Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155 4 Sosialurin Áki Bertholdsen Tá ið búfólk einaferð næsta ár flyta inn í nýggja ellis-og røktar heimið í Vági verða tað fleiri sengur, sum fara at stan da tómar. Tað er greitt, nú pussli- spæl ið um sparingarnar hjá Nær verkinum í Suðuroy lok- sins liggur sum tað skal. Nýggja ellis- og røktar- heim ið í Vági verður liðugt næsta vár, ella tíðliga næsta summ ar og har verður pláss fyri 24 búfólkum. Men Nærverkið í Suðuroy skal spara so mikið nógv, at tað verður ikki ráð at fylla tað fyrrenn í fyrsta lagi í 2012. Seks pláss spard burtur Mary í Garði, stjóri í Nær- verki num, staðfestir, at upp runa liga ætlanin um at spara 2,7 milliónir hjá Nær- verki num í Suðuroy, stendur við, hóast mikið rok var um hana fyrr í ár. Men har tað upprunaliga var ætlanin, at alt skuldi spar ast á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi á Tvøroyri, verð ur upphæddin nú býtt sund ur ímillum heimið á Tvør oyri og nýggja ellis- og røktar heimið, sum verður bygt í Vági og sum verður liðugt næsta summar. Sostatt er næstan helvtin av sparingini, sum skuldi verða á Tvøroyri, nú flutt til Vágs. Upphæddin er nevniliga býtt, soleiðis at Suðuroyar Ellis- og Røktarheim á Tvør oyri skal spara 1,478 millión og nýggja ellis- og røkt ar heimið í Vági skal spara restina, ella áleið 1,222 millión. Stjórin í Nærverkinum sig ur, at ein upphædd á hesi stødd ini, sum skal sparast burt ur svarar til áleið tað, sum tað kostar at hava trý bú fólk búgvandi á einum Ellis- og Røktarheimi. Men av tí, at heimið í Vági ikki letur upp fyrrenn á árið er hálvrunnið, rakar spar ing- in tvær ferðir so hart. Hon staðfestir, at merkir, at sparingin fer at raka seks búfólk á nýggja ellis og røktarheiminum í Vági og sostatt verða tað bara 18 búfólk, sum sleppa inn á heim ið í Vági, tá ið tað letur upp, hóast pláss er fyri 24 fólk um. Hvussu støðan verður í 2012, veldst um politiska vilj an til at hækka játtanina aft ur. aki@sosialurin.fo Tað elvdi til rok í summar, tá ið tað frættist, at um- fatandi sparingar skuldu setast í verk hjá Nær- verki num í Suðuroy næsta ár. Boðað frá frá sparing- um upp á 2,7 milliónir á Suðuroyar Ellis og Røkt ar- heimi og tað hevði kostað 15 fólkum starvið. Samstundis skuldu átta tvímannakømur ger- ast um til eittmanskømur næsta ár og sostatt verða átta búpláss færri á heimi- num. Men tað merkir so eisini, at tilsamans verða átta ellis- og røkt ar- heimspláss færri í Suður- oy, enn tað annars. Sum tað sæst í hinum grein unum her á síðuni, stend ur Almannaráðið fast um, at hesar spar ing- ar skulu fremjast í Suður- oy. Men ístaðin fyri at seta allar sparingarnar í verk á Ellis- og Røktarheiminum á Tvøroyri, verða tær nú býtt ar sundur ímillum heim ið á Tvøroyri og nýgg ja heimið, sum letur upp í Vági næsta ár. Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum, stað fest ir, at ætlanin at niður legg ja øll átta tvey manna kømr- ini á Suðuroyar Ellis- og røkt ar heimi næsta ár, stend ur við. Sostatt er framvegis greitt, at í seinasta lagi 1. januar í 2012 skulu øll átta tví mannakømrini verða gjørd um til eitt mans- køm ur. Tað merkir, at í 2012 verða átta búfólk færri á Suðuroyar Ellis- og Røkt a r heimið, enn tað eru í dag og tað merkir so samstundis eisini, at í 2012 verður játtanin til heim ið og starvsfólkatalið á heiminum eisini lækkað til svar andi. Tað hevur áður verði nevnt, at verða átta bú- pláss færri á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi, fer tað at kosta 15 fólkum star vi. Munurin er bara, at nú verða uppsagnirnar framd - ar yvir eitt tíðar skeið upp á eitt ár ístaðin fyri í einum høggi, sum tað upp runa- liga var ætlanin. Hóast átta búpláss so statt verða niðurløgd næsta ár, skal Suðuroyar ellis- og Røktarheim næsta ár ikki spara meir enn tað, sum svarar til trý bú pláss. Tað merkir, at á pappíri num kann heimið verða yvirmannað við starv s fólki aftur ímóti tali num á búfólki. Nærverkið og leiðsla og stýrið fyri Ellis- og Røktar heimið, fara nú at tosa saman um, hvussu tey skulu fáa samanhang ímill um starvsfólkatal og bú fólka tal. Ein møguleiki er, at eru starvsfólkini ov nógv í tali afturímóti bú fólka- tali num, verður kanska møgu leiki fyri at taka fleiri fólk inn á heimið til um lætt ing ar, enn vanligt hevur verið. IkkI ráð at taka búfólk Inn í ellIsheImIð í VágI SPARING Hóast nýggja ellis- og røktarheimið í Vági verður liðugt næsta summar, fer tað at standa partvís tómt, tí tað eru ikki ráð til at taka so nógv búfólk inn, sum ætlanin var 8 fólk færrI standa fast VIð sparIng Fleiri sengur fara at standa tómar Næstan helvtin av spar­ ingini, sum skuldi verða á Tvøroyri, er nú flutt til Vágs Tá ið nýggja ellis- og røktarheimið í Vági stendur liðugt næsta vár ella tíðliga næsta summar, fara fleiri sengur at standa tómar, tí ráð eru ikki til at lata øll búfólkini flyta inn TómAR SeNGuR