mikudagur 3. november 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154
Sosialurin
Oyggjablaðið
Bestur
RIGGA TIL
Mikudagin í farnu viku lógu teir
umborð á Bresti við bryggju í Sørvági
og riggaðu til nýggjan túr í føroyskum
farvatni. - Hetta er eitt gott skip, sigur
skiparin, Thorman Niclasen úr Bø
Mynd: Jens Kristian Vang
23 kr/kg
Fiskiskapurin hjá Brestir hevur yvirhøvur
verið góð. Men slagið hevur verið skiftandi.
Í fjør fingu teir soleiðis rættiliga nógvan
upsa, men í ár hava vit næstan ongan upsa
fingið.
Hinvegin royna teir mest eftir kongafiski
og svartkalva, og hevur prísurin verið á eini
góðari leið.
- Jú, prísurin fyri svartkalvan hevur verið
rættiliga góður í summar. Vit hava havt ein
miðalprís uppá 23 krónur fyri kilo, meðan
hann í fjør lá um 18 krónur.
- Og kongafiskurin hevur í ár ligið um 9
krónur. Í mun til í fjør, hevur tað heldur ikki
verið so galið, tí tá lá hann um 7-8 krónur.