mikudagur 3. november 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154
12
Sosialurin
Kjak
Levi Mørk, leiðari
KLUBB 188
Eg hoyrdi um Mess.fo gjøgn
um miðlarnar fyri uml. 1½
síðani.
Eg fór beinanvegin at
hyggja at hesum framúrskar
andi átaki fyri teimun ungu.
Jú rætt var. Her var virkuliga
nakað stórt komið til. Fyri
fyrstu ferð var ein ungdóms
portalur gjørdur til tey ungu
í Føroyum, sum hevði alt
innihaldi til tey ungu.
Eg var totalt yvirraskaður
av tí innihaldinum, sum mess.
fo bjóðaði fram, bæði myndir,
myndarøð, list, tónleikur,
lýsingar, leinkir til aðrar
síður, filmar, tøkni, fartele
foni og um alt tað nýggja til
tey ungu og møguleiki fyri
kjaki. So har var alt.
Vit hava brúkt mess.fo
tvær ferðir ókeypis. Fyrstu
ferð var, tá ið við byrjaði ung
dómsvirksemi í mars í ár og
aftur nú, tá ið vit fingu nýtt
navn til okkara ungdómsvirk
semi í Hoyvík KLUBB 188.
Eitt annað sum vit eisini
brúkti mess.fo til var, at vit
sluppu at lýsa ókeypis undir
tiltøk um vikuskifti. Henda
frálíka tænastu og hjálpsemi
frá teimum aftan fyri mess.
fo er nú burtur blivin.
Hvørjaferð vit hava havt
opið her 2 ferðir um vikuna
stendur
okkara
vitjandi
ungdómar og loggar seg inn á
heimasíðuna hjá www.mess.
fo fyri at finna tað seinasta
nýggja. Síðani fara tey ungu
inn á YouTube.com.
Hesin møguleiki er nú
ikki tilstaðar, og er hetta eitt
stórt afturstig fyri tey ungu,
her hjá okkum í Tórshavnar
kommunu
og
kring
alt
landið. Tí her fer nógv arbeiði
og kompetansa burtur, um
okkurt ikki verður gjørt fyri
at bjarga hesum framúr góða
ungdómsportali
Ja, eg standi eftir við
hesum orðum »Ein varði hjá
ungdómin okkara er brotin
niður«, og tað er sera umráð
andi, at hesin varði verður
bygdur upp aftur beinavegin.
Tey sum fara at merkja hetta
er tey ungu sjálvi og partur
av teirra sannleika dettur
burtur.
Hetta stendur á lesa á
www. mess.fo eg loyvið mær
at endurgeva “Um eitt sam
døgur aftaná út við 7.000
greinir og 300 ummælir, yvir
450 myndarøðir og 300 filmar
gerst mess.fo óvirkin.
Trúgvar brúkarar
Mess.fo
bleiv
virkin
13.
mars 2009. Undirtøkan hjá
brúkarum hevur verið góð,
og síðan í summar hevur
mess.fo havt umleið 5.000
brúkarar, sum fast hava
vitjað síðuna hvørja viku.
Men nú letur mess.fo
so aftur av fíggjarligum
orsøkum.
Tað kann tykjast løgið, tí
vit hava verið væl nøgdir við
gongdina hjá heimasíðuni, og
hava afturmeldingarnar frá
okkara brúkarum verið sera
góðar, sigur Rógvi Róin.
Neyðugt við
ungdómsmiðlum
Rógvi Róin nevnir serliga
undanfarnu viku viku 40
sum eitt tekin um týdningin,
sum mess.fo kann hava fyri
ungdómin. Hesa vikuna var
mess.fo
sambært
Gallup
tann føroyska heimasíðan
við triðmest sýndum síðum
(159.075) bert yvirgingin
av Portalinum og sel.fo.«
Endurgeving endar
Eisini er hetta eitt stórt
afturstig fyri okkara ung
dómsarbeiði hjá Tórshavnar
kommunu,
tí
kommuna
hevur ikki sjálv ein tílíkan
ungdómsportal.
Sama
er
galdandi fyri alt landið.
So vónandi kann land og
kommunur, sláa seg saman
og stuðla hesum frálíka
arbeiði, sum ungdómsportal
urin. www. mess.fo.
Vit hava fleiri aðrar góðar
ungdómsportalar í Føroyum,
td. www.gaming.fo og tann
nýggi www.tónleikur.fo. Sum
eisini eru góðir ungdóms
portalar, men teir hava lagt
dent á eina vøru.
Meðan Mess.fo er ein
sera breiður og við innihalds
ríkum tilfarið til tey ungu,
sum nøktar allan tørvin
hjá teimun ungu í okkara
nýmótanst samfelag.
Vónandi
opnar
hesin
portalur aftur, soleiðis at tey
ungu kunnu og vit kunnu
byggja víðari uppá henda
ungdómsvarða.
»Ein varði hjá ungdómi okkara er brotin
niður og má byggjast uppaftur«
Søgan er tann, at formaðurin
í Føroya Fiskimannafelag
hevur
latið
føroyingar
halda, at ein maður, sum
gav felagnum alt sítt vaksna
arbeiðslív, er brotsmaður.
Ákæran til fiskimannin er,
at hann betalir pengar og
gevur sítt mandat til FF, tá
hann meldar seg inn í felagið
og betalir síni prosentir.
Man kann ikki tala at, hvørja
ferð man er ósamdur, men
nú
hevur
Jan
Højgaard
gjørt ting, sum ikki kunnu
klassifiserast sum annað
enn illgerðir (óndskapur),
og hetta hevur oyðilagt heilt
øgiliga nógv fyri ein mann,
sum hevur betri uppiborið.
Hevði Jan Højgaard komið
út og sagt umskylda og sagt,
at hann hevur ongar ákærur
um brotsverk, so var tað
úti av verðini. Men ákæran
stendur við – og man veit, at
tað er onki í henni, millum
annað tí at Jan Højgaard
hevur funnið upp á, at álopni
maðurin hevur medvirka
til innbrot. Hetta oman á
alt hitt, sum er í hesum, og
tað er ikki bara tað, at Jan
Højgaard uttan nakran rætt
burturvísti sakleysan mann,
sum hevði verið í 35 ár hjá
felagnum og hevði uppiborið
eina tøkk fyri tíðina. Annað
er so tað, at tað skal eitt
frostbitið hjarta til at vera
so kaldur fyri einum manni,
sum hevur havt ríkiligt at
dragast við.
So fúlheitirnar eru øgiligar.
Hetta er eitt arbeiðs
marknaðarmál eisini, tí at
talan er um ein av fremstu
fakfelagsmonnunum
hjá
okkum. Fakfeløg liva av
solidariteti og stuðuli. Tú
meldar teg inn í eitt fakfelag,
betalir pengar til tað, og tú
gevur títt mandat til hesi
fólkini, tá tað kemur til
samráðingar og annað. Tá
leiðararnir úttala seg, gera teir
tað vegna teg, og teir gera tað
við tær sum vekt aftan fyri
seg. Av tí at tín solidaritetur
og tín rødd og tínir pengar
– av tínum egna vilja – eru
eksistensgrundarlagið
hjá
sovorðnum fólkum, so eigur
tú at tala at, tá tey forbróta
seg. Tí er tað superkritisabult,
at fiskimenn onki gera við
Jan Højgaard.
FF er í Samtaki, har sum
Føroya Arbeiðarafelag og trý
onnur feløg eisini eru limir.
Góðir 8000 limir. Og Samtak
bakkar Jan Højgaard upp.
Eisini tey standa við ákæruni
í peikifingrinum, um at
maðurin er brotsfólk. Eisini
tey vilja verjuleysum manni
ilt og geva tí ónda vælsignilsi.
Tað er ein sættapartur av
Føroya fólki. Tí er tað 1/6
møguleiki, at tað eru tínir
pengar og tín rødd og tín
solidaritetur, sum eru við til
at gera enda á einum manni,
sum onki skeivt hevur gjørt.
Tekur tú ikki røddina og
pengarnar og solidaritetin
frá teimum ella biður tey lata
vera, so ert tú, antin tú heldur
tað ella ikki, antin tú vilt tað
ella ikki, sekur í yvirgangi.
Líkindi fyri, at tú stuðlar terror: 1:6
Meinhard Jensen
Gøta
Mánadagin hevði undirritaði eina harðmælta heilsan til fiskimenn á vagaportal.
fo. Hendan er til limirnar hjá Samtaki, og tað kann væl vera tygum, lesari.
Tað vóru ikki góð tíðindir sum komu fram í miðlunum í gjár á miðdegi,
at okkara ungdómsportalur MESS.FO, má logga niður!