Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-03, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154 34 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Nú avtalur eru gjørdar millum strandalond um svartkjaft og norðhavssild, er greitt, at føroyska svartkjaftakvotan, sum í ár var eini 130.000 tons, í komandi ári bert verður sløk 10.000 tons. Eisini er føroyska kvotan av norðhavssild minkað úr 76.000 tonsum niður í 51.000 tons. Orsøkin til hesar niðurskurðir eru ikki eitt verri býti fyri Føroyar, men tí, at mett verður, at serliga svartkjaftastovnurin er sera illa fyri. Eitt er, at nótaskipini kunnu koma at liggja meiri í komandi ári orsakað av hesum skerjingum. Annað er, hvussu tað fer at eydnast Føroyum at samráða seg fram til býtisavtalu við russar um tosk í Barentshavinum, tá vit ongan svartkjaft hava at lata teimum. Í verandi avtalu fyri 2010 lata Føroyar russum umleið 85.000 tons av svartkjafti og eini 14.000 tons av makreli afturfyri tosk úr russiska partinum av Barentshavinum. Hevur vónir Hvussu leikur fer í samráðingum millum standalondini um makrelin fyri 2011, er ógjørligt at siga í løtuni. Tveir fundir hava verið í London, og ætlandi verður hin triði fundurin í Noregi seinni í hesum mánaðinum. Sum skilst, hava partarnir flutt seg ógvuliga lítið á teimum báðum fundunum sum hava verið. Jacob Vestergaard, lands stýris­ maður í fiskivinnumálum, sigur, at meðan ES kanska er farið at skilja føroysku sjónarmiðini í makrel­ spurninginum eitt lítið sindur betri, er ikki líkt til, at Noreg í løtuni hevur hug at flyta seg tað minsta. – Alt bendir tí á, at hetta enn einaferð verða torførar samráðingar, har trupult verður at sannføra hini londini um, at Føroyar eiga ein frægari part av makrelinum. Tann stóri og torføri spurning­ urin seinastu tíðina hevur verið, hvussu Føroyar kunnu tryggja sær eina avtalu við russar, nú vit ongan svartkjaft hava at lata russum. Samráðingar um sínámillum fiskiveiðirættindi millum Føroyar og Rusland verða eisini seinni í hesum mánaðinum, og Jacob Vester gaard, landsstýrismaður, held ur, at tað einasta, vit kunnu bjóða russum, er makrelur. – Men makrelur hevur eisini verið ein partur av býtishandlinum millum londini í fleiri ár, sigur hann. Góð søluvøra Ivi hevur verið reistur í Føroyum um, hvørt russar munnu fara at skoyta um føroyskan makrel í býti við tosk, um Føroyar ikki vilja skriva undir strandalandaavtaluna í ár heldur og kanska enn einaferð fara at áseta sær eginkvotu fyri 2011. – Nú kunnu vit enn einki siga um, hvussu verður við makrelinum fyri komandi ár, men vit fingu ta fatan í summar, at russar avgjørt eru áhugaðir í at fáa makrel í býti við tosk, nú Føroyar ongan svartkjaft hava at lata. Jacob Vestergaard vísir á, at gjøgnum fleiri ár hevur tað verið soleiðis, at føroysku nótaskipini hava kunnað fiskað út við 60% av okkara makrelkvotu, og síðan hava vit latið russum umleið 40% av kvotuni í býtishandli fyri tosk úr Barentshavinum. – Vit hava sum so bara latið russum makrel og fingið tosk aftur­ fyri. Tann makrelur, vit hava latið eitt nú Noreg og ES, er gjarna komin aftur til Føroyar sum makrelur frá teimum. So, makrelhandilin mill­ um Føroyar og ávikavist Noreg og ES hevur mest sum staðið upp og niður, sum landsstýrismaðurin tekur til. Føroyar hava nokk eisini latið smá vegis nøgdir av makreli til Ís­ lands. – Eg vóni, at vit í samráðingunum við russar, sum nú liggja fyri framm an, kunnu egna teir við makreli í staðin fyri við svartkjafti, sigur Jacob Vestergaard. vilmund@sosialurin.fo Føroyar kunnaðu ES um makrel MAKRELUR Jacob Vester­ gaard er fegin um, at Føroyar hava fingið høvi at greiða fiski­ vinnu nevndini í ES frá okkara sjónar miðjum í makrel spurn­ inginum Vilmund Jacobsen Í síðstu viku var Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, í Brüssel, har hann kunnaði fiskivinnunevndina hjá ES um føroysku sjónarmiðini í makrelspurninginum. Fundurin kom í lag eftir ráðstevnuna í Føroyum fyrr í heyst um uppisjóvarfisk. ES nýtti tá høvi at bjóða Føroyum og Íslandi til fundar í Brüssel um makrelin, har londini kundu greiða frá sínum sjónarmiðjum. Fyri Føroyar var Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri í Brüsel, meðan Ísland møtti ikki. Sum skilst, setti fiski­ vinnunevndin hjá ES stóran prís upp á, at Føroyar møttu, eins og tey harmaðust um, at Ísland ikki kom við. Tilfarið og framløgan, sum Jørgen Niclasen hevði við sær í Brüssel, var sett saman í samstarvi millum ráðini bæði, og sum skilst hava Føroyar fingið góðar og positivar afturmeldingar úr Brüssel um, at vit vildu møta upp og greiða frá okkara sjónarmiðjum. Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður í fiski vinnu­ málum, sigur seg ikki duga at meta um, hvørt ein slík kunning og ein slíkur fundur kunnu flyta nakað, men hann fegnast um, at Jørgen Niclasen var við á hesum fundi, og hann fegnast eisini um, at afturmeldingarnar hava verið positivar. vilmund@sosialurin.fo AVTALA ­ Nú kunnu vit enn einki siga um, hvussu verður við makrelinum fyri komandi ár, men vit fingu ta fatan í summar, at russar avgjørt eru áhugaðir í at fáa makrel í býti við tosk, nú Føroyar ongan svartkjaft hava at lata, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum – Eg vóni, vit kunnu egna við makreli – Tað verður ikki lætt at fara til samráðingar við russar um sínámillum fiskiveiðiavtalu við ongum svartkjafti, men eg vóni, at okkum fer at eydnast at fáa eina góða avtalu í hús, sigur Jacob Vestergaard Makrelur hevur verið ein partur av býtishandlinum millum Føroyar og Rusland í fleiri ár JACOB VESTERGAARD