mikudagur 3. november 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154
Sosialurin
Oyggjablaðið
saml aða skuldin í Faroe Seafood er
umleið 480 miljónir krónur.
Longu áðrenn Eik Banki fór á
húsa gang, væntaði leiðslan í bank
anum sær ikki tap av eini umskipan
av skuldini hjá Faroe Seafood, tí
bankin hevur ikki veitt lán til virkir
og maskinur.
Av teimum 150 miljónum krón
un um, sum Eik Banki hevur lænt
stóra fiskivinnusamtakinum, vóru
stívliga 100 miljónir krónur veittar
sum rakstrarkredittur og 50 miljónir
krónur sum lán til skipafígging.
Rakstrarkreditturin hevur trygd
í seldum fiski og fiskagoymslum, og
skipafíggingin hevur veð í skipum.
Eitt stórt felag
Sosialurin hevur í dag hugt eftir,
hvussu stórt Faroe Seafood sam
takið í veruleikanum er, og sigast
skal beinanvegin, at hetta er ein
velduga stór vinnufyritøka – hin
størsta á Føroyalandi.
Tað er altíð torført at gera upp
í árs verkum, tá tú hevur við fiska
virkis vinnu at gera, tí arbeiði er
skift andi, og serliga nú lítil upsa
veiða hevur verið síðan einaferð
í summar, eru vikurnar á ávísum
fiskavirkjum ikki fullar.
Landingarnar eru eisini knýttar
at veiðini, og tá ein partur av virk
seminum hjá Faroe Seafood fer fram
á landingarmiðstøðini Kongs havn
í Saltangará, verður hetta virksemi
eisini skiftandi – alt eftir, hvussu
nógvur fiskur kemur upp á land.
At enda kunnu vit taka ísfiska
trolararnar, sum eru undir hattinum
hjá Faroe Seafood. Menninir, sum
sigla við hesum skipum, sigla eftir
ávísum skifti, men tá árið er lokið,
kann talið av monnum, sum hevur
verið umborð á einum pari, telja
væl meiri enn tríggjar manningar
tilsamans.
Taka vit alt virksemi hjá Faroe
Seafood, sum vit koma nærri inn á
í næsta broti av hesi grein, starvast
gjøgnum eitt ár millum 650 og 860
fólk í fyritøkuni.
Lýsing av samtaki
Í stuttum kann sigast, at P/F Faroe
Seafood
Samtakið
hevur
hesi
feløg undir sínum hatti: P/F Faroe
Seafood (móðurfelag), P/F Faroe
Fish I, P/F Faroe Fish II og P/F
Kongshavn. Umframt nevndu feløg,
eigur móðurfelagið eisini trý feløg,
sum virka uttanlands, ávikavist í
Danmark, Stórabretlandi og í Frak
landi.
Virkini, sum Faroe Seafood eigur
og ræður yvir, eru sjey í tali í Vági,
Tvøroyri, Tórshavn, Vestmanna,
Miðvági, Saltangará og á Toftum.
Tvey av hesum, ávikavist á Tvøroyri
og í Miðvági, eru ikki opin.
Faroe Seafood eigur eisini ís
fiska trolarar ella partrolarar, sum
vit plaga at rópa teir. Hesir eru
Heykur, Falkur, Rókur, Lerkur,
Stelkur, Bakur, Jaspis og Ametyst.
Teir seks fyrst nevndu eigur felagið
100%, meðan parturin í Jaspis og
Ametyst er 66,66%.
Aftrat
partrolarunum
eigur
felagið eisini 50% í djúpvatns trol
aranum Eydnu.
Undir hattinum hjá Faroe Sea
food er eisini landingarmiðstøðin
Kongshavn í Saltangará.
Nógv arbeiðspláss
Eftir føroyskum mátistokki er
Faroe Seafood ein velduga stór
vinnufyritøka, sum sjálvsagt hevur
stóran samfelagsligan týdning.
Millum 500 og 700 fólk eru
knýtt at flakavirkjunum. Hetta
eru tó ikki ársverk. 100120 mans
eru knýttir at skipunum, 40 fólk at
landingarmiðstøðini Kongshavn –
og 12 fólk eru knýtt at virkseminum
hjá felagnum uttanlands.
Hetta merkir, at samlaða talið
av fólki, sum starvast hjá Faroe
Seafood, liggur onkustaðni millum
650 og 860 fólk.
Hyggja vit eftir, hvussu nógv
samtakið rindar í arbeiðslønum og
hýrum til skipsmanningar í eitt ár,
sær myndin nøkulunda soleiðis út:
Fyri virksemið á flakavirkjunum
er talan um einar 150 miljónir
krónur, hýrur til skipsmanningar
eru umleið 50 miljónir krónur, og
til landarar og umsiting á land
ingarmiðstøðini í Saltangará rindar
felagið umleið 10 miljónir krónur.
Leggjast skal aftrat, at írokn
að hesi tøl eru eisini arbeiðs
marknaðargjøld og eftirlønir.
Samlaði
umsetningurin
hjá
Faroe Seafood samtakinum liggur
um einar 700800 miljónir krónur
um árið.
Tey fimm flakavirkini, sum eru í
gongd, keypa umleið 30.00035.000
tons av ráfiski um árið og skipini,
sum samtakið eigur – ella eigur
part í – fiska umleið 20.000 tons
um árið.
Stórir ringvirkningar
Tað er greitt, at tá ein so stór
fyritøka – í einum so lítlum sam
felag sum Føroyar stendur og
rillar, skapar hetta nógv órógv,
fyrst og fremst millum tey fólk,
sum hava sítt livibreyð á virkjum
og á skipsdekki.
Eingin ynskir sær ótryggleika
undir síni tilveru, og tað gera hesi
fólk sjálvsagt heldur ikki. Øll hava
tey roynt sítt besta, men seinnu
árini hevur hetta ikki rokkið til.
Komandi tíðin fer at vísa, um
Faroe Seafood samtakinum, sum
so mong eru tengd at, verður lív
lagað.
Í hesi grein er ikki nomið við
teir ringvirkningar, sum eitt so
stórt virksemi skapar kring um
landið við teirri keypiorku, sum
hetta virksemi skapar – eins og
við flutningi í Føroyum og millum
lond.
vilmund@sosialurin.fo
Samlaði umsetningurin hjá
Faroe Seafood samtakinum
liggur um einar 700-800
miljónir krónur um árið. Tað
merkir, at hvørt arbeiðspláss
– samanlagt á landi og
sjógvi - í miðal umsetir fyri
eina miljón krónur um árið
... eingin ynskir ótrygg
leika undir síni tilveru, og tað
gera hesi fólk heldur ikki...