mikudagur 3. november 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154
32
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Noreg: Í næstan eitt samdøgur í
havsneyð, rak hann runt í bjarg
ingarbátinum, fullkomiliga yvir
giv in til veður og vind.
– Tað var ótrúliga heppið at
hann varð funnin, sigur Eirik
Walle, sum er bjargingarleiðari í
Hovedredningssentralen í Suður
noregi, við norskar fjølmiðlar.
Næstseinasta
sunnudag
var
tann 40 ára gamli útróðrarmaðurin
úr Frøya farin til fiskiskap í ein
landnyrðing úr Halten.
Tá kom brádliga eldur í 40 føtur
stóra bátin. Maðurin hevði ikki
annað í at velja, enn at skunda
sær í lívdraktina og síðani leypa í
bjargingarbátin.
– Maðurin leyp í bjargingarbátin
um 10tíðina henda sunnumorgunin.
Hann hevur greitt frá, at tíð var ikki
at boða frá eldsbrunanum, tá hann
mátti fara av bátinum.
– Av tí at hann ikki fekk boðað
frá, og tí at hann hevði sagt, at hann
ikki kom aftur fyrrenn um tríggjar
dagar, var eingin sum saknaði
mannin, greiðir Eirik Walle víðari
frá.
Havætt
Walle heldur, at tað var satt hepni,
at útróðrarmaðurin varð funnin.
– Tað var eingin skipaferðsla
í økinum, meðan maðurin rak í
bjargingarbátinum um náttina.
Eingin hevði heldur sæð eldsbrunan
umborð á bátinum.
– Hann var ótrúliga heppin, tí
tað var havætt og hann rak ímóti
landi. Hevði tað hinvegin verið
avlandsvindur, var hann rikin til
havs, greiðir Walle frá.
Útróðrarmaðurin varð noyddur
at vera í bjargingarbátinum alla
náttina, í heglingi, kulda og við
strúki í vindi. Men árla morgunin
eft ir varð hann sæddur av einum
brunnbáti, Ro Master, sum sigldi
fram við.
40 ára gamli útróðrarmaðurin
varð funnin í øllum góðum. Báturin
hinvegin er ikki funnin, og er eftir
øllum at døma sokkin.
– Tað seinasta sum maðurin
sá av bátinum var ein stórur logi.
Hann er heilt vísur í, at báturin nú
liggur á havsins botni, greiðir Walle
frá.
snorri@sosialurin.fo
Snorri Brend
Hirtshals: – Vit eru sjálvandi
fegin um ferðafólkini, ið koma
higar um summarið. Men vit
vilja eisini skapa bestu um
støður fyri føroyska út flutn
ingin av fiski, sigur havna
stjórin.
Til tess at nøkta henda tørv
in hevur havnin í Hirtshals
ver ið fyri stórum broytingum
og útbyggingum. So seint sum
í farna mánaði var reisigildi í
einum 400 fermetrar stórum
rampubygningi, sum er gjørdur
júst fyri at veita føroyska
flutn ingsfelagnum bestu tæn
ast una.
Við hesi útbyggingini verða
umstøðurnar til goymslu mun
andi øktar, og eru nú omanfyri
1300 fermetrar til støddar. Men
útbyggingin heldur ikki uppat
við hesum.
Samstundis sum rampu
bygningurin hevur verið í gerð,
hevur ein útvegað pláss til om
an fyri 200 trailarar.
– Við hesum ynskja vit, at
skapa teir karmar sum bæði
Smyril Line og Smyril Blue
Water hava tørv á, fyri at
kunna betra um góðsflutningin
millum Føroyar, Ísland og
Europa, verður sagt.
Høvuðssæti
Henda útbyggingin er kortini
ikki tann einasta sum hendir
á havnarlagnum í Hirtshals í
hesum døgum.
Eftir at Hirtshals verður heil
árlig atkomuhavn hjá Smyril
Line, hevur flutningsfelagið
Smyril Blue Water tikið avgerð
um at flyta høvuðssætið sítt til
Hirtshals.
Nú verða betri møguleikar
og umstøður skaptar, soleiðis
at umskipingin av fiski úr
Føroyum og Íslandi og víðari
til Europa, kann gerast bæði
skjótt og væl.
– At vit nú flyta higar fer at
styrkja Hirtshals Havn sum
eitt knútapunkt fyri flutn ingi
í Norðuratlantshavi, Norð ur
londum og í Norðureuropa,
verður sagt.
Hetta samsvarar eisini væl
við ætlanina hjá havnini, ið
miðar eftir at gerast størsta
fiskivinnuhavnin í Norður og
Vesturjyllandi í 2016.
Altíð pláss til
ein trailara
aftrat
ÚTFLUTNINGUR Í Hirtshals fegnast
tey um avgerðina hjá Smyril Line at
lata Norrønu sigla higar alt árið.
– Vit hava nú fingið eitt nýtt tilknýti
til Føroyar, sigur havnarstjórin,
Jens Jensen við Oyggjablaðið
FLUTNINGUR
Havnin í Hirtshals skal gerast
størsta fiskivinnuhavnin í
Norður- og Vesturjyllandi
í 2016. - Vit fegnast um at
Smyril Line nú fer at sigla
higar alt árið, sigur stjórin,
Jens Jensen (innfeldur)
Rak í bjargingar
báti í eitt samdøgur
TRONGLIGT
Í hesum lítla bjargingarbátinum yvirlivdi útróðrarmaðurin í nærum eitt samdøgur
BJARGING Tað byrjaði brádliga at loga umborð á bátinum. Hetta
hendi so skjótt, at útróðrarmaðurin í roynd og veru bara mátti
leypa í bjargingarbátin, uttan møguleika at senda út neyðarkall.
Skelkandi at
eingin sá hann
Skiparin á Ro Master,
Håkon Wahl heldur tað
vera ótrúligt, at eingin
ann ar legði merki til bjarg
ingarbátin.
– Tað hava uttan iva verið
fleiri bátar, sum hava siglt
framvið honum. So tað
er nærum skelkandi, at
hann ikki varð sæddur av
øðrum, sigur Wahl.
Umborð á bjargingar bátin
um var bæði neyð bluss
og rakettir, sum vórðu
brúktar, uttan at tað
hjálpti.
– Tá vit funnu hann, hevði
hann brúkt øll neyð bluss
ini. Vit sóu bara ljósini frá
bátinum í hesum far vatn
inum, sum er rættiliga
ótrygt.
– Jú, tað var ikki besta
farvatnið sum hann hevur
rikið í: Ringur sjógvur.
Nógv sker og grynnur. Og
í bjargingarbátinum er
bara eitt tunt “gólv”, vísir
Wahl á.
Tað sjáldsama við hend
ing ini er, at út róð rar
mað urin og Håkon Wahl
hava verið vinir heilt frá
barnaárum.
Hann var ótrú liga heppin,
tí tað var hav ætt og hann rak
ímóti landi. Hevði tað hin
vegin verið avlands vindur, var
hann rikin til havs