Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154 24 Sosialurin Oyggjablaðið Brestir var Snorri Brend Sørvágur: – Høvdu vit bara klárað tær 20 milliónirnar við árslok, so vóru vit nøgdir, sigur Thorman. Árið í fjør royndist sera væl hjá djúpvatnstrolaranum Brestir, sum nú er heimahoyrandi í Sørvági. Í fjør fiskaðu teir fyri 20,7 mió krónur, og vóna at teir koma næst an so langt í ár. – Vit hava longu fiskað fyri slakar 17 mió krónur. Nú eru tveir mánaðir eftir, so kanska vit klára tað, sigur ein spentur skipari. Brestir hevur fiskað við Føroyar fyrr í ár, men vóru í summar og fiskaðu í grønlendskum sjógvi. Teir komu aftur haðani í farna mánaði, og hava síðani riggað til at fara aftur undir Føroyar at royna. Liviligt skip Liðin eru sløk tvey ár, síðani reiða­ rí’ið “Vesturskin” í Sørvági keypti Brestir til bygdina. Og her hevur hann verið síðani, og her hevur hann eisini staðið sína roynd sum eitt gott skip til fiskiskap og fiskaprís. Bæði skipari og manning um­ borð á Bresti eru nevniliga á einum máli um, at hetta er eitt vala skip sum teir eru mynstraðir við. – Sum ísfiskatrolari undir Før­ oy um er hann heilt sikkurt mill ­ um tríggjar teir bestu, sigur ein av manningini. Ein orsøk til hesa útsøgnina er uttan iva inn rætt­ ingin. Brestir eru í fyrsta lagi bygdur til hetta slagið av fiskiskapi; hann er haraftrat breiður og stórur, og ikki minst arbeiðsligur. Ella sum teir siga umborð: “Eitt ordiliga liviligt skip at vera við”. Umstøðurnar hjá manningini eru eisini góðar. Hvør maður hevur wc og brúsu á sínum egna kamari. Brestir er bestur Brestir hevði annars verið heima­ hoyrandi í Havn, síðani hann varð navngivin í 1986. Hann varð nú keyptur higar til Sørvágs frá einum av feløgunum hjá Akseli Hansen. Thorman hevur verið skipari umborð á Bresti, síðani hann kom til Sørvágs. – Fiskiskapurin hevur gingið væl. Eg haldi ikki at vit hava nakra sum helst orsøk at klaga, sigur hann við einum brosi. Tað gav ikki minst at bíta í fjør, tá Brestir í sínum fyrsta ári við VA á bógnum, fiskaði samanlagt fyri 20, 7 mió krónur. – Ja, vit vóru so tann báturin í okkara bólki, sum fiskaði fyri mesta søluvirðið í fjør. Fyri henda heiðurin fingu skip ari og manning heiðursplátu á Sjómannadegnum í Klaksvík. Og sum vituligt er, hongur henda í messuni umborð á Bresti – til áminning, heiður og víðari ídni til dagliga strevið umborð. Tað serstaka er eisini, at fleiri av teirri 10 mans stóru manningini hava verið saman í mong ár. Flestu teirra vóru við Vesturskin, ið varð seldur, men tá reiðarí’ið síðani keypti Brestir, fóru teir við her ístaðin. Ein teirra, Marner Olsen úr Vest manna, hevur kortini eina serliga støðu umborð á Bresti. Hann hevur siglt við í skjótt 25 ár – í roynd og veru heilt frá tí, at teir bygdu skipið og til í dag. Langt at sigla Brestir er eitt av teimum skipunum sum hevur kvotu, bæði í føroyskum sjógvi og við Eysturgrønland, her teir fiska summarhálvuna. Skal ein samanbera árið í fjør við tað í ár, slepst ikki undan at nevna, at í fjør høvdu teir fiskað helvtina av søluvirðinum, tá teir løgdu í grønlendskan sjógv. – Men í ár var munandi øðrvísi. Tá vit fóru hagar í mai mánaði, høvdu vit einans fiskað ein fjórðing av virðinum. – Vit rokna kortini við, at røkka beint niðanfyri 20 mió krónur, tá árið er av, staðfestir skiparin. Hetta kemur ikki minst av, at fiskiskapurin í Eysturgrønlandi var munandi betri í ár, enn hann var í fjør. Í ár gjørdu teir sjey ísfiskatúrar haryviri, og komu aftur av seinasta túrinum fyri góðum trimum vikum síðani. Einasti trupulleikin er, at tað er so langt at sigla til lands við veiðuni, millum annað til Skotlands. Tað tók teimum tríggjar dagar hvønn vegin. – Ja, vit mistu tí rættiliga nógvar dagar, bara í sigling, vísir Thorman á. Talan er um nærri 40 dagar í ár. Men hvat sakar tað, tá fiski­ skapurin er góður og prísurin eisini. Tá kann manningin ikki annað, enn eisini vera í góðum lagi. – Ja, nú gleða vit okkum bara at fara til fiskiskap aftur um viku skiftið. snorri@sosialurin.fo TROLARI – Tað er eitt øgiligt órudd á dekkinum beint nú. Men alt kemur uppá pláss til vikuskiftið, tá vit fara til fiskiskap aftur, sigur Thorman Niclasen, ið er ættaður úr Bø. Hann er skipari umborð á Bresti, sum hevur havt góðan fiskiskap higartil í ár Vit mistu rættiliga nógvar dagar, bara í sigling Vit vóru so tann báturin í okkara bólki, sum fiskaði fyri mesta søluvirðið í fjør Stóran týdning fyri Sørvág Á hvørjum ári gevur Sørvágs kommuna út eitt kunningarskriv, ið verður sent í hvørt húski. Tá upp skuldi gerast fyri árið 2008, stóð hetta at lesa undir yvirskriftini “Bryggjan og sjógvurin”: Virksemið á bryggjuni hevur verið stórt í árinum, sum brátt er farið. Í tíðindaskrivinum í fjør stóð, at Kallsevni og Grímur Kamban stevndu inn eftir vánni í mai mánaði í fjør. Og meðan táverandi borgarstjórin sat og evnaði árliga kunningarskrivið til, kom stóri trolarin Brestir grøvandi inn eftir fjørðinum og legðist við bryggju. Tummas Henriksen, sum áður, saman við øðrum, hevði keypt Beinir frá Aksel Hansen, og givið honum navnið Vesturleiki, skuldi vera útgerðarmaður hjá hesum trimum trolarunum, sum komnir vóru til bygdar. Í árinum, sum brátt er farið, hevur felagið, sum børnini hjá Jósup Henriksen, sála, eiga, saman við øðrum keypt allar tríggjar trolararnar. Og teir bera nú allir VA á bógnum og hava fingið kendu nøvnini um okkara leiðir á hekkuna, nevniliga Vesturvarði og Vesturskin. Um gongdina hjá skipunum í skjótt farna ári, sigur reiðarin, Tummas Henriksen, at tað kundi gingið betur, men tað kundi eisini gingið verri. Latið okkum vóna, at hetta er nóg gott til framhaldandi rakstur. (Kelda: Kunningarskriv frá Sørvágs kommunu 2009) Tað hevur stóran týdning fyri eina bygd sum Sørvág at lív er í fiskivinnuni og á havnar­ lagnum. Mikudagin í farnu viku vóru bæði størri og smærri før á Sørvági Mynd: Jens Kristian Vang