Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-01, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. november 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. november · Nr. 153 30 Sosialurin Kjak ABC-veljarar halda, at vald teirra verður brúkt til partvíst at skapa góðar vinnu- karmar og partvíst at fordeila samfelagskakuna betur, men veruleikin er hvørki. Í hesum døgum situr Eides- gaard sum ein annar matador- spælari og umhugsar, hvørjar ognir skulu verðsetast, so hann kann keypa Eik Banka – í staðin fyri at halda lyftini um alternativa fígging. Hetta er teknokraturin í sínum rætta elementi. Fólkið fyrst... men (tilvildarlig) búskapar- stýring allarfyrst! ABC hevur staðið á odda fyri at geva føroyskum borgarum hægstu prísir og tyngsta lønarskatt í allari verðini, men Eidesgaard brúkar kortini myndugleika sín at greiða frá, “at fólkið skal spara, er vísmanna bøn.” Við gomlu lærararøddini greiðir hann frá, hvussu løntak- araumboðini eiga ábyrgdina fyri komandi uppsagnir, og hvussu hann sum føroyingur og landsstýrismaður bert hugsar um framtíðina og ókomin ár. Orðini kundu sannført, um bara fólk vóru gloymsk og uttan møguleika at kanna eftir, hvat ABC undir leiðslu av Eidesgaard hevur gjørt higartil. Feitastu ár nakrantíð í søguni fóru afturum uttan at leggja til viks og uttan nevniverdugar reformar. Einasta veruliga raðfesting hjá ABC síðani 2004 hevur verið at ført øvugtan konjukturpolitikk: skattalætta til tey ríkaru í góðum tíðum, skattahækk- ingar og sparingar í ringum tíðum. ABC-árini gingu (og ganga) við slendrian og passiviteti, uttan nakra veru- liga støðutakan. Men Eidesgaard kann sanniliga handla, tá ið ræður um matadorplátuna. Sjálvt eftir at Johan Dahl hevði uppgivið at bjarga Norrønu og óneyðuga binda kr. 70.000.000 av skattgjaldarans pengum pengum í nakað, sum marknaðurin kundi klára við egnari kraft, ja so pískaði Eidesgaard atkvøðuneytini, Aksel, Katrin, Eyðgunn, og hvussu tey eita, til at brúka tær seks taburettirnar, sum løntakarar, pensjonistar og lesandi hava givið teimum til at javna við, til í staðin at tryggja umdømi hjá partíformanninum sum Føroya fremsta matadori. Ansa vit ikki øll eftir, so verður umframt flogfar og reiðarí eisini banki nummar tvey í bunkanum. Í reala veruleikanum Hvat hevði so búskapar- politikkur nærri at veru- leikanum gingið út uppá? Jú, vit hava fleiri sera stórar avbjóðingar fyri framman; vit skulu leggja um: • frá at senda allan ung- dóm av landinum til at skipa lívslanga útbúgving her heima; • frá at brenna olju til at framleiða orku úr jørðini og øðrum varandi keldum; • frá heimsins dýrastu brúkaraprísum til ódýran kappingarføran búskap; • frá at fíggja bygningar stuttsikta og dýrt til ódýrari og drúgvari realkreditt. Hetta seinasta fara vit í Sjálvstýrisflokkinum aftur at leggja fyri tingið í næstum. Vit líða øll undir ov dýrari bygningsfígging, men serliga vinnan, sum ofta rindar 3 procentstig meira yvir helvtini styttri afturgjaldstíð enn kappingarneytar í granna- londum. At fáa langsiktaða uppsparing og langsiktaða fígging at møtast gerst bara ígjøgnum realkreditt (hetta er tí ikki nakar kritikk- ur av bankunum). Men tíverri verður hetta neyvan veruleiki, fyrrenn veljarin sleppur á val at taka real- politisku avgerðina at fara frá ABC – til D! Kári á Rógvi løgtingsmaður, formaður Sjálvstýrisfloksins Realpolitikkur Politisku flokkarnir sum stóðu fyri fullveldisætlanini fyri tíggju árum síðani, mugu standa til svars fyri hesa ætlan, sum Føroya fólk nú dagliga merkir sviðan av. Fjølmiðlar og harvið Føroya fólk kunnu framvegis ikki fáa innlit í fundarfrásagnir frá samráðingunum um at skipa Føroyar sum fullveldi, hóast 10 ár eru liðin síðani samráðingarnar slitnaðu. Tað veit Kringvarpið at siga. Grundgevingin hjá Løgmansskrivstovuni fyri ikki at lata almenningin fáa innlit í fundarfrásagnirnar er, sambært Kring- varpinum, at fullveldisgongdin er ikki liðug enn! Hetta er ein løgin grundgeving, tí hvør avger, nær tilgongdin er liðug? Eru tað embætisfólkini, ella er tað samgongan (sum eg sjálvur eri partur av), ella er tað onkur gomul samgonga, sum spøkir enn? Fullveldislandsstýrið hevur gjørt ein somikið stóran skaða á føroyska samfelagið, at Føroya fólk eiga at krevja at fáa innlit í hesi viðurskifti, soleiðis at valdsharrarnir kunnu verða settir til svars fyri sínar gerðir. Tað kann ikki bera til, at politikarar seta eitt heilt samfelag í so stóran vanda, uttan at verða ábyrgdaðir fyri sínar gerðir. Tí eigur Føroya fólk at krevja at fáa alt at vita um, hvat gekk fyri seg við samráðingarborðið fyri tíggju árum síðani. Valdsharrarnir frá fullveldistíðini mugu standa til svars fyri sínar gerðir Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Standa til svars Hesi boðini frá Løgmansskrivstov- uni eru endurgivin upp í saman í fjølmiðlunum hesa vikuna sum grund- geving fyri, at almenningurin ikki kann fáa innlit í skjalatilfar í málinum tíggju ár eftir samráðingarnar. Grundgevingin kann ikki tulkast ørðvísi enn bókstaviliga tað, ið hon sigur. Nevniliga, at fullveldissamráð- ingarnar eru áframhaldandi. Løgmaður er ovasti fyrisitingar- myndugleiki á Løgmansskrivstovuni og í landinum yvirhøvur. Tí kann ikki hugsast, at slík avgerð er tikin á løgmansskrivstovuni, uttan at løgmaður er vitandi um hana, hevur góðkent hana og hevur eina politiska ætlan við henni. Fari tí við hesum at spyrja løgmann, ið eisini er formaður í Sam- bandsflokkinum, hvat innihaldið og endamálið í áframhaldandi fullveldis- samráðingunum er. Hvørjir fundir hava verið um hetta mál? Hvussu sær tíðarætlan løgmans út? Og hvør er samráðingarleisturin? Løgmaður hevur í ólavsøkurøðuni boðað frá fleiri yvirtøkumálum og okkurt teirra liggur í løtuni í tinginum til viðgerðar. Skulu hesar yvirtøkur fatast sum ein liður í áframhaldandi fullveldistilgongd løgmans? Hevið verið gott, um løgmaður alment kundi svarað hesum fyri- spurningum, nú tað ikki eydnaðist at koma fram í raðfylgjuna og fáa sett fyrispurningin á tingfundinum mikudagin, tá ófráboðaðir spurningar vóru á skrá eina løtu. Um so er, at løgmaður afturvísir, at hann stendur fyri áframhaldandi fullveldisgongd, vildi eg mælt honum sum ovasta fyrisitingarmyndugleika til at leysgivið skjalatilfarið. Almennur fyrispurningur til løgmans John Johannessen Fullveldissamráðingarnar eru áframhaldandi