Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. november 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 1. november · Nr. 153 Sosialurin Kjak Høgni Hoydal Fráboðan frá Fakfelagssamstarvinum Áleið 300 álitisfólk hjá Almenna Fakfelagssam­ starvinum hava á fundi í dag viðgjørt støðuna í samráðingunum. Fakfelagssamstarvið átal­ ar, at politiski myndugleikin leggur upp til lønarsteðg. Ein lønarsteðgur merkir í realitetinum ein lønarniður­ skurð, tí prísirnir standa ikki í stað. Á privata arbeiðsmarkn­ aðinum vunnu feløgini limunum lønarhækking við samráðingunum herfyri. Tað skulu vit sjálvandi eisini hava. Vit selja okkara arbeiðs­ megi eins og allir aðrir løntakarar. Fyri fáum mánaðum síð­ ani varð kanning løgd fram, ið vísir at Føroyar er dýrasta landið í Europa at liva í. Hetta ger, at nógv húski longu hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Limir okkara fáa ikki okursløn. Tvørturímóti er talan í flestu førum um vanlig lág­ og miðallønt starvsfólk, stórur partur kvinnur, so sum sjúkrarøktarfrøðingar, skrivstovufólk, lærarar, arbeiðsfólk, hjálparfólk og pedagogar. Í uppskotinum til fíggjar­ lóg eru fleiri inntriv, sum raka limir okkara meint. M.a. økt oljuavgjald, hægri barsilsgjald og lækkandi rentustuðul. Eisini eru príshækkingar á streymi fráboðaðar. Hesi inntriv føra í sær sjálvum til eitt beinleiðis reallønarfall. Føroyar eru framman­ undan ikki kappingarførar við lønarlagið í granna­ londunum, og hetta er helst longu nú medvirkandi orsøk til, at fólk aftra seg við at búseta seg í Føroyum. Við verandi gongd er vandi fyri, at fleiri familjur stinga í sekkin vegna vána livikor. Alment hava samgongu­ limir hótt við, at lønarhækk­ ingar viðføra uppsagnir. Tað eru ikki fakfeløgini, sum smíða fíggjarlógina ella seta og siga fólki úr starvi. Vera fólk fyri tí vanlagnu at verða uppsøgd, er tað politiski viljin, og hann verður framdur, óansæð úrslitið av samráðingunum. Tað er eisini eina og aleina ein politisk avgerð, at undirskotið á fíggjarlógini skal niðurlagast so skjótt, sum stungið verður út í kortið nú. Vit taka ikki ábyrgdina av førda politikkinum og góðtaka ikki, at sparingar verða turkaðar av upp á okkum. ”Vit krevja nakað og vit fáa nakað”! Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Føroya Lærarafelag Føroya Pedagogfelag Havnar Arbeiðskvinnufelag Starvsmannafelagið Útsagnirnar hjá Jóannesi Eidesgaard um undanfarna bankamálið mugu bera prísin sum mest niðurgerandi og ósonnu uppáhald í longri tíð Við sera niðurgerandi orð­ um, svaraði fíggjarmálráð­ harrin Jóannes Eidesgaard einum fyrispurningi á tingi í farnu viku frá Annitu á Fríðriksmørk, um at fáa óheftar kanningar og allar veruligar upplýsingar fram í sambandi við Eik­málið. Útvarpið var so beina­ samt at senda hansara svar, har hann segði, at slíkar kanningar kostaðu milliónir fyri skattgjaldaran. Og Eides­ gaard vísti á, at tað einasta, ið føroyingar fingu burturúr seinastu bankakanning í 90'unum, var at undirritaði varð valdur á ting (!). Tá ið persónar á henda hátt verða álopnir alment, og tað verður endurgivið í eini tíðindasending, havi eg gingið í tí villfárilsi, at tann álopni slapp at svara aftur – ella at í minsta lagi álopini vórðu eftirkannað, og áleyparin slapp at standa til svars fyri rættleikan í sínum útsagnum. Men eisini hendan mest grundleggjandi reglan í einum upplýstum, fólkaræðisligum samfelag, tykist verða sett til viks undir ABC­ valdinum í Føroyum. Jóannes Eidesgaard hevur sitið í landsstýrinum og við fremstu politisku ábyrgd gjøgnum tvær bankakreppur. Heldur enn at læra av sínum mistøkum og taka ábyrgd, sýnist hann ístaðin at hava ment eitt sterkt ovurviðkvæmi mótvegis sannleikanum. Tískil hendan rætting til ósonnu álopini hjá Eidesgaard: Fjølmiðlarnir og bankamálið í 90'unum Atvoldin til, at bankamálið í 90'unum varð kannað, og at allir duldir upplýsingar at enda komu fram, var ikki undirritaða fyri at takka. Longu í 1993 gjørdu Tróndur Djurhuus og Carsten Arnskov í sjónvarpinum eina sending, sum æt ”Tá Føroya Banki gjørdist Føroya Banki”. Hon vísti á tað politiska og peningaliga spælið, sum varð farið fram, tá landsstýrið tók yvir Føroya Banka frá Den Danske Bank, meðan bankin reelt varð tømdur fyri pening og virðir, ið fóru av landinum. Í fyrtsani tordu flestu føroysku politikararnir ikki at krevja eina óhefta kanning, tí ongin tordi veruliga at seta spurnartekin við valdið og tess avgerðir – hóast seinni kom fram, at summi høvdu roynt aftan leiktjøldini – m.a. Finnbogi Ísakson og Marita Petersen, men kravið var skúgvað av borðinum. Men eftir sendingina í SvF og upp gjøgnum 1994 byrjaðu danskir fjølmiðlar at vísa málinum ans. Serliga Jyllands Posten og ein tíðinda­ maður, ið æt Erik Eisenberg byrjaðu at biðja um innlit í skjøl og at kanna málið ordiliga. Teir avdúkaði m.a. ein embætismannabólk, nevndur ”Færøgruppen”, sum hevði viðgjørt málið frá byrjan. Føroyskir fjølmiðlar fylgdu hesum upp – og nú byrjaðu fleiri og fleiri politikarar at krevja eina sonevnda dóm­ arakanning (M.a. var Bjørn á Heygum, sum tá var tingmaður fyri sambandsflokkin, ein av oddamonnunum fyri kravi­ num).. Endin varð, at Løgting­ ið einmælt samtykti krav um dómarakanning. Eisini tá Edmund og Eidesgaard Hetta noktaði danska stjórnin – og táverandi løgmaður Edmund Joensen gekk beint ímóti løgtingsins ynski og samtykt. Eidesgaard var tá eisini fíggjarmálaráðharri í Føroyum, og kundi havt lagt ordiligt trýst á sín danska bróðurflokk, sum sat við vald­ ið í Danmark. Men tað varð ikki gjørt. Grønborg-kanningin Endin á øllum rokinum var, at ein meiriluti á løgtingi gjørdi eina neyðsemju um at fáa eina sonevnda ser­ frøðingakanning heldur enn eina dómarakanning. Tó kundi nevndin avhoyra øll vitni umvegis býarrættin í Keypmannahavn. Nevndin fekk navnið ”Grønborg­nevnd­ in” eftir formannin Jørgen Grønborg, ið varð royndur løgfrøðingur. Munurin millum eina dómarakanning og hesa nevndina var serliga tann, at um talan hevði verið um eina dómarakanning, so høvdu fleiri danskir ráðharrar – harí­ millum bæði danski fíggjar­ málaráðharrin og forsætis­ ráðharrin verðið noyddir at lagt frá sær, tá úrslitið fyrilá, og socialdemokratarnir í Dan­ mark høvdu mist valdið. Ser­ frøðingakanningin hevði ikki heimildir at staðfesta ábyrgd á ráðharrar. Frá 1994 til 1997 granskaðu føroyskir og danskir fjølmiðlar miðvíst í øllum málinum. Sjónvarpið søkti um innlit í øll skjøl – í bæði Føroyum og í Danmark – og legði eisini alt fram í trimum sending­ um um bankamálið, áðrenn frágreiðingin hjá Grønborg var liðug. Tá Grønborg­frágreiðingin loksins kom í januar 1998, vátt­ aði hon hvørt nikk og prikk, sum varð komið fram í fjøl­ miðlunum og sendingunum. Stutt sagt, so hevði frá byrjan verið talan um neyva samskipan av politiskum avgerðum og áhugamálunum hjá danska fíggjarheiminum – og serliga hjá Den Danske Bank. Fíggjareftirlitið hevði ikki – og tað hevur tað heldur ongantíð gjørt – virkað sum nakar óheftur eftirlitsstovnur. Men hevði virkað eftir politisk­ um boðum og niðurstøðum, ið vóru hildnar vera skilabestar fyri danska fíggjarmarknaðin og fyri at fáa skil á tí, sum tey skírdu ábyrgdarleysar før­ oyskar politikarar og bankar. Virði millum 1,5 og 3 milliardir Úrslitið av øllum hesum varð, at landsstýrið setti krøv fram mótvegis bæði donsku stjórnini og Den Danske Bank um endurgjald. Og í juni 1998 varð semja gjørd millum landsstýrið og donsku stjórnina, har skuldin hjá landskassanum fyri banka­ málið varð bæði niðurskrivað við 900 mió. Krónum, 500 mió. vórðu fastfrystar, og rentan varð munandi lækkað av rest­ skuldini. Og bæði Framtaks­ grunnurin, Fíggingargrunnurin frá 1992 og Realkredittstovnur Føroya komu fult og heilt á føroyskar hendur. Alt eftir, hvussu vit velja at rokna virðið – og nútíðarvirði – á hesi avtalu frá 1998, so hevur hendan avtalan verið verd millum 1,5 og 3 milliardir krónur fyri føroyska sam­ felagið – ja, helst væl meira í nútíðarvirði. Niðurgeringin hjá Eidesgaard Tað varð bert miðvíst arbeiði frá eini kritiskari føroyskari og danskari pressu, sum trýsti upplýsingar og sannleikan fram í málinum. Og tað fekk at enda politikarar at reagera – eisini teir, sum fyrst høvdu verið hart ímóti at kanna málið – og úttalaðu seg á sama hátt, sum Eidesgaard ger nú. At Jóannes Eidesgaard og Útvarpið nú siga Føroya fólki, at slíkar kanningar kosta ov nógv. Og at tað einasta, ið kom burturúr seinastu kanning, var, at undirritaði varð valdur á ting. Ja, tað er ikki bara grovt niðurgerandi mótvegis øllum teimum, sum hava goldið og enn gjalda dýrt fyri seinastu bankakreppuna. Tað er heldur ikki bara ómetaliga ábyrgdarleyst mótvegis tí, sum nú er hent. Tí er tað ikki skyldan okkara, at fáa alt fram – uttan mun til, um avgerðirnar eru tiknar í Før­ oyum, Danmark ella aðra­ staðni? Hvat og hvønn skuldi tað skatt, um onki er at fjala? Og hevði nakað annað land góðtikið hesar hendingar uttan í minsta lagi at kravt allar upplýsingar fram? Men útsagnirnar hjá Eidesgaard eru eisini so langt frá sannleikanum, sum nakað kann vera. Eidesgaard er í hvussu er meira enn ta einu millardina frá sannleikanum – umframt tær niðurbrótandi sálarligu avleiðingarnar, sum slíkt hevur fyri alt samfelagið. Fáur lýgur meira enn milliardina Góðtaka ikki lønarsteðg