Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154 26 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Vestmanna: – Í dag verður megin­ parturin av arbeiðinum gjørt av maskinum, siga tær báðar royndu flakakvinnurnar. Inni í pakkirúminum har tær arbeiða, er so mikið nógvur gang ur, at ein hoyrir nærum ikki manna­ mál. Her er eisini rættiliga kølið, og tað kemur ikki av ongum. Bæði Eyðbjørg og Hildigun hava tí latið seg í eftir umstøðunum, og kunnu nú ótarnaðar útinna teirra arbeiði, sum er at pakka raspað flak til útflutnings. – Her er rættiliga kalt, tí her eru so nógvir frystarar. Og hurðin inn til frystarí’ið fer upp í heilum, so tú skilir, at vit mugu fara til arbeiðis í heitum klæðum, siga tær báðar. So er gott at kunna sleppa inn í kaffistovuna til ein matarsteðg við millumbilum. Og tað var júst í einum slíkum steðgi, at tær steðg­ aðu á eina løtu, fyri at práta við umboð fyri tíðindatænastuna. Henda mikudagin í farnu viku vóru tær báðar ídnu flaka kvinn­ urnar farnar til arbeiðis klokkan 8, og endaði arbeiðsdagur teirra klokkan 4. – Her er gott at vera, og her trívast vit eisini sera væl, siga tær báðar 62 ára gomlu flakakvinnurnar. Burtur við flakavirkjunum Fiskivinnan á landi er aftur til umrøðu her á landi. Fleiri røddir eru frammi og sjónarmiðini eru rættiliga ymisk: Summi halda, at tað verða nær­ um eingi flakavirki her á landi um nøkur fá ár. Onnur duga als ikki at síggja eitt oyggjaland sum Føroyar uttan tey mongu og vælútgjørdu flakavirkini. Spyrt tú tær báðar javngomlu flakakvinnurnar í Vestmanna um hetta málið, er eingin ivi um teirra svar: – Tað verður ringt við ongum flakavirkjum! Røddir hava verið frammi, mill ­ um annað løgmaður, sum hevur sagt, at vanliga flakavinnan skjótt verður søga. Sambært Kaj Leo Johannesen verða stórar bygn­ aðar broytingar at síggja í vinnuni, tí hon er ikki nýmótans og skapar heldur ikki tey virði, ið hon eigur. Ein annar møguleiki, sum hev ur verið nevndur er, at ein so at siga flytur flakavinnuna á landi umborð á flakatrolarar. Henda ætlanin undrar tær báðar vest manna­ konurnar: – Men, altso, – hvat skulu vit gera við øll hesi dugnaligu flakafólkini, um so verður? Hvar skulu tey fara – tí tað eru jú ikki øll ið hava eina útbúgving at hella seg til, siga Eyð­ bjørg og Hildigun samfeldar. – Jamen, so ste FLAKAKVINNUR - Nei, vit kundu ikki hugsað okkum nakað annað arbeiði. At arbeiða sum flakakvinna er fínasta slag, siga tær báðar vestmannakonurnar, Eyðbjørg Olsen og Hildigun Garðalíð. Tær hava arbeitt á flakavirkinum í Vestmanna í ávikavist 33 og 22 ár. - Her trívast vit sera væl. 10 plattar Eisini her á “raspdeildini” á Fiskavirking í Vestmanna eru broytingar hendar, hóast tær báðar, Eyðbjørg og Hildigun, gera eitt rættiliga fábroytt arbeiði, nevniliga at pakka raspað fløk í eskjur. Hetta arbeiðið verður eisini í stóran mun gjørt við maskinum: Í fyrsta lagi umvegis flutningsbandið, sum koyrir flakið gjøgnum ta serstøku sósina og síðani gjøgnum raspið. Tá fløkini eru raspað, fara tey beina leið inn í frystaran. Alt gongur sera skjótt fyri seg - tí tað ganga ikki meiri enn 65 minuttir, so koma fløkini út aftur úr frystaranum. - Og so standa vit báðar bara her og pakka tað í eskjurnar, siga tær báðar Eyðbjørg og Hildigun. Í eskjunum skulu vera 7 kilo av flaki, og verður tað síðani lagt á ein platt, ið kann taka 48 slíkar eskjur. Tær kunnu klára upp í 10 slíkar plattar eftir eini vakt, onkutíð fleiri. - Tað ljóðar kanska eitt sindur óinteressant at standa soleiðis og pakka dag út og dag inn. Men okkum báðum dámar tað sera væl. Tað ljóðar kanska eitt sindur óinteressant at standa soleiðis og pakka dag út og dag inn. Men okkum báðum dámar tað sera væl NØGDIR Hóast ein eskja við 7 kilo í, ikki sær út av so nógvum, so gerast tær smáu nøgdirnar til stórar, tá tær verða pakkaðar her á fiskavirkinum í Vestmanna. – Hetta er eitt gott arbeiði, sigur 62 ára gamla Eyðbjørg Olsen, sum hevur arbeitt í fiski í samfull 33 ár Mynd: Jens Kristian Vang