Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154 20 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Tá Faroe Seafood ein av fyrstu døg unum í september í ár helt árs­ aðalfund, har roknskapurin varð góðkendur, gjørdist samstundis greitt, at samtakið í 2009 hevur havt eitt hall, sum er slakar 16 miljónir krónur. Árið fyri var hallið hálva triðju ferð so stórt. Á ársaðalfundinum, har útskift­ ing eisini var í nevndini, ásannaði felagið, at tørvur er á bøttum fíggj ­ ar ligum grundarlagi, og at ar beitt hevur verið við eini loysn í longri tíð. Toftamaðurin, Anfinn Olsen, sum var nevndarformaður í gomlu nevndini, segði formanssessin frá sær, og í hansara stað varð ein annar toftamaður, Ingi Højgaard, advokatur, valdur. Nýggjur í nevnd ini var eisini Ali Celebi, og hinir nevnd ar lim ir nir eru Eyðun Olsen, sum er næst for­ maður, Jónsvein Knudsen og Kri­ stoffur Laksá. Enn í óvissu Fyrst í september í ár segði leiðslan í Faroe Seafood seg vóna, at nøktandi loysn verður funnin á fíggjarliga grundarlagnum í næstum, men nú vit eru komin út í november mánaða, er framvegis eingin hvítur roykur komin úr skorsteininum. Hetta merkir, at eini 700­800 fólk, sum eru í starvi hjá samtakinum, framvegis bíða í óvissu eftir, hvør lagnan hjá hesi stóru og týdn ing­ armiklu fyritøku í føroyska sam fe­ lag num verður. Hvussu stór henda fyritøka í veruleikanum er, skulu vit venda aftur til seinni í hesi grein. At tað ikki hevur verið lætt hjá leiðsluni í Faroe Seafood í langa tíð, sæst bæði á rakstrarliga hall inum undanfarin ár, eins og felagið er fíggjað av tveimum peninga stovn um, sum báðir eru farnir av knór anum. Fyri tveimum árum síðan varð størsti íslendski bankin Kaupting, sum var partur av fíggingini aftan fyri Faroe Seafood, yvirtikin av íslendska fíggjareftirlitinum, og fyri bert fáum vikum síðan varð Eik Banki, sum fíggjar umleið 150 miljónir krónur av skuldini hjá felagnum, yvirtikin av dønum. Fyrr í heyst varð upplýst, at 800 fólk í óvissu hjá faroe seafood Tað er greitt, at tá ein so stór fyritøka – í einum so lítlum samfelag sum Føroyar – stendur og rillar, skapar hetta nógv órógv millum tey fólk, sum hava sítt livibreyð á virkjum og á skipsdekki. Sosialurin hevur í dag hugt at, hvussu stórt Faroe Seafood samtakið í veruleikanum er, hvussu nógv fólk eru knýtt at hesum virksemi, og hvussu lønir og hýrur býta seg yvir ymisku partarnar av fyritøkuni Meðan 500-700 fólk eru knýtt at flakavirkjunum, sigla eini 100-120 mans við skipunum, sum Faroe Seafood eigur – ella eigur part í Mynd: Vilmund Jacobsen Feløg, sum eiga meiri enn 5% í Faroe Seafood samtakinum eru hesi: P/F Notio Framtaksfelag (48,5%) Vátryggingarfélag Íslands hf (19%) Framtak (17,5%) Sp/f 29.03.2006 (7,5%) Fakta