Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 149 · 22. oktober 2010 4 VIKUSKIFTI Hann vIl laTa hjartablóð FyrI aT SKrIva eIn góðan Sang, og Tá Ið Hann FeKK eIna sKrIVIbloKerIng í eITT HálvT ár, var Tað Sum um HeImurIn steðgaðI. - Tá eg IKKI KlárI aT verða Tað, Sum eg vIl vera, So er Tað HeIlT forferdIlIgt, SIgur hans edward andreasen, SangarI í rocKbólKInum the dreams Tá heimurin hjá Hans Edwardi sTeðgaði upp IntervIew Eyðun Klakstein eydun@sos.fo Hann er kendur og eyðkendur sum tann fram fýsni sangarin í rockbólkinum The Dreams. Við síni sterku og orkufullu rødd, reyða hanakambi og sterku persón lig heit røkkur Hans Edward Andrea sen langt út um pallkantin. Hann er er eisini sangskrivarin, sum brenn ir fyri tónleikinum, og vil lata hjarta blóð fyri at skriva ein góðan sang. Men hann hevur eisini løtur, har tað gong ur illa, har hann er í ringum lag og tyngd ur, tí hann ikki megnar at skriva sangir nar, sum hann so fegin vil skriva. Tá er hann ikki grannhavandi og vil bara hava frið. Hans Edward Andreasen hevur seinas tu sjey árini brúkt nógva tíð og orku til tónleikin. Fyrst var tað í tónleika bólkinum Zink, og síðani 2006 hev ur The Dreams verið miðdepilin fyri han sara tónleikaliga virksemi. Í hesum døgum eru The Dreams á kon sert ferð í Týsklandi. Á skránni hava verið 18 útseldar konsertir, har The Dreams hava hitað upp fyri bólkin Emil Bulls. Hetta er ein kendur rockbólkur í Týsklandi, og teir spæla vanliga á støð­ um, sum rúma millum 2000 og 7000 áhoyr ar ar. The Dreams hava eisini gjørt vart við seg á MTV hitlistanum Rock zone, og nú verður roynt at føra aðru stakfløguna fram ­ tað er sangurin Und er The Sun, sum er væl kendur á okkara leiðum. Tað perfekta kritiserað The Dreams spældi nakað síðani eitt sonevnt showcase í Týsklandi. Tað er ein framførsla fyri fólki í tón leika­ vinnu ni. The Dreams fekk sera góð um mæ li fyri framførsluna, og tey, sum høvdu hug at finnast at, søgdu, at bólk­ urn var so perfektur, at hann mátti ver­ ið samansettur sum eitt konsept. Men The Dreams hevur eina veru­ liga søgu. Teir eru ungu menninir úr Havn, sum hava funnið saman og støðugt arbeitt seg framá. Her er ikki talan um nakra kommersiella saman­ set ing av tónleikarum. ­ Tað er sera umráðandi ikki at fáa eitt sett eitt slíkt skelti á seg, tí tað eru so nógvir falskir tónleikabólkar har úti, sum ikki ein gongd gera sín egna tón­ leik og eru sett saman av fyritøkum. Vit royna alt, hvat vit kunnu, fyri at vísa hvørjir, vit veruliga eru, og tá vit gera tað, so skal tað eitast at verða for per fekt, og tað er keðiligt, sigur Hans Ed ward. ­ Vit eru ikki ein bólkur, sum er saman sett ur. Vit hava funnið saman og hava valt hvønn annan at spæla saman við. Vit gera tónleikin sjálvur, og eg skilji ikki teir bólkar, sum stilla seg fram, og ikki ein gongd skriva sín egna tónleik. Tá blokeringin rakar Hans Edward Andreasen skrivar nógv ar av sangunum hjá The Dreams. Onkurs vegna er tónleikur hjá teimum eitt felags projekt, men tað er einki at fjala útyvir, at Hans Edward er ein drív megi í bólkinum, tá tað kemur til at skriva og framleiða sangir. Og tí rakar tað hann meint, tá ið hann ikki fær skrivað sangir. Tá ið The Dreams arbeiddi við seinastu fløguni, Re volt, stegðaði fullkomiliga upp hjá Hans Edwardi. ­ Vit høvdu gjørt einar seks sangir til fløgu na, og vit høvdu sett eina deadline, og so fekk eg eina skriviblokering. Tað steðgaði fullkomiliga hjá mær, og eg fekk ikki skriva nakað í eitt hálvt ár. Tú kanst fyristilla tær, hvussu langt nið ur, mann kann fara av tí, sigur Hans Edward. ­ Eg havi upplivað tað fyrr at fáa eina blokering, og tá virkar tað, sum nú er tað slutt. Eg kenni tað, sum nú fari eg ongan tíð aftur at kunna skriva sangir. ­ Eg havi tosað við nógvar tónleikarar um hetta, og øll hava upplivað tað, men eg taki tað kanska til tað ekstrema, tí eg verði so ræðuliga keddur, tá eg ikki fái skriva sangir. Hetta er nógv meira enn eitt arbeiði ella eitt ítrív fyri meg. Hetta er mín lívsstílur, hetta er tað, sum eg eri og geri, og tað, sum fólka sígg ja meg sum. Og tá eg ikki klári at verða tað, sum eg vil vera, so er tað heilt forferdiligt, sigur Hans Edward. ­ Hjá mær er tað kanska eitt sind ur destruktivt, tí tað er eingin millum vegur. Eg blívi so ræðuliga glaður, tá eg skrivi ein góðan sang, og