mikudagur 3. november 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154
28
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tað sum gjørdi tað heila meiri álvarsamt
var, at tingmenninir, teir fingu sína løn, meðan
hini máttu bíða
IKKI FREMMANT
62 ára gamla, Hildigun Garðalíð er ættað úr Klaksvík, og hevur arbeitt í fiski har, áðrenn hon giftist til
Vestmanna og seinni fór at arbeiða í fiski her. – Hetta var ikki fremmant fyri mær, sigur hon
Mynd: Jens Kristian Vang
Vága-vaktin
Henda mikudagin í farnu viku, arbeiddu tær báðar,
Eyðbjørg Olsen og Hildigun Garðalíð, á teirri sonevndu
“Vága-vaktini”.
Hetta er ein vakt, har ein stórur partur av
arbeiðsfólkunum koma úr Vágoynni. Ta vikuna møtti
vaktin klokkan 8 og síðani til hús aftur klokkan 4. Í hesi
vikuni arbeiða tær frá klokkan 4 til midnátt.
At vaktirnar soleiðis skifta hevur lítið at siga fyri tær
báðar royndu flakakvinnurnar. Tær eru í roynd og veru
glaðar um hetta.
- Tað er so deiligt at arbeiða í skiftandi vaktum, tí so fær
ein gjørt ymisk ørindi fyrrapartin, tá ein skal til arbeiðis
um kvøldið - til dømis fara til frisør, tannlækna og slíkt,
siga tær báðar við einum brosi á kinn.
Primitivt
Tey árini, ið tær báðar,
Eyðbjørg og Hildigun
hava arbeitt í føroysku
flakavinnuni eru eisini
stórar broytingar
og rasjonaliseringar
farnar fram.
Ein onnur sera týðandi
broyting er tann
effektiviseringin ið er
hend hesi 33 og 22
árini. Tá var talið av
arbeiðsfólkum nærum
dupult so stórt sum í
dag.
- Ja, tá var munur á. Alt
var tyngri, tí alt skuldi
bæði lyftast og berast
við handamegi. Tað var
sera primitivt, meðan
tað í dag koyrir eftir
einum transportbandi
við teirri fúkandi ferð,
vísa tær á.
- Arbeiðið er vorðið
nógv lættari, men
nú gongur tað eisini
munandi skjótari, og
nógv verður koyrt
ígjøgnum á hvørji
einastu vakt.