mánadagur 1. november 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. november · Nr. 153
26
Sosialurin
Rigmor Dam
Mynd: Jens Kristian Vang
Tveir fryntiligir jassar sita í sofuni.
Teir minnast aftur á tíðina, tá ið teir
gjørdu sendirøðir um heimsins lond
og fólk fyri Útvarp Føroya.
Teir báðir vinmennirnir, journal
isturin Sonne Smith og leksikalski
lektorurin Hans Holm, sum, um
framt at báðir tosa tvørámál, hava
eitt í felag: Ein brennandi áhuga fyri
øllum heimsins fólkum og londum.
Ein áhugi, sum gav tilfar til í
minsta lagi 150 útvarpssendingar
árini 19851997. Sendingar um heim
sins fólk og lond, um hvussu fólkini
liva, um teirra siðir og søgu, um
politikk og landafrøði. Spennandi
samrøður millum journalistin og
serfrøðingin, sum rúnarbundu fólk
til lurtitólið í áravís.
Nú sendirøðin um søgu jødanna
varð endusend í útvarpinum í fjør,
hevur Sonne Smith, eisini eftir fleiri
áheitanir, gjørt av at geva tilfarið út
í bók. Orsøkin var hin einfalda, at
hann metti søguna um jødarnar
vera somikið áhugaverda, at hann
í samráð við Hans Holm avráddi at
skriva tilfarið niður og geva tað út.
– Og verður útgávan ein succes,
so fari eg heilt vist at halda fram við
fleiri, sigur Sonne Smith, sum hevur
sitið við telduna hetta seinasta árið
og skrivað tilfarið frá sendirøðini
niður til útgávu.
Frá Ábraham til Netanyahu
Hóast undirritaða roynir at halda
teir til nútíðina her í Havn, eru teir
eiðasørir og ferðast alla tíðina aftur
í tíð og burtur í fjarðskotin lond.
Ta einu løtuna eru vit stødd í
myrkasta Afrika hjá uppruna fólk
inum har, og víðari til Jerusalem
og Spania, og sjálvandi eisini ein
túr til indianarar í Norðuramerika,
sum sendirøð eisini var um á sinni.
Til inkvisitatiónina, nazismuna,
banka virksemi, Berlin, Koranina,
Mósebøkurnar, Yemen og sjálvandi
koma bæði Ábraham og Netanyahu
upp at venda, tá prátið fellir yvir á
jødarnar og Ísrael.
– Tað er jú stuttligt, at tá sendi
røðin fyrstu ferð varð send í 1996,
varð Netanyahu júst valdur til for
seta í Ísrael. Og nú hon varð endur
send í 2009, varð hann aftur valdur
til forseta í landinum. Í aðramáta er
støðan fullkomiliga tann sama har
niðri í dag, sum tá, hugleiðir Sonne
Smith.
Og soleiðis gongur prátið aft ur
og fram millum teir báðir kammi
rátarnar.
Guds útvalda land
At teir á sinni valdu at gera eina
røð um jødarnar komst av, at Hans
Holm hevði nevnt hetta rættiliga
ofta.
– Eg staðfesti, at við teirri miklu
og objektivu vitan, Hans Holm
hevði um evnið, fór hetta at verða
tað higartil einasta føroyska væl
skjalfesta, søguliga tilfarið, vit
fóru at eiga um ta ótrúligu søguna
um jødarnar heilt frá teirri løtu,
patriarkurin Ábraham fór úr Ur í
Kaldea í núverandi Irak við sínum
fólki og fæ, og til okkara dagar,
sigur Sonne Smith.
Teir báðir eru samdir um, at før
oyingar hava eitt serligt forhold til
Ísra el og jødarnar. Sjálvandi fyrst
og fremst av átrúnarligum orsøk
um. Og Hans Holm hevur altíð lagt
seg eftir at vera objektivur í spurn
inginum um Ísrael.
– Tá sjálvt Svenning av Lofti
sig ur tað, man nakað vera um tað,
sigur Sonne Smith skemtandi.
Sonn fólkaupplýsing
Sum flestum kunnugt, er Hans
Holm er ein ótømandi kelda av vit
an og forteljari av Guds náði.
Sum lektorur á Læraraskúlanum
hevur hann í mong ár ríkað næm
ingar á Frælsinum. Men hann hevur
tíbetur ikki, sum so nógvir aðrir
Nú koma
jødarnir
Ein brennandi áhugi fyri øllum heimsins londum og fólkasløgum
liggur til grund fyri útvarpssamrøðurnar millum Sonna Smith
og Hans Holm. Nú kemur Søgan um jødarnar út í bók.
Bókabrot:
»Fólk flest – eisini her á landi – eisini sokallað
upplýst og modernað fólk í dag, ganga runt við
einum bílæti av, hvussu ein jødi sær út. Ein jødi er
myrkur, hann hevur myrkar eygnabrýr, hann hevur
krókuta, yvirhøvur langa nøs. Tað, sum er tað
syrgiliga við hesum bílætinum, er jú tað, at hetta
er tað bílætið, sum jødahatarar málaðu út fyri fólki
fyri góðum hundrað árum síðani og seinni eisini.«
Bókabrot:
»..staturin Ísrael, har fleiri milliónir jødar búgva, er
í roynd og veru tann staturin í verðini, sum hevur
tann størsta prosentpartin av reyðhærdum fólki.
So spyrja fólk, hvør er reyðhærdur. Ja, tað eru jú
írar, og tað eru skotar, ið eru reyðhærdir. Tað er
torført at nerta við hesa hugmynd av, hvussu fólk
síggja út so ella so.«
Tað kom meiri enn so fyri,
at onkur fullur maður ringdi
til Hans Holm á miðjari nátt, tí
selskapið var farið at trætast
um eitthvørt!