mikudagur 3. november 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154
Sosialurin
Oyggjablaðið
ðgar alt upp
eyðbjørg olsen (62)
úr Vestmanna
hevur arbeitt á flakavirki
síðani hon var 29 ára
gomul.
– Eg vildi sleppa út at
arbeiða, og tá virkið var
her í bygdini, var tað so
upplagt at eg fór her, sigur
hon.
Eyðbjørg hevur fyri tað
mesta arbeitt inni á
virkinum, men var í samfull
14 ár í kantinuni.
Hildigun garðalíð
(62) úr Vestmanna
hevur arbeitt her á virk
in um, síðani byrjanina av
90’unum.
– Maður mín var timbur
maður, og um hetta mundið
byrjaði at minka við slíkum
arbeiðum. Tá valdi eg at
fara út at arbeiða, sigur
Hildigun, sum annars hevði
gingið heima, meðan børn
hennara vóru smá.
Tað var ikki fremmant fyri
henni at arbeiða í fiski, tí
tað hevði hon gjørt í heimbýi hennara, Klaksvík, og fekk
nú arbeiði sum feriuavloysari her í Vestmanna.
Seinni fekk hon fast starv, og tað hevur hon enn.
Fakta
Fakta
Óhepnar fylgjur
Tær báðar hava tosað seg heitar,
tí skilligt er, at flakavinnan er eitt
evni sum upptekur tær nógv. Og
sum tær hava sína greiðu hugsan
um.
– Tú mást skilja tað, at fiski vinn
an er høvuðsvinna okkara. Ja, hugsa
tær til, um nú eingin flakavinna var
her á landi?
– Um tað hevði verið so, hevði
tað fingið sera óhepnar fylgjur fyri
alt samfelagið. So hevði alt steðgað
upp, eru tær samdar um.
Alt kann ikki gerast og framleið
ast umborð á einum trolara, eins og
á einum flakavirki, har alt verður
gagnnýtt til fulnar.
Eyðbjørg vísir á eitt dømi um
hetta, sum var, tá ið eitt umfatandi
verkfall rakti landið fyri ikki so
nógvum árum síðani. Tá hendi tað, at
arbeiðið á flakavirkjunum steðgaði,
og at bátarnir eisini vórðu lagdir.
– Úrslitið sást beinanvegin:
Eingin løn kom til landið, og tað
var so galið, at tey ið fingu pensjón
máttu bíða við at fáa hana útgoldna,
tí eingin peningur var.
– Men tað sum gjørdi tað heila
meiri álvarsamt var, at ting menn
inir, teir fingu sína løn, meðan
hini máttu bíða, greiðir Eyðbjørg
álvarsom frá. – Er eingin fiskivinna,
kemur heldur eingin peningur til
landið, og tá steðgar alt upp. So
einfalt er tað.
snorri@sosialurin.fo
Framhald á næstu síðu
Hvat skulu vit gera við øll hesi dugnaligu
flakafólkini, um so verður? Hvar skulu
tey fara - tí tað eru jú ikki øll ið hava eina
útbúgving at hella seg til