Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154 18 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Oyggjablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Snorri Brend Noreg: – Vit náddu ikki so frægt sum at leypa til havs, greiðir tann 73 ára gamli Karl frá til norskar miðlar. Hann var farin til útróðrar á Alta fjørðinum í farnu viku, tá ógvus liga hendingin fór fram. – Vit sóu eina torvu við seiði og kastaðu nótina. Tá vit so drógu hana inn, løgdu vit merki til at nógvar hvalspýggjur komu um borð saman við fiskinum. – Vit royndu at fáa so nógvar av teimum uttanborða sum gjørligt, men tað var vónleyst. Seiðurin og hvalspýggjurnar saman gjørdu sítt til, at lastin at enda háttaði sær sum var talan um gelé, greiðir hann víðari frá. Eftir fáum sekundum fekk tann 35 fót stóri útróðrarbáturin “Alda” slagsíðu upp á 90 stig. Og so gekk tað skjótt: – Báturin helti so nógv, at vit skuldu ikki leypa á bláman. Vit kundu bara leggja okkum frameftir og svimja. Í øllum ruðuleikanum fingu vit hvørki tíð at lata okkum í bjargingarvestarnar ella at senda út neyðarkall, sigur 73 ára gamli maðurin, ið er ættaður úr Kval­ sund. Einglavakt Hetta gekk skjótt fyri seg, nakað langt úr landi. Men teir vóru kortini sera hepnir. Var tað ikki fyri skiparanum á einum øðrum báti ið lá nærhendis, høvdu teir tríggir menninir umborð helst sjólátist. – Vit vóru á staðnum tíggju minuttir seinni, og tóku teir innan­ borða. Fýra­fimm minuttir seinni sakk útróðrarbáturin, sigur Tor Nilsen, skipari umborð á “Geir Rogers” – Eg haldi, at teir høvdu eingla­ vakt. Hvørki Tor ella Karl hava áður sæð so nógva hvalspýggju í sjó­ num. Økisskrivstovan hjá norska Fiskeri direktoratet í Tromsø váttar fyri norskum miðlum, at higar eru komnar fleiri fráboðanir um tær nógvu hvalspýggjurnar. – Tað eru ótrúliga nógvar hval­ spýggjur í sjónum. Eg havi heldur ikki sæð tær so stórar sum nú, sigur Tor Nielsen. Óhugnaligt Havbiologurin, Jan Helge Fosså á Hav forskningsinstituttet hevur ikki hoyrt um líknandi skipsbrot áður. – Eg veit um dømi úr Japan, har ein sonn innrás av ógvusligum hval spýggjum, hendir fyri nøkrum árum síðani. Fleiri bátar liðu skip­ brot orsakað av hesum. – Jú, hetta er eitt sindur óhugna­ ligt, sigur havbiologurin. Seinastu tíggjuárini hava menn sæð ein stóran vøkstur í talinum av hvalspýggjum framvið norsku vesturstrondini. Sama ger seg gald­ andi við Svaldbard. – Eg havi sjálvur kavað við Svalbard seinastu 15 árini, og havi sæð ein øktan títtleika av reyðum hvalspýggjum, eisini heilt har norðuri, sigur Haakon Hop í Norsk Polarinstitutt. snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið í næstu viku: HITI & BJÁLVING Fiski­ vinna Í hesum blað­ num viðger Oyggjablaðið fiskivinnuna á sjógvi og landi. Lesið um: Síða 18: Hvalspýggjur søktu norskan bát Síða 20-21: 800 fólk í óvissu hjá Faroe Seafood Síða 22-23: Selja stórt og smátt í Sørvági Síða 24-25: Brestir var bestur Síða 26-28: Uttan fiskivinnu steðgar alt upp Síða 30-31: Kunnu ikki útflyta rogn Síða 32: Rak í bjargingar báti í eitt sam døgur Síða 33: Tølini prógva at upsaveiðan er væl minni Síða 34: – Eg vóni, vit kunnu egna við makreli Hvalspýggjur søktu bátin ÓHAPP Tað gingu bert 15 minuttir til báturin hjá norska útróðrarmaninum, Karl Juliussen legði seg á liðina og sakk - orsakað av hvalspýggjum Ferjan slapp ikki frá landi Ein stór torva av reyðum hvalspýggjum steðgaðu motor inum á ferjuni, soleiðis at hon ikki slapp frá landi í Hordalandi á vesturlandinum ein julidag í summar. Tá ferjan Rennesøy skuldi fara í rutu, var kølarin á tí eina motorinum fullur av hval spýggjum. Neyðugt var at taka ferj­ una úr sigling, og seta eina aðra inn ístaðin. Tá varð sagt, at hval spýggj­ urnar í fyrsta lagi fara burtur frá strondini, tá sjógvurin gjørdist heitari enn 20 stig. Tá plaga hvalspýggjurnar at fara í djúpari og kaldari farvøtn. Tað gingur bert 15 minuttir frá tí at útróðrarbáturin - ein sjark – fekk slagsíðu til hon sakk. Hesa myndina tók maskinmaðurin umborð á Geir Rogers, ið tók teir tríggjar menninar umborð SAKK