mikudagur 3. november 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154
10
Sosialurin
Leo Poulsen
Stóru
seyðasýningarnar,
sum hava verið kring landið
seinastu vikurnar, enda við
einum stórum tiltaki, har
besti brundurin í Føroyum
skal finnast.
Tað er Búnaðarstovan í
Kollafirði, sum hevur tikið
stig til tiltakið, men sambært
Bjørn Patursson eru tankar
nir komnir frá áhugaðum
seyðamonnum í landinum.
– Vit hava havt nakrar
fundir gjøgnum veturin, har
vit líkasum hava lagt linjur
nar. Eg plagi at taka til, at
um ein dómari í Suðri dømir
á sín egna hátt, ein í Klaksvík
á ein annan og ein í Havn á
ein triðja hátt, so hevði lítið
skil verið á fótbóltinum,
sigur Bjørn Patursson.
Talan er um einar 30 sýn
ingarmenn úr øllum landin
um, sum hava tikið segt sam
an í eitt slag felagsskapi, og
við felags reglunum verður
roynt at sýna so javnt sum
gjørligt.
Tað hendi í fjør, at onkur
seyður, sum fekk fyrstu
virðisløn úti í økinum, púra
var kolldømdur til enda
brestin í Kollafirði, og tað
er júst slíkt, sum menn vilja
sleppa undan við nýgjørdu
reglugerðini.
– Tað er sum so eingin
vanlukka at slíkt hendir,
tí vit skulu minnast til, at
hetta er fyrstu ferð, at henda
nýggja
skipanin
verður
roynd. Og fyri at venda aftur
til fótbóltin, so hendir tað jú
meiri enn so, at ein dómari
ger eitt mistak, sigur Bjørn
Patursson.
Stórur áhugi
Hann fegnast annars um
alsamt
vaksandi
áhugan,
sum menn vísa seyðinum í
Føroyum.
– Tað er at frøast um, og
sum sagt er hetta fyrsta
ferðin nýggja skipanin verður
roynd. Vit hava jú eisini
møguleikan at leggja okkum
serligum tingum okkurt árið.
Til dømis ullina. Vilja vit
hava sprøklutan seyð, skal
hann verða einslittur, skal
ullin verða stutt ella long.
Okkurt annað ár kunnu vit
leggja oftir onkrum øðrum,
møguleikarnir eru nógvir,
sigur Bjørn Patursson.
Nýggi hátturin at sýna
eftir merkir eisini, at sýnt
verður eins allastaðni. Onkur
hagi hevur kanska ikki gingið
so høgt upp í til dømis hornini,
men við nýggju reglunum er
tað greið kolldøming, um tey
vaksa skeivt.
Vaksandi áhugin hevur
eitt nú ført til, at seyðurin
á Sandoynni er munandi
størri enn hann var í gomlum
døgum.
– Spurningurin er so, um
tað er rætt at standardisera
seyðin í Føroyum. Tað er
sjálvandi upp til seyðaeigarar
sjálvar, og hóast sýningarnar
nú verða gjørdar eftir einari
reglugerð fyri alt landið, ber
saktans til at hava ymiskan
seyð, sigur Bjørn Patursson.
Ikki alt landið við
Enn er tilmeldingarfreistin
ikki úti, so enn ber ikki til at
siga nakað um, hvussu nógvir
seyðir verða við til finaluna
í
Kollafirði,
men
onkur
hevur roknað út, at um allir
kvalifiseraðu seyðirnir verða
við, verður talan um einar 80
90 seyðir.
– Men so nógvir verða
ikki. Onkunstaðni hevur tað
eisini verið trupulleiki við at
finna kvalifiseraðar seyðir,
og onkur øki í landinnum er
sperrað av karantenu. Men
roknast kann við einum
4050 seyðum, metir Bjørn
Patursson.
Sjálvt tiltakið fer fram
soleiðis, at seyðurin kemur
til Kollafirðar fríggjakvøldið,
og síðani verður mát tikið
av teimum. Sjálv sýningin
verður so leygardagin.
– Byrjað verður klokkan
10, tá seyðirnir so verða
sýnaðir nakrir í senn. Sýn
ingarmenninir hava skipað
soleiðis fyri, at ein verður
valdur út at umboða tey sjey
økini, sum landið er býtt
upp í. Tað verða soleiðis sjey
sýningarmenn til finaluna
í
Kollafirði,
sigur
Bjørn
Patursson.
Tað
verður
sjálvandi
møguleiki hjá fólki at hyggja
at, meðan sýningin fer fram,
og møguleiki verður eisini at
keypa sær ein kaffimunn.
– Endabresturin verður
so klokkan fýra, tá virðis
lønirnar
verða
handaðar
til
besta
brundseyðin
í
Føroyum. Umframt tríggjar
verðagjólingar, sum hava
kvalifiserað seg, verða eisini
ein vetur gamal og ein eldri
enn vetur gamal veðrur við
í kappingini, sigur Bjørn
Patursson.
Vakrasti seyður
finnast leygardagin
Stórur endabrestur av seyðasýningunum, sum hava verið kring landið, verður á Búnaðarstovuni
frammi í Dali í Kollafirði leygardagin, tá seyðir úr øllum landinum verða sýndir av nýggjum
Bjørn Patursson stendur á
odda fyri seyðasýningini
í Kollafirði leygardagin
Besti verðagjólingur, besti vetur gamli veðrur og
besti veðrur elrdi enn ein vetur skulu finnast