Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-03, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154 Sosialurin Kjak Mánadagin framdi antropo­ logurin og granskarin á Føroya Læraraskúla, Firouz Gaini eitt ógemeina ófantaligt og ósatt alment álop á Dimmalætting og journalistin, Katrin Erlends­ dóttir í Sosialinum. Orsøkin til skrópingar­ herð­indi hjá skjarrliga granskaranum er tann, at Dimmalætting fríggjadagin í markleysum frekleika dittað­i sær at sitera burtur úr eini longu almannakunngjørdari grein hjá honum í norska vísindatíð­arritinum, BARN. Í gravskitna álopinum í Sosialinum mánadagin pástendur granskarin, at allur hugsandi etikkur, øll basal sámiligheit og virð­ing – bæð­i fyri hansara gransking og honum persónliga ­ rætt og slætt eru trað­kað­ undir fót. Av Dimmalætting. Tí Dimmalætting hevur dittað­ sær at sitera burtur úr eini grein hjá honum í norska BARN, uttan at hann persón­ liga sjálvur hevur valt út og vinklað­ og at enda vælsignað­ greinina. Gaini hevur her púrasta misskilt uppgávuna hjá fjøl­ mið­lum. Gaini má – eins og øll onnur – finna seg í, at vit hava frælsar fjølmið­lar. Avísini stendur púrasta frítt at sitera burtur úr hansara alment fíggjað­u granskingar­ greinum, men Gaini líkar ikki at missa kontroll. Hann vil og krevur og insisterar uppá annað­hvørt at sleppa at redigera innihaldið­, ella verð­a bæð­i journalistur og avís svínað­ til alment, so eingin hereftir skal tora at nerta hansara forkunnugu gransking við­ eini eldtong. Ikki við­ einum orð­i skrivar Gaini, hvørjar faktuellar feilir, avísin hevur gjørt seg seka í. Tí hetta er nevniliga als ikki orsøk til hvítgløð­andi vreið­u hansara. Orsøkin er tíverri tann einfalda, at hann ikki finnir seg í, at vulgerir fjølmið­lar við­ greið­um vinklum og stutt­ um greinum dálka hansara drúgvu akademisku útreið­­ ingar, soleið­is at vanlig fólk – almenningurin, sum rindar hansara løn – tímir at lesa. At hetta er tristi veru­ leikin stendur greitt longu sunnumorgunin, áð­renn fólk flest hava fingið­ turkað­ svøvnin úr eygunum. Tá sendir hann nevniliga við­ heilsan frá “Fróð­skaparsetur Føroya” øllum starvsfólkum á Dimmalætting persónligt langt teldubræv, har hann svínar blað­kvinnuna til og krevur at fáa at vita, hvørjar avleið­ingar hendan stóra syndin skal hava fyri blað­­ kvinnuna. Hann sendir 63 – tríogtrýss! ­ teldubrøv avstað­. 21 teldubrøv sendir Firouz Gaini avstað­ klokkan 7.54. 21 afturat klokkan 8.28 ­ og síð­ani, tá klokkan er blivin 8.43 henda halga sunnu­ morgun – trokast aftur 21 útspillandi teldubrøv frá Fróð­­ skaparsetri Føroya seg saman í innbakkanum hjá starvs­ fólkunum á Dimmalætting. Fyri at skera tað­ út í papp fyri lesarunum, so hevur Dimmalætting gjørt hetta mistakið­: At avísin nakrantíð­ setti seg í samband við­ Firouz Gaini. Hetta var í roynd og veru óneyð­ugt, tí avísin jú hevur rætt til at sitera úr tí longu almannakunngjørdu greinini. Samstundis var hetta sum at rætta einum vissum lítlafingur – sum tey 63 skitnu teldubrøvini og líka so skitnað­ álopið­ í Sosiali­ num mánadagin prógvar. Hann fær tað­ eisini at ljóð­a, sum um einhvør kann krevja at sleppa at bestemma inni­ haldið­ í greinum, sum verð­a prentað­ar í Dimmalætting. Soleið­is er ikki, um man eitur Gaini ella okkurt heilt annað­. Tað­ er og verð­ur rætturin hjá redaktiónini á Dimma­ lætting at við­gera, vinkla og formidla tilfar til lesarar okkara. Og tað­ fer Dimma­ lætting framhaldandi at gera, uttan mun til, hvussu alment fíggjað­ir granskarar eymka og vena seg. Aftursvar til Firouz Gaini Árni Gregersen ábyrgdarblaðstjóri Katrin Erlendsdóttir journalistur Búskaparráð­ið­ er komið­ við­ einari óheftari meting um føroyska búskapin. Ráð­ið­ vísir á, hvørja leið­ gangast kann, soleið­is at bygnað­arliga hallið­ verð­ur burtur í 2015. Áhugavert er at lesa hesa frágreið­ing og ikki minni áhugavert er at leggja tilmerkis, at tað­ ongastað­ni í frágreið­ingini verð­ur roynt at vegleið­a myndugleikarnar um, hvussu almennu lønarvið­urskiftini eiga at verð­a framyvir. Politikararnir siga, at tað­ als ikki er pláss fyri eini lønarhækkan, um bygnað­ar­ liga hallið­ skal verð­a burtur í 2015. Hesum tekur búskaparmetingin frástøð­u frá. Hinvegin sigur frágreið­ingin, at málið­ kann náast í 2015, um inflatiónin heldur seg til uml. 2% árliga. At halda at inflatiónin verð­ur lægri enn hetta er óveruligt. Hetta merkir, at føroyski lønmótakarin má, fyri at fáa sama virð­ið­ í lønarposan, hava ein lønarvøkstur á áleið­ 2% árliga. Annars fylgir lønmótakarin ikki við­. Lønin má hækka 2% um árið­, skal virð­ið­ verð­a tað­ sama, men væntandi er hetta ikki nóg nógv. Lønarposin fer at gerst soltnari, tí størri hol verð­a klipt í bjølgin. Skattaskrúvan, sum er skrúvað­ í botn, og hækkandi avgjøldini gera, at holini í lønarposanum gerast alt størri. Posin lekur sum soldið­. Skal føroyski lønmóttakarin liva av tí, ið­ eftir er í útgatað­a lønarposanum, má útreið­sluneutraliteturin hjá teimum ráð­andi finnast að­rastað­ni enn hjá lønmótakaranum. Her má politikkur til. Loysnin er ikki at taka vunnin rættindi frá fakfeløgunum. Í Føroyum, her alt er ov dýrt fer at gerast enn dýrari at liva. Tí taki eg fult undir við­ almennu fakfeløgunum, tá ið­ tey siga: »Vit krevja nakað­, og vit fáa nakað­«. Dýrt verður dýrari Jónleif Johannesen Samstarv.org Tað­ er óalmindiliga lítið­ álvara í fundinum, so vítt eg dugi at hoyra, so er tað­ serliga hjá teimum yngru fólkunum, hvussu man kann spenna bein fyri ein annan, og sjálvdan hevur tað­ nakað­ upp á seg. Oftast fáa tey klagurnar aftur í høvdið­ við­ ongum beskeð­. Tí er tað­ í eg ofta tonki um tað­ ikki hevð­i verið­ vert at minka tingmannatali nið­ur í einar 25 tinglimir og sum helst skuldu ligið­ um pensiónsaldur, tá vóru fólk sum høvdu lívsroyndir, sum høvdu fari meira hóvliga fram og høvdu kunna fingið­ okkurt á skaftið­. Tey kanska høvdu funnið­ uppá okkurt sum kundi skaffað­ arbeið­spláss, tað­ skuldi ikki verið­ skeivt, um landið­ skapað­i rammurnar. Tað­ er løgið­ at arbeið­sfólkið­ verð­ur ikki tikið­ upp á tunguna. Ein verð­sins skúladepilskal byggjast í Havn, tá verð­ur stutt at renna út í Tinganes at bið­ja um stuð­ul og verð­a tey eisini væl mannað­i at bið­ja um nógvan stuð­ul. Tunnil vilja tit ikki byggja til Sandoynna, so má setast av til nýtt ferð­amannaskip, og tað­ má blíva eitt væl størri skip, tí Teistin er alt ov lítil, og so aftur at byggja út í Skopun, so skipið­ sleppur inn har. Men eitt gott er álíkavæl, sum væl verð­ur lagt til merkis, og tað­ er at brúka Sandoynna til alistøð­ hjá fótbóltsspælaranum, tí hvørja ferð­ tað­ bragdar við­ góð­um spælara, so eru pengamenn norð­anfjørð­s eftir honum. Eg veit ikki, hvussu tað­ er við­ skrivifrælsi, tí man fær ongantíð­ at vita, hvat í verð­ur goldið­ fyri hvønn spælara. 25 tingmenn - um pensjónsaldur Sólvit Simonsen Av góðum grundum havi eg nú tíð at lurta eftir ting­ fundum, og royni eg at lurta av og til, í hvussu so er