Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154 22 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Sørvágur: – Ja, nú verður spennandi at vita, um nakrir keyparar eru harúti, sigur Wentzel róligur. Her er veruliga skil og sómi á øll­ um, hóast menn hava úr at gera: Úr skipslastunum kemur tann dýra­ bara veiðan uppá land. Á bryggj uni taka menn ímóti teimum hundrað­ tals kørunum, áðrenn trukkarnir flyta tey undir tak. Inni á Landingarmiðstøðini verð­ ur eisini eitt stórt arbeiði gjørt, til tann týdningarmikla partin sum nú stendur fyri framman: Sjálv uppboðssølan. – Í gjár seldu vit tvey tons. Megin parturin fór til Fiskavirkið í Gøtu og til Nevið í Runavík, har tað verður skorið til flak, greiðir Wentzel frá. Tá gjørt varð upp henda miku­ dagin í farnu viku ­ 27. november 2010 ­ vórðu 4.302 kilo seld, megin­ parturin toskur. Sløg og støddir Hóast stutt tíð er eftir til sjálv sølan skal byrja her í morgun, er kort ini gjørt eitt stórt arbeiði framm an­ undan. Longu dagin fyri byrjaðu teir fyrstu bátarnir at boða frá, at teir ynsktu landing. Ein av uppgávunum hjá Wentzeli er at skipa soleiðis fyri, at fólk eru at landa allar hesar bátarnar. Sambært yvirlitinum frá Fiska­ marknaðinum vóru 10 bátar og løgdu veiðuna upp til søluna í gjár. Av hesum vóru níggju teirra úr Sand oynni. Av tí at rættiliga væl av útróð­ rarfiski kom upp á land í gjár, má og skal hann verða skildur sundur í fiskasløg og støddir, áðrenn sjálvt uppboðið byrjar ­ tað er: longu klokk an níggju í morgun. Skipanin er soleiðis, at Fiska­ marknaðurin ringir til Wentzel klokkan 8, og so gevur hann teimum eina meting av tí, sum teir hava til dagsins sølu. Klokkan 9 verða so tølini send umvegis telefaks til teir, og síðani koma tølini á telduna og á alnetið. – Tá klokkan er 10, eru øll tøl ini komin út á heimasíðuna hjá Fiska­ markn aðinum. Og so kann sølan byrja, greiðir Wentzel frá. Arbeiðið hjá teimum á Land­ ingarmiðstøðini er síðani at fáa fiskin út til teirra sum hava keypt hann, so skjótt sum gjørligt. Telda – ikki menn Treytin fyri, at ein søla sum henda á Landingarmiðstøðini kann virka, er sjálvandi hon, at fiskur yvirhøvur kemur uppá land her í Sørvági. Henda mikumorgunin varð tíðliga farið til verka á havnar­ lagnum. Longu klokkan 6 vóru teir fyrstu menninir klárir til at fáa tær fyrstu lastirnar uppá land. – Vit byrjaðu at landa garnabátin Drelnes tíðliga í morgun og síðani Vesturskin. Annars landaðu vit Vesturvarða seinnapartin í gjár, vísir Wentzel á. ­ Og nú er so klárt at selja fiskin. Aðrastaðni, til dømis á upp boðs­ søluni í Skagen, verða sølurnar avgreiddar á annan hátt enn her. Har møta fiskakeyparar upp fyri Selja Stór SØLA Klokkan er farin av níggju henda mikudagin í farnu viku, og nú er ikki leingi til dagsins uppboðssøla skal byrja. Men her á Landingarmiðstøðini í Sørvági er eingin panikkur at hóma. Her er alt væl lagt til rættis og fyrireikað. - Vit eru í øllum førum til reiðar, sigur Wentzel Mouritsen, formaðurin á miðstøðini UPSI Fyrr var upsin álitið hjá mongum skipum og virkjum. Í løtuni fæst lítið og einki av hesum fiskaslagnum Mynd: Jens Kristian Vang Vit byrj­ aðu at landa Drel nes tíð liga í morgun og síðani Vestur­ skin. Ann ars land aðu vit Vestur varða seinnapartin í gjár Í gjár seldu vit tvey tons. Meginparturin fór til Fiskavirkið í Gøtu og til Nevið í Runavík, har tað verður skorið til flak