mikudagur 3. november 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154
30
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Tá vinnustevnan FaroExpo var í
Runavík, hevði Fiskaaling, sum
hevði bás á stevnuni, vitjan av
norðmanninum, Thoralf Solberg,
sum starvast á marknaðardeildini
hjá stóra norska kynbótafelagnum,
SalmoBreed.
Fiskaaling og SalmoBreed hava
fyrr í heyst skrivað undir sam
arbeiðsavtalu, har norska kyn bóta
felagið skal veita Fiskaaling útvald
rogn, ið eru kynbøtt eftir teimum
ynskjum, sum føroyska alivinnan
hevur.
Avtalan, sum fyribils verður
gald andi í fýra ár, merkir, at Fiska
aling fer at klekja rognini við Áir,
og síðan verður yngulin aldur til
lív fisk á lívfiskastøðini í Skopun,
til hesin verður strokin, og rognini
seld – fyrst og fremst til føroysku
alivinnuna.
Føroyskir alarar kunnu soleiðis
vænta sær fyrstu rognini úr hesum
samstarvi á heysti í 2014.
Trygg heilsustøða
Bæði Fiskaaling og SalmoBreed eru
spent upp á hetta samstarv, sum
feløgini meta fer at geva báðum
pørtum – og føroysku alivinnuni
nakað.
Kristian Petersen, stjóri í Fiska
aling og Thoralf Solberg á markn
aðardeildini hjá SalmoBreed, siga,
at samarbeiðsavtalan fer at tryggja
føroyskum alarum tilgongd til
fremsta kynbótaarbeiði í heiminum,
samstundis sum øll framleiðslan
frá eygarogni fram til strúking fer
fram á landi í Føroyum.
– Hetta skal verða við til at
tryggja góðu heilsustøðuna, sum
føroyska alivinnan hevur í dag, siga
teir báðir.
Á vitjanini í Føroyum var Thoralf
Solberg ein túr í Skopun og vitjaði
á Lívfiskastøðina har, og hann var
eisini á Fiskaaling.
– Eg haldi, at hann var væl
nøgdur við tað, sum hann sá, sigur
Kristian Petersen.
Hyggja frameftir
Leingi hevur verið ógreitt, hvør
lagnan hjá Lívfiskastøðini í Skopun
fór at verða.
Á støðini gongur lívfiskur, men
seinnu árini hevur einki verið gjørt
við veruligt kynbótaarbeiði, sum er
rættiliga kostnaðarmikið virksemi, ið
stór kynbótafeløg uttanlands brúka
nógvar miljónir upp á um árið.
Føroyskir alarar hava tó verið
óførir at keypt føroysk rogn, og enn
í dag hevur Fiskaaling ein markn
aðarpart í Føroyum, sum liggur
oman fyri 50%.
Eitt av málunum við sam
arbeiðs avtaluni millum Fiska aling
og SalmoBreed er, at markn aðar
parturin í Føroyum skal styrkjast
enn meiri, eins og feløgini upp á
longri sikt hugsa um útflutning av
rognum til onnur lond.
Geva inntøkur
Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling,
sigur, at rognini, sum føroysku
alararnir fáa um eini trý ár, verða
rogn, sum tá hava verið undir eftir
liti alla tíðina.
Fiskaaling sær inn
tøkur í laksarognum
ALING – Vit á Fiskaaling eru nøgd, um framleiðslan av rognum kann fáast at hvíla í sær sjálvari. Tað er í fyrsta
lagi føroyska alivinnan, sum er í okkara huga, men vit hugsa eisini um at selja rogn av landinum til útlendskar
laksaframleiðarar, og tá kann talan gerast um eina veruliga forrætning, sigur stjórin í Fiskaaling, Kristian Petersen
Thoralf Solberg, sum starvast á marknaðardeildini hjá SalmoBreed og stjórin í Fiskaaling, Kristian Petersen
Mynd: Vilmund Jacobsen
... Fiskaaling og Salmo
Breed eru spent upp á
nýggja sam starvið, sum fe
løg ini meta fer at geva báð
um pørtum – og føroysku
alivinnuni nakað...