Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. november 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 1. november · Nr. 153 Sosialurin Firouz Gaini Eg havi seinastu tíðina havt ein illgruna um tað, men nú havi eg fingið tað persónliga at føla. Eg hugsi her um greinina um mína gransking, sum Katrin Erlendsdóttir skrivaði í Punktum fríggja­ dagin 29. oktober. Longu fyri tveimum vikum síðani setti blaðstjórin Brynhild Thomsen seg í samband við meg viðvíkjandi greinina. Fyri ikki at risikera – enn einaferð – at síggja eina prentaða grein, ið villleiðir lesaran við mistulkingum og misskiljingum, setti eg straks krav fram um, at eg skuldi sleppa at síggja og gera viðmerkingar til tekstin innan hann fór til prentingar. Endamálið var sjálvandi at sleppa undan grovum villum, ið geva lesaranum eina skeiva mynd av gransk­ ingararbeiðinum hjá mær. Hetta er púra vanlig (stand­ ard) mannagongd allastaðni, og Brynhild lovaði treytaleys, at eg sjálvandi skuldi góðtaka tekstin innan hann nakrantíð fór til prentingar. Nakrar dagar seinni kontaktaði blaðkvinnan Katrin Erlendsdóttir meg fyri at tosa um somu grein. Eg endurtók nú fleiri ferðir, bæði í skrift (email) og talu, at eg ynskti at síggja tekstin innan hann fór til prentingar. Aftur hesaferð varð avtalan treytaleyst staðfest. Katrin lovaði at senda mær greinina til ummælis í góðari tíð. Nú kendi eg meg tryggan. Hugsaði at avtalan okkara millum fór at verða hildin við tí jaliga úrsliti, at lesarin fór at fáa eina álítandi og eftirfarandi grein, ið tók sínar heimildir/heimildarfólk í størsta álvara. Men eg varð so dyggiliga lumpaður! Stutt innan blaðið skal til prentingar – hóskvøldið 28. oktober – fái eg umsíðir tekstin. Eg síggi við hálvum eyga, at talan er um ófullfíggjað útkast til grein, ið als ikki er klárt at fara til prentingar. Eg síggi fleiri villur og misskiljingar, ið eg undir ongum umstøðum kann góðtaka. Men tá eg síðan geri vart við mína meting, so uppdagi eg, at blaðkvinnan ongantíð hevði ætlað sær at fáa viðmerkingar yvirhøvur. Hon fortelur, at greinin er send til grafikaran, sum longu hevur sett greinina upp. Við øðrum orðum, so var avtala okkara onki annað enn eitt bluffnummar. Hon sigur seg vera nervøsa og ikki hopa, at hon hevur “vinklað greinina ov hvast”... Tá Katrin Erlendsdóttir síðan viðmerkir – ørkymlað av óvirðiligu støðuni, hon hevur rent seg í – at um viðmerkingarnar hjá mær koma beinanvegin, so skal hon royna at fáa grafikaran at rætta í blaðnum, so veit eg ikki heilt, hvat eg skal siga. Er tað rímiligt at fáa eitt so stutt skotbrá? Um greinin skal redigerast á skynsaman hátt, so at Punktum fær ein góðan avbalanseraðan tekst, so tekur tað meira enn 1­2 tímar at gera arbeiðið. Fyri tó at royna at lúka í ringastu villunum í tekstinum, so sendi eg Katrini Erlendsdóttir nakrar stuttar álvarsamar viðmerk­ ingar, ið eg sjálvur meti umboða størstu veikleik­ arnar í handritinum. Men aftur hesaferð verði eg dyggi­ liga lumpaður og hildin fyri gjøldur, tí nú kemur soljóð­ andi aftursvar frá ungu blað­ kvinnuni í Dimmalætting: »Eg skilji. Dugi væl at síggja, at heimdarmyndin er ávirkað av at eg havi vinklað greinina soleiðis. Grafikarin má møta kl. 7 í morgin um broytingar skulu gerast, og tað vil hann helst ikki. So endin verður nokk at greinin verður endurprentað« Er blaðstjórnin kunnað um hesa mannagongd? Er hetta siðvenjan á Dimmalætting? Vónandi er talan um eitt sera óheppið undantak, ið flestu starvsfólkini í fyritøkuni ikki reiðiliga kenna seg aftur í. Tað, eg fái at vita frá Katrini er, at grafikarin ikki má fara upp longu klokkan 7 fyri at rætta ein tekst, sum Katrin sjálv hevur høvundað, og sum inniheldur nógvar villleiðandi upplýsingar, ið eg skal standa til svars fyri. Hetta er púra burturvið. Og at fara at tosa um »endur­ prenting«, sum um tað er nøkur loysn, longu áðrenn blaðið er farið til prentingar, prógvar, at fjølmiðlaetikk ikki er nakað, blaðkvinnan hevur serliga stóran kunnleika um. Niðurstøðan er, at hóast bæði eg og Katrin Erlendsdóttir síggja veikleikar í tekstinum, so skal grafikarin ikki órógv­ ast fyri at gera rættingar. Hetta skal vera ein ávaring, ið fakfólk og onnur, ið javnan geva íkast til blaðið, kunnu brúka, fyri ikki at enda í somu støðu sum eg. Tað verður í øllum førum seinur dagur, at eg aftur fari í dialog við blaðfólk úr Dimmalætting. Blaðið hevur fullkomiliga mist sítt trúvirði. Hetta er eitt konkret dømi um óseriøst arbeiði, ið styggir heimildarfólk burtur. Vónandi er talan um eitt undantak, heldur ein eitt rák, men eg havi so ikki nakað álit til gamla blaðið longur. Ein keðiligur illgruni varð dyggiliga váttaður. Dimmalætting, eitt djúpt, djúpt óseriøst blað Heðin Mortensen, Formaður Vegna Kommunusamskipan Føroya Kommunusamskipan Føroya samtykti á stýrisfundi fríggja­ dagin 29. oktober at søkja um atlimaskap í felagsskapi­ num ” Council of European Municipalities and Regions” (CEMR), ið er størsti felags­ skapur í heiminum fyri kommunufeløg og regionalar myndugleikar. Seinast í september mánað í ár var stýrið í Komm­ unusamskipan Føroya á fundi í Brússel við leiðsluna fyri Council of European Municipalities and Regions. Endamálið við fundinum var millum annað at kanna møgu­ leikarnar hjá Kommunusam­ skipanini fyri limaskapi í felagsskapinum. Síðani er fyrireikingar farnar fram, og fríggjadagin 28 oktober avgjørdi eitt samt stýri í Kommunusamskipan Føroya at senda CEMR um­ sókn um atlimaskap. Felagskapurin CEMR CEMR, er Felagið fyri kommunufeløg í Evropa. CEMR varð stovnað í Geneve longu í 1951 av borgarstjórum í nøkrum størru evropeisku býum. Endamálið við felags­ skapinum var og er at styrkja lokala fólkaræðið og lokala myndugleikan í øllum teimum Evropeisku londunum. CEMR vil tryggja, at lokal áhugamál eisini verða hoyrd í einum Evropa samveldi, sum annars er nógv merkt av umfatandi skrivstovuveldi. Í dag er CEMR tann størsti felagsskapurin í heiminum fyri regionalar og kommunalar myndugleikar. Í felagskapinum er 58 limir, ið fyrst og fremst eru kommunufeløg og býarfeløg. Teir 58 limirnir umboða fleiri enn 100.000 kommunalar og regionalar myndugleikar úr øllum Evropa. Millum annað eru øll systurfeløgini hjá KSF í norðurlondum limir í felagsskapinum. Felagskapurin hevur tvær skrivstovur, eina í Paris og eina í Brússel við tilsamans 20 starvsfólkum. Limfeløgini hava tveir regluligar fundir um árið. Politiskur formaður fyri felagsskapin er borgarstjórin og guvernørurin í Wien, Michael Hãupl. Heiðurs­ forseti fyri felagsskapin er fyrrverandi franski forsetin Valéry Gisgard d´ Estaing Endamálið við limaskapinum KSF vil við atlimaskapinum í CEMR fyrireika seg uppá, at ein alsamt størri partur av lóggávuni, eisini her á landi, kemur at hava sín uppruna í ES. Í Føroyum kenna kommunurnar longu nú avleiðingarnar av ES lóggávu. Ein stórur partur av arbeiðinum hjá CEMR snýr seg um at ávirka lógar­ arbeiði soleiðis at tað kann lagast til viðurskiftini í teimum ymisku londinum. Kommunur í Føroyum hava seinastu árini uppliva, at lóg­ gáva serliga á umhvørvis­ og á tí veterinera økinum verður umsett úr danskari ES lóggávu, og uttan fyrilit verða sett í gildið í Føroyum. KSF vantar at við limaskapi í CEMR kunna føroysku kommunurnar fáa innlit og læra av hvussu kommunur í øðrum londum tillaga ES lóggávu til staðbundin viðurskifti. Hvørjir møguleikar liggja í CEMR limaskapinum Við limaskapi í CEMR fær Kommunusamskipan Føroya eisini møguleikan fyri at knýta sambond við onnur kommunufeløg og býarfeløg í øllum Evropa, eins og felagið fær møguleika fyri at luttaka í arbeiðsbólkum og verkætlanum, ið verða skipaðar innan CEMR. Umsóknin er nú Send CEMR, og fer politiska stýrið í CEMR í næstum at viðgera umsóknina frá Kommunu­ samskipan Føroya. Kommunusamskipan Føroya gongur nýggjar leiðir