Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. november 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. november · Nr. 153 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Tú noyð- ist at spæla við fullari megi, um tú skal fáa stig móti Neistanum Henrik Gerster, venjari Hjá kyndil Tað hevur yvirhøvur ikki gingið væl. Men vit eru ikki í form og hava havt ógvuliga skiftandi manning, tað kostar okkum nógv stig siGmundur mikkelsen, venjari Hjá ÍF Føroyum Krzyzstof Popczynski og Aarhus Fremad eru byrjaðir væl í hesum kappingarárinum. Liðið hevur kós móti uppflyting. Aarhus Fremad er nummar tvey í løtuni, tvey stig frá fyrsta plássinum. Aarhus Fremad hevur spælt ein dyst færri enn Blokhus FC, sum er fremst við 28 stigum. Popczynski og teir hava ikki spælt í vikuskiftinum. Næsta vikuskifti fáa teir vitjan av Skovbakken, sum er nummar seks. Popczynski spælir í triðbestu donsku deildini. uni@sosialurin.fo uni Holm johannesen Brian Kerr, landsliðsvenjarin, dylir ikki fyri sínum ynski, at føroyska fótbóltslandsliðið skal spæla sínar heimadystir á Svangaskarði. – Svangaskarð er vøllurin, har vit hava fingið bestu úrslitini. Ikki bara móti Litava, men eisini móti eitt nú Skotlandi. Tað er eitt stað, har mótstøðuliðini ikki dáma at fara, og tað haldi eg, at vit eiga at gera okkum dælt av. Tað er jú tað sama, sum tá vit spæla móti stóru tjóðunum, og tey leggja dystin langt frá meginøkinum, segði Kerr við Sosialin tann 5. februar í ár. Kjakið um, hvar landsliðið skal spæla sínar dystir, fekk aftur luft undir veingirnar, tá Føroyar spældu javnt á Svangaskarði móti Norðurírlandi. Grundgevingarnar fyri, at Svangaskarður skal vera heimavøllurin, eru haldbarar. Føroyar skulu fáa allar fyrimunirnar, um vit skulu hava nakran møguleikan á altjóða fótbóltspallinum. Vøllurin á Toftum er minni enn vøllurin í Havn. Hvør metur, sum skal rennast minni í altjóða dysti, er ein fyrimunur hjá okkara monnum. Í skjótálopum er tað eisini munin lættari, um fjarstøðan fram til málið hjá mótstøðuliðnum er 50 metrar heldur enn 60 metrar. Tað vísti seg eisini at vera fyrimunirnir í heimadystinum móti Norðurírlandi, tí tað var lítið pláss at spæla á. Tí skulu vit spæla á Svangaskarði, verður sagt. Tað hevur leingi verið tosað um, at føroyskur fótbóltur skal bjóða mótstøðuliðunum av leikliga. Í ungdómsdeildunum verður dentur lagdur á fáar nertingar, skjótt spæl og nógvar flytingar. Vit skulu flyta okkum longur fram á vøllin. Tíðin, tá vit sláa manngarð á brotsteigarmarkinum og sparka burtur í 90 minuttir, er farin. Endamálið er at læra føroyingar at spæla fótbólt, tá hann er bestur. Á Svangaskarði ræður fremst av øllum um at vinna mongu nærdystirnar, sum tú ikki sleppur undan, tí vøllurin er so lítil. Tað ber illa til at flyta bóltin runt, tí vøllurin er so lítil. Tað er í andsøgn við hvørt annað, at landsliðið skal víkja frá leistinum at spæla fótbólt, hóast tað er tað, vit vilja læra teimum ungu. Hví læra føroyingar at spæla fótbólt, tá tú velur umstøður, har tú ikki kann spæla fótbólt? Klumman: Andsøgnin við Svanga- skarði Popczynski kós móti uppflyting »Vit skulu her á síðuni ikki taka nakað frá Neistanum og skunda okkum at ynskja liðnum til lukku við sigrinum. Men sigast má, at spældi Barbara Brauer ikki við Neistanum, so vann Kyndil dystin, tí streingirnir hjá Neistanum at spæla uppá vóru fáir. • Heimasíðan hjá Kyndli um kvinnudystin móti Neistanum »Barbara – Kyndil 20-18« • Heimasíðan hjá Kyndli um kvinnudystin móti Neistanum Millum áskoðararnar hoyrdist VÍF-venjarin vegleiða dómaraparinum til at taka røttu avgerðina, sum fyrireiking til dystin mi- kudagin millum VÍF og H71. • Heimasíðan hjá H71 um útvísingina hjá Bogdan Florea, H71 Pál sá ikki serliga glaður út, tá ið hann kom á mál, og vit vita eisini at Bjarnason hevði væntað sær meira. Men soleiðis er tað nú einaferð, niðurlendingurin vísti seg at eiga meira enn hvat hann hevur klárað fyrr, og tí vann hendan harradystin ímóti Pál. • Svimjisamband Føroya um kappingina hjá Páli Joensen Miðlarnir skriva... Fyrrverandi HB venjarin, Krzyzstof Popczynski savnsmynd Meistarin heldur fram Tað var kunngjørt á HB ársveitsluni, at Julian Hansen eisini í 2011 verður venjari hjá HB. Tað hevur ligið í luftini, og í kvøld er tað staðfest. Heimasíða felgasins, hb.fo, veit at siga, at talan er um sáttmála, sum fevnir um 2011, og sum ber við sær, at Julian eisini skal taka sær av ungdómsarbeiðnum í HB. Julian er uppvaksin í HB, har hann í áttati árunum var á besta liðnum. Í 2005 var hann venjari seinnapartin av kappingarárinum, tá ið hann loysti Heine Fernandez av. Ta ferðina eydnaðist tað ikki at vinna FM. Í ár gekk sera væl. Julian tók um endan, eftir at HB hevði tapt 4-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Síðani vann HB fimm dystir og ein endaði við javnleiki. Síðsti dysturin var ímóti B36. Hann endaði 2-1 til HB, og harvið tryggjaðú HB og Julian Hansen sær FM heitið. Nú er so almannakunngjørt, at Julian Hansen fer at standa við endan, tá ið HB næsta ár fer at stríðast fyri at vinna triðja FM heitið upp í slag.