mikudagur 3. november 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
15
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154
Tá vit høvdu staðið eina løtu, fóru
vit aftur at ganga og komu so til eini
hús. Vit høvdu avrátt at fara inn í
fyrstu hús, vit sóu. Har var myrkt,
men vit bankaðu uppá. Hetta var
um millum kl. 12 og 2 um náttina.
Ein kona kom og lat upp og spurdi,
hvørjir vit vóru. Vit søgdu, at vit
vóru føroyingar. Um vit kundu
geva henni hondina uppá tað? Ja,
tað gjørdu vit. Tað hevur undrað
meg mangan, at hon skuldi klára at
taka ímóti okkum. Vit høvdu skorið
kapokkpúturnar av bátinum, og
høvdu stúvað tað innan fyri klæðini
fyri hita, og vit høvdu gjørt hettur
burtur úr segldúkinum.
Jógvan Elias hevði verið so fram
skygdur, at hann tók knívin við
sær, tá hann fór av Tór II. Hetta
gjørdi tað møguligt at kryvja pútur
nar, so tilfarið kundi koma okkum
til hjálpar. Soleiðis komu vit inn
til hana. Vit hava sæð út sum vill
menn, men hon var púra rólig. Vit
fingu so kaffi frá henni við sukuri
og brennivíni í, men vit fingu einki
at eta.
So ringdi konan til løgregluna
og varskógvaði um hetta, sum
hent var. Løgreglan kom við einum
lastbili eftir okkum. Tá vit vóru
lidnir at drekka kaffi, fóru vit uppí
lastbilin. Men tað var ein drúgvur
túrur. Ja, eg ynskti at eg skuldi verið
deyður, so kalt var tað.
Vit komu niðan á hospitalið. Har
var sjálvandi heitt inni, og tað var
skjótt, at vit komu fyri okkum aftur.
Vit vóru so á hospitalinum í nakrar
dagar. Vit vóru, sum rímiligt er, illa
fyri. Tá sjúkrasystirin kom inn á
stovuna, eftir at vit vóru sovnaðir,
stukku vit sjóleysir upp úr songini,
og morgunin eftir kundu vit ikki
reisa okkum úr songini.
Men tá vit vóru so frægir, fóru
vit í býin at keypa okkum klæðir.
Tað var onkur á hospitalinum, sum
lænti okkum okkurt at fara í, so
vit kundu fara út at keypa okkum
egin klæðir. Vit máttu keypa alt
av nýggjum, tí vit høvdu jú einki
at fara í. Okkara egnu klæðir vóru
ikki nógv verd eftir ferðina. Danska
sendistovan rindaði fyri klæðini.
Aftur á slóðina
Meðan vit vóru á hospitalinum, so
kom henda sjúkrasystirin og bað
meg koma oman á skurðstovuna, og
so viðgjørdi hon beinini. Tey vóru
nokk so illa farin.
Eg fór seinni at fregnast eftir
henni. Eg bað einaferð sjómans
trúboðaran Johan Olsen gera mær
tann beina at sóknast eftir teimum,
sum høvdu tikið ímóti hesum skip
brotnu føroyingunum. Tað gekk
bert ein vika, so fekk eg samband
við hana.
Eg fór saman við konuni yvir
til Íslands. Vit høvdu fólk har
yviri, sum vit kendu væl, nevniliga
Hartvig, sum var flúgvimekanikari,
tá íslendarin fleyg her. Konan
kallaðist Halda. Vit fóru fyrst við
flogfari til Vestmannaoyggjarnar,
og vit sóu staðið, har vit komu á
land.
Vit vitjaðu eisini umrøddu sjúkra
systrina í Hverðagerði, nærindis
Reykjavík, har hon búði. Vit høvdu
samband í nógv ár. Hon segði, at
hon mintist hendingina við okkum
trimum, sum var tað í gjár.
Beinleiðis til skips aftur
Tá vit høvdu fingið okkum klæðir,
fóru vit inn á fastlandið við einum
fiskibáti og so við rutubussi til
Reykjavíkar.
Tá vit høvdu verið í nakrar dagar
í Reykjavík og búð hjá amerikanar
um, fingu vit pláss at búgva í eini bar
akk. Har kom fólk, sum var torpeder
að á rutuni frá Amerika til Íslands
og so frá Íslandi til Murmansk. Har
vórðu so nógv skip søkt.
»Thor« kom inn í Reykjavík.
Hon lá har og skuldi keypa fisk, og
vit kundu saktans sleppa heim við
henni. Men tað fór so at taka nakrar
dagar, áðrenn skipið var fult.
Men samstundis kom trolarin
»Leivur Øssursson« inn, og hann
manglaði tveir mans. Teir vildu so
fegin hava okkum við út at fiska.
Tað høvdu vit, sum rímiligt er,
ongan serligan hug til, men lótu
okkum sannføra. Vit báðir, eg og
Jógvan Elias, fóru so út at fiska. Vit
vórðu væl móttiknir har umborð.
Skiparin á »Tór II«, Óli Fossaberg,
varð eftir í Íslandi. Vit fiskaðu so
túrin út uppi á Halanum og fingu
nakað av fiski. Vit sigldu heim
fram við Norðlandinum og sigldu
úr Langanesi til Føroya.
Tað ljóðar ótrúligt, at vit skuldu
fara umborð og fiska á somu
leiðum, har vit vóru torpederaðir;
men soleiðis var tað bara.
Endiliga heima
Vit komu so heim og vóru á Havnini
tann 4. november, sum skipbrotið
var hent 7. september. Vit komu í
land niðri í Vágsbotni. Tá eg kom í
land var genta mín, Herborg, har.
Hon hevði frætt, at vit skuldu
koma. Eg gisti á sjómansheiminum,
og dagin eftir fór »Streymur« hjá
Mjólkaforsýningini
úr
Havnini
vestur í Vágar. Eg fór vestur við og
kom upp á land í Miðvági; men her
var trupulleikin, at eg hevði einki
pass. Tað var jú farið, og pass var
neyðugt fyri at sleppa upp á land
í Vágum, tí Vágar var høvuðsstøðin
hjá bretska hervaldinum. Men
Einar Weihe var á bryggjuni har. So
fór eg til hansara, hann var stinnur
í enskum, og bað hann tosa fyri
meg og greiða frá, hvussu vorðið
var og tá var alt í lagi. Eg slapp so
út til Sørvágs við einum lastbili hjá
hervaldinum, og glaður var eg, tá eg
var heimkomin.
Eingin visti av tí, tá eg henda
fyrrapartin kom til Sørvágs. Eg varð
væl móttikin. Mamma mín stóð og
elti breyð, og hon mundi vera líka
glað sum eg.
Ein slík hending mátti seta síni
merki. Tað var nokkso tungt, men
eg svav kortini altíð væl.
Minnist, at tá eg var afturkomin,
helt eg meg nógv fyri meg sjálvan.
Var ræddur fyri, at fólk skuldi koma
og spyrja meg um túrin. Hesum
mátti eg koma burturúr, og eg
mátti koma millum fólk aftur. Pápi
hevði velt epli úti á Bakka. Men
so einaferð, tá eg tók upp eplir, tá
fór eg út við teimum. Tá arbeiddu
so nógvir hjá eingilskmonnum, og
teir hugdu, sum vituligt er, at mær.
Har var ein maður, Louis Joensen,
sum kom og ynskti mær væl aftur
koman. Tað var eitt gott medisin og
hjálpti til, at eg kom fyri meg.
Av teimum 21 monnunum við
»Tór II«, vóru 12 mans giftir.
Malmberg doyði í 2005. Herborg
livir enn.
Óli Fossaberg av Stykkinum var
skipari á Tór II. Hann var ein av
teimum trimum, sum bjargaðust
Malmberg á Eiðinum í Vestmannaoyggjunum, har teir illa tuskaðu menninir av Tór II komu á land
Malmberg saman við sjúkrasystrini Guðrun Helgadóttir, sum
tók ímóti teimum á sjúkrahúsinum í Vestmannaoyggjunum
Komandi partur
Tað verður ein partur
afturat um sigling unditr
krígnum. M.a. um hondina,
sum í dreymi vísti á kósina
til neyðstadda manning