. Vánaligasta liðið higartil Liverpool – stutt og greitt. Hóast Liverpool nú hevur hálað seg upp á eitt 12. pláss, so er Liverpool tað liðið, ið er longst frá at røkka sín­ um málið. Undan hesum umfar inum var Liverpool at finna undir niðurflytingarstrikuni og felagið hevur havt tað ringastu byrjanina uppá eitt kappingarár síðani 1953/1954 – tá flutti Liverpool niður. Besta keypið Tað er ringt at koma uttanum Rafael Van der Vaart, sum Tottenham keypti fyri góðar 75 milliónir krónur frá Real Madrid. Hann hevur longu inn rættað seg til Premier League fót bólt og hevur skorað fýra í seks Premier League dystum. Besta málið Tað koma altíð nógv góð mál í Premier League, men eitt mál stend ur burtur úr og er betri enn øll hini. Í arvafíggindauppgerðini millum Man chester United og Liverpool vísti Dimitar Berbatov at hann í løt­ um er í heimsflokki. Við støðuni 1­0 til Manchester United tamdi hann eitt innlegg úr vinstru og legði seg afturav og við rygginum ímóti mál­ inum sparkar hann bóltin aftur um seg sjálvan og í tvørstongina og inn – frálík og besta málið higartil. Besti dysturin Dysturin millum Everton og Man­ chester United 11. septembur hevði alt enskur fótbóltur hevur at bjóða uppá. Manchester United sat tí mesta og skoraði nøkur sera vøkur mál, men Everton gav ikki skarvin yvir. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat skoraði Everton tvey mál og fekk harvið javnleik 3­3. trondur@sosialurin.fo Premier League higartil Premier League Hetta vikuskiftið var tíggjunda umfar í Premier League og sostatt er meira enn ein fjórðingur av kappingini farin. Vit fara at hyggja eitt sindur at, ið er farið fram í Premier League higartil Premier League UppLegg 1 Luis Nani, Man Utd 8 2 Chris Brunt, WBA 6 3 Didier Drogba, Chelsea 6 4 Peter Crouch, Tottenham 5 5 Matthew Etherington, Stoke City 5 6 Andrey Arshavin, Arsenal 4 7 Andrew Carroll, Newcastle 4 8 Fernando Torres, Liverpool 4 9 Luke Varney, Blackpool 4 10 Charlie Adam, Blackpool 3 Premier League máL 1 Florent Malouda, Chelsea 7 2 Kevin Nolan, Newcastle 7 3 Carlos Tevez, Manchester City 7 4 Darren Bent, Sunderland 6 5 Dimitar Berbatov, Man Utd 6 6 Didier Drogba, Chelsea 6 7 Andrew Carroll, Newcastle 5 8 Johan Elmander, Bolton 5 9 Salomon Kalou, Chelsea 5 10 Tim Cahill, Everton 4 Alex Song stútar í evstu løtu sigursmálið móti West Ham, so Arsenal framvegis hongur í Chelsea í oddinum Hóast kærkomnan sigur í vikuskiftinum, mugu Roy Hodgson og Liverpool átakað sær heitið sum vánaligasta lið higartil Fílabeinsstrandingurin hjá Chelsea, Didier Drogba, hevur verið ein av teimum leikarunum í Premier League, ið hevur staðið seg væl higartil Drogba