mánadagur 1. november 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 1. november · Nr. 153
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Rólant Waag Dam
Niels Joensen, Marni Djurhuus,
Rasmus Nolsøe og Rókur av Fløtum
Jespersen. Allir leikarar, sum høvdu
farið beint inn í byrjunar upp still
ingina hjá teimum flestu før oysku
feløgunum. Men felags fyri hesar
fýra, umframt fleiri aðrar góðar
fótbóltsspælarar er, at teir búgva í
Danmark og spæla við ÍF Føroyum,
tá teir annars ikki eru í Føroyum
og hjálpa sínum feløgum har, sum
eitt nú Marni Djurhuus og Rókur av
Fløtum Jespersen hava gjørt.
Ikki tí, bróðurparturin, sum
spæla við ÍF Føroyum, eru í Dan
mark í lestrarørindum og útbúgv
ingin vigar nakað tyngri hjá teimum
flestu, enn venjingin ÍF Føroyum. Tí
fær Sigmund Mikkelsen eisini fleiri
avboð enn flest aðrir venjarar, tí
umframt skaðar, leikbann og alt tað
vanliga, ið kann koma fyri, so hava
hansara menn eisini uppgávur, sum
skulu loysast og skrivast í samband
við lesnaðin. Uppgávur, ið krevja, at
alt fokus er á bókunum og ikki bólt
inum.
– So er tað eisini onkur, sum
fer til USA og tekur eitt fak har
ella til Franka ríkis. Alt hetta ger,
at vit hava havt sera skiftandi
mann ing. Taka vit eitt pláss sum
mið verjuna, so hava vit havt
fýra ymsar samansetingar har
seinastu dyst irnar, vísir Sigmund
Mikkelsen á.
Eitt sera sterkt lið
Hinvegin, ein góðan dag, tá allir
mans eru tøkir, hevur venjarin
hjá besta mansliðnum hjá ÍF Før
oyum ein luksustrupulleika, tá
liðið skal setast. Skálamaðurin
Heini Kristiansen hevur vart málið
sein astu árini, men hevur nú fingið
kapping av eitt nú Jóan Paula Dahl
Jacobsen hjá B36, sum hevur vant
nakrar ferðir.
Miðverjan kundi verið mannað
við Marna Djurhuus og Kaj Enni
garð. Jóhan V. Gunnarsson hevði
verið vinstri bakkur og Rani D.
Christiansen høgri. Á sentra mið
vøll inum høvdu menn sum Niels
Joensen, Emil Nolsøe Leivsson og
Rókur av Fløtum Jespersen spælt.
Hanus Eliasen hevði verið í øðrum
borð inum og Pætur Dahl hinum,
meðan Dánjal Rói Olsen hevði verið
einsamallur maður á topp.
Sigmund Mikkelsen metir, at
hansara lið hevði staðið seg í Voda
fonedeildini í Føroyum.
– Hópurin er rættiliga góður,
tá allir mans eru tøkir. Og um vit
vandu fimm ferðir um vikuna og
ann ars høvdu somu umstøður,
sum liðini í bestu føroysku deildini,
so høvdu vit ikki flutt niður, heldur
Sigmund Mikkelsen. Hann vísir tó
á, at hópurin kanska hevði verið
dekan ov tunnur.
– Men vit høvdu klárað tað, sigur
venjarin hjá ÍF Føroyum.
Verða verðandi í deildini
Hann sigur seg heldur ikki ivast
eina løtu í, um lið hansara fer at
standa í Seriu 1, hóast teir liggja
næst aftast við níggju stigum eftir
11 dystum í løtuni.
– Nei, vit flyta ikki niður. Vit
hava tveir dystir eftir áðrenn
vetrar steðgin, og so hyggja vit ann
ars fram móti seinnu hálvu, sigur
Sigmund Mikkelsen. Hann ásannar
tó, fyrra hálva á ongan hátt hevur
gingið sum ætlað.
– Tað hevur yvirhøvur ikki gingið
væl. Men vit eru ikki í form og hava
havt ógvuliga skiftandi manning,
tað kostar okkum nógv stig, sigur
Sigmund Mikkelsen. Hann vísir á,
at av teimum átta dystunum, lið
hans ara hevur tapt í ár, hava teir
verið á odda í fimm av teimum.
– Vit hava verið frammanfyri, tá
ein tími er spældur í teimum dyst
unum, men missa so seinastu løt
una. Tá er tað einans tí, at vit ikki
eru í form. Hini liðini hava vant í
alt summar, fleiri ferðir um vikuna
og spælt venjingardystir eisini. Vit
koma beint á vøllin eftir eina langa
og góða summarferiu í Føroyum.
Tað kostar hjá okkum og soleiðis
er tað hvørt ár, sigur Sigmund
Mikkelsen.
Hann hevur verið venjari hjá ÍF
Føroyum í trý ár nú, og kennir tískil
gongdina og hvussu tað plagar at
vera.
– Vit fáa av álvara stig í apríl
mánaði og so fram til summar
steðgin. Tað plaga vit altíð, greiðir
Sigmund Mikkelsen frá. Orsøkin
er so einføld sum tað, at frá fyrst í
februar til fyrst í apríl, tá kappingin
verður tikin uppaftur, venja menn
saman regluliga, uttan at har er
nøkur feria í Føroyum, sum ger
nakað við formin ella órógvar á
ann an hátt.
Hetta vikuskiftið hevði ÍF Før
oyar frívikuskifti. Tey bæði næstu
vikuskiftini bjóða upp á eitt topp
lið og eitt annað sterkt lið, so tað
verður ikki lætt. Hinvegin er lands
kappingin heima í Føroyum av, og
tað kemur væl við.
– So fáa vit nakrar profilar aft
ur og eru tað sterkari, fegnast
Sigmund Mikkelsen.
rolant@sosialurin.fo
Fótbóltur ÍF
Føroyar telur eina
rúgvu av profilum,
men skiftandi
manning og vantandi
venjing kosta besta
mansliðnum dýrt.
- Vit hava tapt átta
dystir, men hava
verið á odda í fimm
av teimum, tá ein
hálvur tími var eftir.
Tað er bara formurin,
tað er galið við, sigur
Sigmund Mikkelsen,
venjari, ið metir seg
hava ein góðan hóp
Fult við føroyskum profilum
Rókur av Fløtum Jespersen, Jóhan V. Gunnarsson og Rasmus Nolsøe mynda allir besta liðið hjá ÍF Føroyum
Mynd: Rólant Waag Dam
Sigmund Mikkelsen er triðja árið á rað venjari hjá ÍF Føroyum
Mynd: Rólant Waag Dam
Pál varð næstbestur
Pál Joensen fekk handað tvey silvurheiðursmerki í World Cup í Berlin,
sum var um vikuskiftið. Vágbingurin kom næstur á málið í tveimum
førum. Í gjár var hann bara aftanfyri Job Kienhuis, Holland, í 1500
metra frí. Tíðin hjá Páli var 14:47.39, sum er fjórðbesta tíðin í heiminum
í 2010 á hesum teininum. Pál Joensen var fremstur fyrstu løtuna, og
beinanvegin fóru hann og Kienhuis undan hinum. Jón Bjarnason,
venjari, væntaði sær gullið í gjár, og tí eru hann og Pál Joensen helst
vónbrotnir av úrslitinum. Leygardagin var Pál Joensen nummar tvey
í 400 metra frí. Tíðin var 3:44.45.
-uni
Newcastle-venjarin vil hava Kerr
Chris Hughton, venjari hjá Newcastle, vil hava Brian Kerr sum hjálparvenjara. Tað skrivar
Daily Mail í dag. Colin Colderwood hevur verið hjálparvenjari hjá Newcastle seinastu
mánaðirnar. Hann er nú farin í venjarastarv í skotska Hibernian, og tí manglar Hughton
ein hjálparvenjara. Landskappingin í Føroyum er liðug, og Kerr hevur stundir at hjálpa til í
Newcastle, umframt at vera landsliðsvenjari, heldur Hughton. Steve Clark, sum fyrr hevur
verið knýttur at venjaratoyminum hjá Chelsea og West Ham, var fremst í huganum hjá
Hughton, men Clarke leitar í løtuni eftir starvi sum høvuðsvenjari, og hann ynskir ikki at
vera hjálparvenjari. Chris Hughton hevur fyrr verið hjálparvenjari hjá Brian Kerr. Teir stóðu
á odda fyri írska landsliðnum í tíðarskeiðnum 2003 til 2005.
-uni