mikudagur 3. november 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Tað er sjáldan, at veiðan eftir fleiri
fiskasløgum í roynist væl sam
stundis. Hetta síggja vit í uppi
sjóvar vinnuni, og vit síggja tað
eisini, tá ræður um tosk, upsa og
hýsu.
Í fleiri ár hevur lítið verið at
fingið av toski, men nú er toskurin
eftir hvat fiskifrøðin veit at siga
eftir øllum at døma við at koma
fyri seg aftur.
Meðan toskur hevur talt minni í
veiðini hjá skipum og bátum, hava
partrolarar og lemmatrolarar fingið
nógvan upsa.
Upsaveiðan hevur verið góð í
fleiri ár, og serliga royndist árið
2009 avbera væl. 2008 var eisini eitt
gott upsaár, meðan líkt er til, at árið
í ár fer at líkjast árinum 2007.
Tøl
hjá
landingarmiðstøðini
Kongs havn í Saltangará vísa, at tað
serliga eru seinastu mánaðirnir í ár
sum hava svikið.
Kongshavn landar nógv tey
somu skipini, og tí geva tøl hjá land
ingarmiðstøðini eina rímiliga góða
heildarmynd av støðuni.
Minkandi nøgdir
Landingarmiðstøðin hevur gjørt
upp landingartøl fram til endan av
oktober í ár. Hesi vísa, at samlaðu
nøgdirnar higartil í ár eru 25.700
tons móti heili 33.900 tonsum í
2009. Munurin er soleiðis meiri enn
8.000 tons. Av samlaðu nøgdunum
higartil í ár eru 7.700 tons gulllaksur,
meðan gulllaksurin somu tíð í fjør
taldi 9.400 tons.
Aftrat gulllaksi landar Kongs
havn næstan bara upsa, og tá vit
taka gulllaksin burtur úr, sæst
týði liga, at upsalandingarnar í ár
ikki kunnu samanberast við árið í
fjør, ið sum nevnt var eitt sera gott
upsaár.
Áðrenn vit fara at hyggja eftir,
hvussu oktober mánaði annars
hevur roynst onnur ár, kunnu
vit taka samlaðu landingarnar á
landingarmiðstøðini
Kongshavn
fram til endan av oktober, fýra
fylgjandi ár á rað:
2010 – 25.700 tons
2009 – 33.900 tons
2008 – 28.400 tons
2007 – 24.000 tons
Taka vit gulllaksin burtur úr,
eru landingartølini fyri gulllaks
seinasta dag í oktober hesi:
2010 – 7.700 tons
2009 – 9.400 tons
2008 – 6.800 tons
2007 – 7.000 tons
Heystið svíkur
Hyggja vit nærri eftir tølunum hjá
landingarmiðstøðini
Kongshavn
fyri árið í ár og samanbera við árið
2007, sum líkist árinum í ár, síggja
vit, at tað serliga er heystið, sum
hevur svikið í ár.
Tølini vísa, at meðan januar,
februar og mars í ár royndust betri
enn somu mánaðir í 2007, hevur
tíðin síðan einaferð miðskeiðis í
summar í ár roynst munandi verri
enn í 2007.
Vit kunnu hyggja eftir, hvussu
oktober mánaði annars hevur
roynst undanfarin ár:
2010 – 1200 tons
2009 – 1700 tons
2008 – 1900 tons
2007 – 1800 tons
Tað eru serliga august, september
og oktober í ár, sum ikki hava roynst
serliga væl hjá ísfiskatrolarunum.
vilmund@sosialurin.fo
Siga frá
nógvum
lívi í
sjónum
FISKI VEIÐA
Onkur skip hava
gjørt góðar túrar,
meðan onnur
hava drigið
svart. Tó verður
sagt frá nógvum
lívi í sjónum
Vilmund Jacobsen
Onkur vil kanska siga, at
hetta hevur verið eitt undar
ligt heyst.
Einstøk pør hava gjørt
hampiliga góðar túrar, meðan
onnur næstan hava drigið
svart. Og viðhvørt eru tey
skip, sum gjørdu góðan túr, á
túrinum eftir komin innaftur
við rættiliga lítlari veiði.
Menn, sum fiska úti á
feltinum siga annars frá
nógvum lívi í sjónum nú í
heyst, men ivasamt er, um
hetta er hvítingsbróður ella
makrelur,
sum
framvegis
reikar í føroyskum sjógvi.
Nógvir høvdu vónað, at
upsaveiðan av álvara fór at
taka seg uppaftur, nú heystið
er komið, men í løtuni eru
eingir munandi batar at
hóma.
Sum tíðin gongur, fer tað
eisini at vísa seg, um upsa
veiðan veruliga er minkað
so nógv, sum illgruni er um
– ella, um fiskiskapurin fer at
taka seg uppaftur, tá veturin
nærkast.
Góðir upsaprísir
Einki er so ringt, at tað ikki er
gott fyri okkurt.
Soleiðis plaga vit at taka
til.
Nú útboðið av upsa er
vorðið minni, fáa fiskimenn
og reiðarar sum heild væl
meiri fyri fiskin.
Virkisleiðari
segði
við
Sosial in í síðstu viku, at
høvdu teir fingið 200 tons av
upsa fyri 9 krónur fyri kilo –
so høvdu teir keypt.
– Men tað fæst bara ikki
fatur á nøkrum serligum
nøgdum av upsa í løtuni,
segði hann við Sosialin.
vilmund@sosialurin.fo
Tølini prógva at upsa
veiðan er væl minni
Upsin hevur havt stóran týdning fyri ísfiskaskipini og fiskavirkini í mong ár. Tí merkir tað eisini minkandi fiskaarbeiði, tá minni upsi kemur upp á land
Mynd: Vilmund Jacobsen
VEIÐA Fram til endan av oktober mánaða, hevði landingarmiðstøðin Kongshavn
landað stívliga 8.000 tons minni enn somu tíð í fjør. Tøl yvir seinastu árini vísa, at
tað serliga eru hesir seinastu mánaðirnir, sum hava roynst vánaligir til upsa