mikudagur 3. november 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154
16
Sosialurin
Dávid Isfeld
Hósvík
Tað verður arbeitt fyri fiski
vinnuna við slíkum ágrýtni,
at vit mest sum oyðileggja
okkara umdømi úti í heim
– sum um okkara umdømi
hevði tørv á hjálp á hasum
økinum við teimum áhald
andi grindagølunum. Tað
sindri av umdømi vit hava
í altjóða heiminum er mest
sum í skeljasorði, tí vit fyri
litarleyst gera, sum okkum
lystir. Men tá vit skulu bjóða
út almenna bygging, so mugu
vit vísa fyrilit fyri bæði
hesum og hasum; eisini um
tað inniber at diskvalifisera
okkara egnu virkir.
Hví eru vit líka glað við
útheimin, tá tað snýr seg
um virksemi á havinum, og
líka glað við okkara egnu
virkir, tá tað snýr seg um
virksemi á landi. Tað er
lætt at kalla fiskivinnuna
okkara berandi vinnu, tá
politikarar
arbeiða
sum
úlvur á skóg fyri hesa vinnu,
samstundis sum hon fær
stuðul; meðan byggivinnan
verður burturluta teimum
við
bestu
royndum
og
tøkni í grannalondunum – í
nýggjastu dømum, til danir.
Skúlamiðdepilin
Miðnámsdepilin
við
Marknagili varð handaður
dønum, tí krøv vóru til
kapasitet, ið ikki er til staðar
í Føroyum; tó sluppu Fuglark,
Martin E. Leo Sp/f, KJ Elráð
og Sámal Johannesen “aller
nådiskt” upp í part, fyri at
henda metstóra byggiætlan
skuldi sleppa undan ov nógv
um atfinningum. Eg veit, at
áðurnevndu føroysku virkini
duga síni ting, men tað líkist
ov nógv einum alibii fyri,
at eitt danskt virki hevur
høvuðsábyrgdina og høvuðs
ávirkanina á útsjónd v.m.
Flogvallarbygningar
Her vóru krøv sett um royndir
í at gera flogvallarbygningar,
sum einki føroyskt virki
hevur royndir í, sjálsagt.
Her átti at verið nóg mikið
við royndum og førleika
innan bygging av stórum
bygningum. So kundi eitt
krav verið, at viðkomandi
virki skal samstarva við virki
við neyðugum royndum; ella
seta fólk í starv, ella leiða
tey, ið hava hesar royndir,
og sostatt fylgja ásettum
krøvum
til
bygging
av
flogvallarbygningum.
O.s.fr.
Á Landssjúkrahúsinum sóu
vit fyri tað mesta íslendingar
ganga og arbeiða har. Og
MT Højgaard mundi farið
avstað við arbeiðinum at
gera røktarheim Yviri við
Strond (vit hava sæð hand
verksligu
dygdirnar
hjá
MTHøjgaard í Hovi). Tað
tykist bara at vera soleiðis,
at um byggingin er nóg stór,
so fer arbeiðsligi ágóðin av
landinum (og skattapengar
eisini?). Hetta ger eisini, at
tað er trupult at fáa læru
pláss
hjá
handverkarum.
Eitt
byggipláss
sum
t.d.
Miðnámsdepilin við Markna
gili kundi skapt eini 50 læru
pláss til elektrikarar, timbur
menn, snikkarar, rør og
blikksmiðir v.m., sum høvdu
klára at verið útlærdir upp á
tað tíðina tað tekur at byggja
henda megnar skúladepil. Og
ikki minst okkara servitan á
økinum stendur við sviðisoð,
tá okkara glæsiligastu byggi
verkætlanir vera handagar
útlendingum.
Arkitektar,
verkfrøðingar,
byggifrøð
ingar v.m. hava lítið og einki
at koma heim til, annað enn
set og raðhúsabygging og
umvæling.
Hetta mugu okkara poli
tikarar hugsa um, tá tað
almenna byggir. Vit mugu
ikki handa alt vitanararbeiði
av landinum. Ella mugu tey, ið
starvast í byggivinnuni eisini
fáa 15 % í skattalætta og hava
rættindi til minstuløn, og so
eru vit minst effektiva tjóðin
í heiminum – á landi eins og
á sjógvi.
Vit handa dønum føroyskt arbeiði
Tey mest sjónligu arbeiðsátøk í hesum døgum, eru átøk fyri donsk byggivirki
Kjak
Víst
hevði
Landsverk
ábyrgdina
av
byggingini í Hovi. Víst hevði Oyvindur
Brimnes ábyrgdina av Landsverki. Kanska
er tað uppá sítt pláss at geva honum fótin.
Men hvørki Landsverk ella tess stjóri
høvdu ábyrgdina av, at ein torpedo
brádliga var send inn í arbeiðið at byggja
Miðnámsskúla í Vági.
Hvørki Landsverk ella tess stjóri høvdu
ábyrgdina av politisku ordrunum um, at
ein annar skúli í ein hundans fart skuldi
klamsast upp í Hovi í staðin.
Hvørki Landsverk ella tess stjóri høvdu
ábyrgdina av, at hesin skúli gjørdist so
vitleysa dýrur, sum hann gjørdist.
Ábyrgdina av hesum hava teir politikarar,
sum settu primitivt, partapolitiskt agg og
klandur fram um vit og skil. Sum løgdu
vertin á alt annað, tí teir hildu seg kunnað
skora nøkur partapolitisk stig.
Eru hesir politikarar nevndir, eru teir
kendir.
Teir kunnu ikki setast frá fyri sína gerð.
Men teir áttu at staðið alment fram og
biðið Føroya fólk og serliga suðuroyingar
um umbering.
Politisk Hov'sa loysn
fellur skeivan mann
Sjúrður Skaale
Teir politikarar, sum sendu eina torpedo inn
í arbeiðið at byggja miðnámsskúla í Vági,
áttu alment at biðið um umbering
So var aftur eldur í einum føroyskum skipi,
og heimspressan fylgir væl við. Tíðindini
eru á breddanum í øllum bløðum, ja enntá í
Himmalayan Express.
Hvussu kunnu vit føroyingar rokna við at
verða tiknir fyri fult á henda hátt? Hvussu
kunnu reiðarar kenna seg tryggar og kenna
seg væl at reka sjóvinnu undir sovorðnum um
støðum? Og hvussu kann føroyski sjómaðurin
føla seg tryggan? Men man kann bara seta
filippinarar umborð í staðin?
Vit hava onga nýggja kunngerð um sjúkra
viðgerð umborð á skipum. Eri sjálvur gubbi at
einum sjómanni, sum hevur mist følilsi í einum
stórum parti av hondini av hesi grund.
Vit hava onga ISM skipan fyri fiskiskip,
ið kundi verið viðvirkandi til, at sonur Jákup
Vestergaard ikki misti førleikan í aðrari
hondini.
Vit hava eina óbrúkiliga bjargingartyrlu
skipan, sum óivað hevur kostað í hvussu so
er einum manni lívið.
Vit hava onga lóg um arbeiðstrygd umborð
á skipum, sum onnur lond hava.
Okkara flagg er á gráa lista. »Athena«, sum
eldur nú aftur var í, hevur ein bjargingar
og evakueringsplan umborð, ið ikki er
góðkendur, »Approved«, men »Viewed« av
Det norske Veritas. Er einki skil á, hvussu
klassafeløgini skulu sýna føroysku skipini?
Er tað tí, vit eru á gráa lista?
Eg eri lærari á Vinnuháskúlanum. Vit læra
næmingarnar um trygd, bæði persónliga,
umhvørvisliga og tekniska, um ISM, arbeiðs
plássmetingar (váðametingar) og manna
gongdir á arbeiðsplássinum. Vit hava teir á
langum skeiði í sjúkraviðgerð. Alt hetta, tí vit
hava eina líkastillingsavtalu við Danmark
um okkara næmingar. Umborð á donskum
og norskum skipum fáa teir brúk fyri hesum,
men umborð á føroyskum er einki krav til
nakað sum helst. Jú, farmaskipini hava ISM
(International Safety Management Code),
men fiskiskipini hava einki. Bara tað, at ymisk
krøv eru til fiskiskip og farmaskip, er ein bági
fyri vinnuna, tí ónollur frá fiskiførunum
smitta yvir á farmaskipini.
Nær fer broyting at koma í?
Heimsins bestu
sjómenn?
Kristin Rasmussen