mánadagur 1. november 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 1. november · Nr. 153
Sosialurin
dugnaligir lærarar, hildið livandi
frásøgukynstrið
innan
skúlans
gátt. Saman við Sonna Smith hevur
hann eisini ríkað vitanarhungrandi
útvarpslurtarar.
Tá sendirøðirnar vórðu út varp
aðar, vóru útlendskar sendirásir,
so sum National Geografic við
tallerken nekarum, ísbjarnum og
indiánarum als ikki gerandiskostur
í føroysku stovunum. So tey
forvitnu máttu antin lesa sjálvi ella
tendra útvarpið, tá sendingarnar
um heimsins fólk fóru í luftina.
Onkur vildi kanska sagt, at hetta
var fólkaupplýsing, tá hon er best.
– Eg veit, at sendingarnar hava
ofta verið brúktar til undir vís
ingarbrúk, sigur Sonne Smith, sum
eisini væntar, at bókin við søguni
um jødarnar fer at verða brúkt í
skúlunum.
Tá fullir menn ringja
Sjálvandi minnast teir báðir aftur á
fleiri stuttligar og løgnar hendingar,
sum komu í hjalarvørrinum á send
ingunum.
– Til dømis ta ferðina, vit tóku
upp um Saan fólkið, sum er upp
runa fólk í sunnara parti av Afrika.
Í sendingini hugleiðir Hans um
heit ið 'bush men', sum hann
skemt andi umsetur til 'runnablá
menn', minnist Sonne Smith, og
skundar sær at skoyta upp í, at
hann altso ikki klipti tað burtur úr
sendingini.
Fólk um tað heila land funnu
útav, at Hans Holm visti næstan
alt, so tað kom meiri enn so fyri, at
tey ringdu til hansara og spurdi um
ymiskt – eisini á miðjari nátt.
Til dømis fullir menn, sum
ringdu klokkan fýra á morgni, tá
sel skapið var farið at kjakast um
eitt hvørt.
– Eg bleiv sjálvandi skakkur,
tá tele fonin ringdi á náttartíð, tí
kanska var okkurt hent við børn
unum, minnist Hans Holm, sum tó
altíð royndi at svara sum frægast.
– Ja, eg havi altíð roynt at vera
hampiligur við fólk.
Men har minnir Sonne líka á
eina stuttliga søgu, sum gongur um
vinmannin. Tað var ein næmingur,
sum spurdi um eitthvørt, sum Hans
ikki visti. So svarið bleiv bara: ”Hvar
fanan skal je vita tað frá?”
Vitan og áhugi fylgjast
Sambært Sonna er eyðkenni við
Hans Holm, at hann veit heilt
ómeta liga nógv.
– Hann hevur altíð eitt stutt og
greitt og intellegent svar. Og um
hann ikki kennir svarið, so sigur
hann eisini tað, fortelur Sonne
Smith, sum altíð sjálvur hevur
dám að væl at lisið um og at ferðast
í øðrum londum.
– Eg havi altíð havt stóran áhuga
fyri kunningarfakunum, landalæru,
søgu og altjóða politikki. Líka frá
barni av, minnist hann.
Hans Holm hevur eina útbúgv
ing innan geografi og lívfrøði frá
Københavns Universitet. Og so
hevur hann altíð lisið eina asins
rúgvu, sum hann málber seg.
Men hann er vísur í, at um fakið
etnografi hevði verið til, tá hann fór
at lesa, hevði hann valt tað.
– Tá mettu fólk, at geografi var
eitt breyðleyst studium. Men so
kom lærugreinin brádliga inn á
hægru útbúgvingarnar, og so var
knappliga mangul upp á geografi
lærarar, forklárar hann.
Onki skrøgg
Spurdur, hvussu hann ítøkiliga
fyrireikaði seg til sendingarnar,
greiðir hann frá, at teir valdu okk
urt evni, sum hann hevði lisið nógv
um.
– Og so dubultkannaði eg altíð
tað faktuella beint áðrenn. Eg orki
ikki fyri, tá fólk bara siga, at tey
halda okkurt. Fakta skal vera upp
á pláss. Eru ymsar meiningar um
fakta, so nevni eg altíð, hvaðani
upplýsingarnir stava, sigur Hans
Holm.
Ein partur av tilgongdini í sam
bandi við bókaútgávuna hjá Sonna
Smith hevur verið at leita fram
myndir og at skriva mynda tekstir.
– Hetta arbeiðið hevur prógvað
fyri mær, at Hans skrøggar ikki, tá
hann fortelur. Eg eri komin fram
á somu fakta sum hann í hesum
arbeiðinum, sigur Sonne Smith,
sum møguliga fer at geva røðina
um indiánarar í Norðuramerika út
í bók eisini.
– Ikki fyri at reypa. Men eg
minn ist, at Uni Arge einaferð segði,
at hesar sendingarnar eru legend
ar iskar. Og tað taki eg sum eitt
kompli ment, sigur Sonne Smith.