Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 14 Miðvikan Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154 2. partur Gud legði sín kjálka at mínum Tá kom fram fyri meg: »Gud mín, Gud mín, hví er tú farin frá mær«. Og tá, ja, tað ljóðar ótrúligt. Gud kom til mín og segði: »Eg eri hjá tær«. Og hann legði sín mjúka kjálka afturat mínum. Hann var eisini mjúkur, kjálkin - og eg kenni sama fløvan enn. Men tað, sum bjargaði støðuni nokkso nógv, var, at eg hevði mist knappin í buksunum. Eg hevði so fingið mær eina nál og sett knappin uppí aftur. Men eg hevði ikki knappað hann uppá selan aftur. Tað hevði eg ikki tíð til, tí hetta hendi so knappliga. So royndi eg at berjast, fyri at sleppa upp úr sjónum og upp í vatnskorpuna aftur. Tá misti eg bæði stivlar og buksur, og hetta gjørdi tað lættari at sleppa uppeftir. Hetta hevur kanska verið avgerandi fyri, at eg bjargaðist. Eg kom so uppundan aftur, havi altíð dugað væl at svomið. Tað kann eg eisini takka D.D., gamla læraranum í Sørvági, fyri. Tá eg var komin uppundan aftur, sá eg eina jollu og ein bát, sum flutu har. Eg svam so til jolluna og slapp uppá hana; men hon var brotin. Hetta var kanska eisini heppið, tí tað gjørdi, at vit allir komu í sama bát. Jógvan Elias hevði svomið til tann lítla bátin, sum var eitt fýramannafar. Hann var komin í bátin og hevði fingið hann á rættkjøl. So kom skiparin, Óli Fossaberg, svimjandi móti mær. Eg bað hann ikki svimja her, tí jollan var brotin. Óli svam so til Jógvan Elias, og teir bugseraðu so bátin uppá síðuna av mær. Síðani fóru teir at oysa, og teir oystu hann tóman. Men tá var blivið myrkt, og har hoyrdist so einki. Vit sóu bara kavbátin, og hann var so mikið nær, at eg sá stakini á torninum. Vit roknaðu við at verða skotnir, men tað hendi so einki meira. Hinar menninar sóu vit einki til. Vit royndu at rópa, men eingin svaraði. Eg var hvíttklæddur, bert í føroyskum undirbuksum og føroy- skum hosum, undirtroyggjan var útlendsk, og eg var í skjúrtu. Hevði lært at brúka bát Eg plagdi at rógva út frá Sørvági og hevði lært at brúka bát. Tað kom nú okkum til góðar, at eg dugdi væl at handfara bæði segl og árar. Eg visti, at vit høvdu siglt undan, so tað var bara at seta segl tvørtur um á bátinum. Men vindurin varð so nógvur, at báturin skalv sum eitt bókablað; eg mátti so leggja seglið aftur. Síðani repaði eg seglið og setti so á aftur. Tá var seglið ikki størri enn ein svinta. Tað gekk fínt. Náttin gekk, og nógvur vindur var. Har var ein hægri makt, sum helt hondina yvir okkum, tað var púra sikkurt. At vit skuldu klára tað veðurlagið við tí bátinum!! Tað var bæði stormur, nógv regn og ringur sjógvur. Tað forstandi eg ikki...., jú eg forstandi tað væl. Tað var ikki okkara makt!. So kom dagurin. Fossaberg hevði ligið í bátinum, og hann var ikki væl fyri. Hann segði eisini fyri mær, beint áðrenn hann doyði, at hann hevði ikki verið nakar maður síðan tá. Áðrenn tað varð ljóst, segði hann við meg, at hann skuldi koma at stýra. Nei, segði eg, hann skuldi ikki koma at stýra, fyrr enn tað varð blivið ljóst. Tað var bert ein ár at stýra við. Jógvan Elias sat til róðurs við einari ár, og so fór eg fram til hansara eisini. Men so skuldu vit fara at royna at sova. Jógvan Elias var tann fyrri, sum legði seg eftir bekkinum, og tað var beinanvegin hann sovnaði. Mátti buka hitan í køldu kropparnar Men so vaknaði hann aftur, og hann var so kaldur, so kaldur. So helt eg, at nú skuldi eg fara at leggja meg. Eg legði meg, og tað var uppá sama máta, at eg bleiv so øgiliga kaldur. Har var so bert eitt at gera: Eg fór at banka Jógvan Elias, og fekk eg soleiðis hita í meg sjálvan og í hann eisini. Hann bað meg lata vera, tí hann fekk so ilt, men hetta bjargaði okkum báðum. So gekk leiðin fram, og nú sóu vit bløðrutara. Hetta merkti, at vit máttu vera nokk so nær landi. So komu súlurnar, og tað var enn betri tekin. Men tá var tað eisini skjótt, at vit sóu land. Veðrið var nú batnað. Tá gekk so skjótt inn eftir, tí nú var væl av vindi aftur. Tað tók 36 tímar, frá tí at skipið sakk, og til vit komu til lands. Teinurin var um 80 fjórðingar. At enda á land Vit komu so á eiðið í Vestmanna- oyggjum. Áðrenn vit komu so langt, royndu vit at blussa og at ýla við tokuhorninum, men eingin hoyrdi. Teir báðir felagarnir hjá mær vóru ikki so væl kendir á hesum leiðum, men eg hevði verið har við »Vesturfarinum« í 1938. Tá plagdu vit at ganga út á eiðið at hyggja at skipunum, sum lógu og fiskaðu. So man visti akkurát, hvar urðin var, og hvar sandurin var. So varð tosað um, hvat ið skuldi gerast. Eg helt, at tað var ov nógv brim. Nei, søgdu teir, teir vóru vanir við brim. Bert skuldi eg siga, hvar vit skuldu lenda, so skuldu teir greiða restina. Vit komu so mitt inn á sandin, og vit steðgaðu eitt lítið sindur fyri at fáa okkum eina halvváta keks, so fóru vit í land. Allur maturin var blivin vátur, og sjógvur var eisini komin at vatninum. Eg hevði undan hesi hending havt til uppgávu at syrgja fyri, at ein fløska av whisky skuldi heingjast í ein posa undir bekkin, og tað var eisini her. Tað blandaðu vit uppí vatnið, so vit kundu leska tunguna á. Vit rullaðu okkum so niður í sandin og royndu at leggja albogar- nar uppá stokkin fyri at sleppa aftur á føtur. At enda sluppu vit upp aftur á beinini og fóru frá bátinum. Vit royndu at toga í fanglínuna fyri at fáa bátin niðanfrá, men tað mundi ikki gera stóran mun. Inn í fyrsta hús So til gongu. Fyrsta hús, vit komu til, var ein fiskamjølsverksmiðja. Har var ein opin eldur, og har stillaðu vit okkum at verma okkum. Malmberg á veg til botns: »Gud segði: Eg eri hjá tær.« Í hesum partinum greiðir Malmberg frá síni ótrúligu bjarging, tá ið Tór II varð søktur av týskum kavbáti í 1942. Í fyrra partinum var hann á veg til botns..... Malmberg saman við Árna Reyni, abbason Jens av Reyni, sum var reiðari í Tórfelagnum. Malmberg róði seinni út í nógv ár í Grønlandi. Aftaná koyrdi hann buss í nógv ár Jógvan Elias Jacobsen, ættaður úr Mykinesi, var meistari. Hann bjargaðist men fór so illa, at hann seinni misti annað beinið