mikudagur 3. november 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Kristian Petersen, stjóri í Fiska
aling, sigur, at í staðin fyri
púrasta at avtaka føroysku
laksafamiljuna, tá nýggju rogn
ini koma á marknaðin um eini
trý ár, hevur Fiskaaling gjørt
av, at sil undan føroyska hann
fiskinum skulu niðurfrystast
og goymast, tá føroyska laksa
familjan annars verður niður
lagað og avtikin.
– Føroyar hava brúkt nógvan
pening upp á lívfisk gjøgnum
árini, men í 2005 helt hetta
arbeiði uppat. Í staðin fyri
bara at avtaka allan hendan
fiskin, hava vit gjørt avtalu
við SalmoBreed, at sil undan
føroyska hannfiskinum verða
niðurfryst hjá teimum.
Kristian Petersen sigur, at
norðmenn hava serfrøði til
slíka niðurfrysting, og tí hevur
Fiskaaling valt at goyma silini
í Noregi.
– Tað ber ikki til at goyma
rogn, og soleiðis eru silini tað
einasta, sum kann goym ast,
so hesin parturin av før oysku
laksafamiljuni kann varð veit
ast á tryggari goymslu.
Stjórin í Fiskaaling dylur
ikki fyri, at føroyska alivinnan
hevur verið fegin um føroyska
lívfiskin, men við tað, at einki
aktivt kynbótaarbeiði verður
gjørt úr hesum fiski longur,
er neyðugt at skifta føroysku
familjuna út.
– Føroyska alivinnan brúkar
eini 20 miljónir rogn um árið, og
okkara partur av hesum hevur
ligið um einar 12 miljónir rogn,
sigur Kristian Petersen.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Nú Fiskaaling og stóra norska kyn
bótafelagið SalmoBreed eru farin
undir samarbeiði um at veita før
oyskum alarum laksarogn, sær
Kristian Petersen, stjóri í Fiska
aling, fyri sær, at Føroyar eisini
kunnu gerast ein útflytari av laksa
rognum.
Men hetta letur seg ikki gera
sum er. Tað er nevniliga eingin
myndugleiki í Føroyum sum sigur,
at rognini eru í lagi. Hetta merkir tó
ikki, at fiskur og rogn eru sjúk, men
fyri at sleppa gjøgnum nálareygað
hjá eitt nú ES er neyðugt at skjal
prógva, at rognini ikki eru fongd
við sjúku.
Stjórin í SalmoBreed, OddGeir
Oddsen, heldur, at avtalan millum
partarnar eisini er týdningarmikil
fyri norska kynbótafelagið.
– Vit vilja viðvirka til, at Fiska
aling, sum í dag hevur eini 5075%
av føroyska marknaðinum, sum
frá líður fer at gerast enn sterkari á
marknaðinum, sigur hann.
Heimaarbeiði
Kristian Petersen sigur, at skulu
Føroyar kunna gerast útflytari
av laksarognum, skal eitt arbeiði
gerast her heima í Føroyum, soleiðis
at vit kunnu skjalprógva yvirfyri
ES og øðrum, at okkara framleiðsla
lýkur tey krøv, sum londini seta.
– Tá einki skjalprógv er, hava vit
heldur ikki klassapappírini í lagi –
um vit kunnu siga so, leggur hann
aftrat.
Hvussu ein skipan kann fáast
í lag við, at føroysk rogn fáa síni
skjalprógv, er nakað, sum politiski
myndugleikin og landsdjóralæknin
mugu finna út av.
– Eg kundi hugsað mær, at tað
í hesum føri er vinnumálaráðið,
sum heitir á landsdjóralæknan um
at seta hol á hetta arbeiði, sigur
Kristian Petersen.
Fara vit góð 10 ár aftur í tíðina,
hava Føroyar áður útflutt rogn
til Chili, men hetta læt seg gera, tí
krøvini, sum Chili tá setti fyri at
keypa hesi rogn, ikki hava verið
serliga strong.
vilmund@sosialurin.fo
Føroyska laksafamiljan hjá Fiskaaling verður
ikki heilt útruddað, sum árini ganga, tí felagið fer
at lata sil undan hesum laksi niðurfrysta
Sil niður
frystast og
varð veitast
LAKSAFAMILJA Hóast føroyski
lívfiskurin verður avtikin, tá rognini,
sum Fiskaaling og SalmoBreed
fara at framleiða í felag, koma
á marknaðin, fer Fiskaaling
kortini at lata niðurfrysta sil
undan føroysku laksafamiljuni
... tá einki
skjalprógv
er, hava vit
heldur ikki
klassa pappír
ini í lagi...
KRISTIAN PETERSEN
... tað ber ikki til at
goyma rogn, og soleiðis eru
silini tað einasta, sum kann
goymast...
KRISTIAN PETERSEN
– Vit síggja stórar møguleikar í
hesum samstarvi, sum upp á longri
sikt eisini kann koma at geva inn
tøkur við sølu.
Stjórin sigur, at í fyrstu syfti
er hann nøgdur, um framleiðslan
av rognum til føroyskar alarar
kann fáast at hvíla í sær sjálvari.
Hinvegin kunnu inntøkur skapast
við sølu til føroysku alivinnuna,
um vinnan tekur dyggiliga undir
við kynbótasamstarvinum millum
Fiskaaling og SalmoBreed.
– Tað er í fyrsta lagi føroyska
alivinnan, sum er í okkara huga,
men vit hugsa eisini um at selja
rogn av landinum til útlendskar
laksaframleiðarar, og tá kann talan
gerast um eina veruliga forrætning,
sigur hann.
Betri enn vit
Kristian Petersen leggur aftrat, at
meðan samstarvið millum føroyska
og norska felagið er í gongd og
verður bygt upp, fer Fiskaaling
sum higartil at selja rogn undan
føroyskum lívfiski til føroysku
alararnar.
–
Føroysku
rognini
undan
lívfiskinum, sum nú gongur í
Skopun, verða burtur, tá rognini,
sum spyrjast úr samstarvinum
millum Fiskaaling og SalmoBreed,
taka yvir. Føroyskir alarar hava
verið fegnir um føroysku rognini,
men tá kynbótaarbeiði longu er
hildið uppat fyri nøkrum árum
síðan, ber í longdini ikki til at
byggja føroyska laksaaling á henda
lív fisk.
Kristian Petersen vísir á, at tað
hendir nógv á hesum øki, og hevði
Fiskaaling ikki fingið samstarvið
við SalmoBreed í lag, høvdu onnur
kynbótafeløg við árunum gjørt tað
nógv betri enn føroyingar.
Stjórin í Fiskaaling fegnast eisini
um, at endalig greiða nú er fingin á,
hvør framtíðin hjá Lívfiskastøðini í
Skopun verður.
Hittust í Brüssel
Tað var annars á matvørumessuni í
Brüssel fyrr í ár, at Fiskaaling kom í
samband við SalmoBreed, og longu
nú í heyst er samarbeiðsavtala fing
in í lag millum partarnar, sum fer at
veita føroyskum alarum rogn um
eini trý ár.
vilmund@sosialurin.fo
Føroyar kunnu
ikki útflyta rogn
ALING Sum er, kunnu føroysk laksarogn ikki seljast til ES
og onnur lond, tí tað er eingin føroyskur myndugleiki sum
sigur, at framleiðslan lýkur tey krøv, sum umheimurin setir
Skulu laksarogn úr Føroyum
fáa skjalprógv sum verandi
uttan smittuvanda, noyðist
vinnumálaráðið helst at heita
á landsdjóralæknan um at
seta hol á hetta arbeiði