mikudagur 3. november 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154
Sosialurin
Meðan vit kunnu fegnast um, at tann
heilsan hjá føroyskum børnum er
batnað munandi, er framvegis eingin
tannlækni
á
landssjúkrahúsinum.
Áður er víst á, at tey sum verða rakt av
hesum eru: Sálarsjúk, fólk við menn
ingartartarni, børn, sum hava tørv á
serkønari tannlæknaviðgerð og fólk
sum hava fingið stráluviðgerð í høvd
ella háls.
Flestu okkara eru paff av støðuni.
Gjørdist ikki minni paff av svarinum
frá heilsumálaráðharranum tá eg setti
honum skrivligan fyrispurning um
málið. Hann sigur: “Roynt hevur verið
at leitað eftir yngri tannlæknum....
higartil hevur ikki eydnast at fáa
nakran at vísa starvinum nóg stóran
áhuga”
Størv SKULU lýsast
Almenni setanarpolitikkurin sigur
púra greitt, at øll almenn størv skulu
lýsast leys. Skilagóðar mannagongdir
eru enntá festar á blað, sí lsh.fo
Tískil undrar tað stórliga, at tann
læknastarvið á landssjúkrahúsinum
ongantíð er lýst leyst. Svarið hjá
heilsumálaráðharranum vísir greitt,
at almenni setanarpolitikkurin ikki
verður fylgdur í hesum førinum. Við
tað at fyrrverandi tannlæknin fór frá
vegna aldur, skuldi verið lagamanni og
ríkur møguleiki at orða eina starvslýs
ing saman við tannlæknanum, meðan
hann enn var á landssjúkrahúsinum.
Løgi svar
Skilji ikki, tann partin av svarinum
sum snýr seg um, at ‘roynt hevur verið
at leitað eftir yngri tannlæknum’
Hvat merkir tað? Hava hesir verið til
samrøðu? Eru teir uppringdir? Fingið
starvslýsing sendandi? Hvør hoyrir
til bólkin yngri tannlæknar? Hvussu
hevur leiðslan roynt at skapt áhugan?
Eingin áhugi?
Heilsumálaráðharrin sigur í svarinum,
at tað ikki er eydnast, at fáa nakran
at vísa starvinum nóg stóran áhuga.
Hvussu kann hetta staðfestast uttan
at starvið er lýst leyst? Og um so er,
at leiðslan hevur verið í samband við
so nógvar yngri tannlæknar, sum ikki
eru áhugaðir, er áhugavert at vita, hvør
orsøkin er til at tannlæknarnir takka
nei. Ov møtimikið? Lønin? Einsligt?
Væntandi starvslýsing?
Hesir
spurningar
verða
settir
heilsumálaráðharranum, tá munn
ligu
fyrispurningarnir
aftur
eru
á skrá. Skilji snøgt sagt ikki fram
ferðina í hesum málið – og hvussu
er støðan júst nú, hjá teimum sum
hava brúk fyri tannlæknanum á
landssjúrahúsinum?
Bergtóra Høgnadóttir Joensen
Tannapínan hjá teim veikastu
Nú eru politikarar fúsir at skera inn á bein, mest hjá
teimum veiku. Vit skulu øll spara, men eg havi enn einki
hoyrt um sparingar har hjá tykkum, so her eru nøkur
sparutiltøk, sum rakar tykkum politikarar:
1) Politikarir fara 510% niður í løn.
2)
Ferðafrádrátturin verður tað sama sum hjá Palleba.
3) Aðalráðini verða minkaði munandi. Somuleiðis vera
færri stjórar og leiðarir.
4) Politikarir gjalda sjálvir fyri síni pensjón. Tað mugu
øll onnur.
5) Loft verður lagt á alla ferðing. Telefonin og
internetið er uppfunnið!
6) Sendistovurnar skulu niðurleggjast.
7)
Ikki fleiri tænastustørv.
8) Síðst men ikki minst mongdin av landstýris/løgtings
monnum skulu hálverast. Her er eingin stýring, bert
klandur og kludur alíkavæl.
Alt Føroya fólk vil óivað hoyra um hesi tiltøk vera sett í
verk? Um ikki, so grundgeving fyri hví ikki? Eitt skip kann
bert útbyggjast til eitt vist áðrenn tað koppar.
Politikarar skulu
eisini spara
Helen MacDonald
ein stúrin og vónsvikin
pensjónistur
Nøvn
Bygdarfelagið Glæman
5. og 6. novembur verður
bindimaskinutreff í
Glæmuni í Kvívík
Tilmelding á tlf 227701
Bindimaskinutreff