Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-03, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154 Sosialurin Eirikur Lindenskov Bøkurnar um Mumi eru ætl­ aðar teim yngstu børnunum, ið eru 0­2 ár. Øll elska Mumi, so er tað sagt. Við hesum bókum fer barnið á ferð við Mumi út í stóru verð og hjálpir Mumi at telja. Flestu børn eru sera upptikin av at telja. Tá tey fyrst hava lært seg at telja, telja tey alt, sum fyri er. Peikibøkur við týðilig um myndum og eini ein fald ari søgu geva yngstu børn unum nakrar góðar lesi løtur, um­ framt at tær menna hugflog, forvitni og ikki minst máls­ liga før leik an. Bøkurnar eru sera væl egn aðar til tey minstu, tí lit ir nir eru klárir, og mynd ir nar týði ligar. Næst an alt, sum Mumi ger, eru hend ing ar, sum barnið kennir aftur frá sínum egna ger andis degi, og tí kunnu for eldur og børn altíð líta aftur á hend ing ar nar, sum Mumi var fyri. Og tað er júst tað serliga, sum bøk ur nar megna, nevni liga at skapa felags upp liv ingar fyri alla familj una. Tað er Tove Jansson, ið er høvundurin handan bøk­ urnar um Mumi. Marna Ja­ cob sen týddi. Bøkurnar eru úr hørðum pappi og 14 bls. Heystmeldurbók Heystmeldurbókin er fjórða og seinasta bókin um árs tíð­ irnar. Felags fyri allar 4 bøk­ urnar er, at tær fara fram í Meldurbýi, og tú fylgir somu persónum. Soleiðis kennir barnið søgurnar aft ur, og kann fylgja við, hvussu tað gongur ymisku per són un­ um. Í Heyst­meldur bókini fortelur Rotraut Su sanne Berner aftur nógv ar søgur: um gæs, og gamlar kenningar, um eina brúd leyps ferð og um, tá eitt burt ur vilst hús­ djór kemur aftur í aftur. Tað, sum eykennir bøk­ urnar er, at eingin tekstur er at halda seg til. Tí mást tú lata títt egna hugflog, sam an við hugflognum hjá barn inum, sveima runt á ferðini. Lat myndirnar hjálpa tykk um at gera tykkara egnu søgu. Tað góða við bókum, har eingin tekstur er, er at barnið í størri mun sleppur fram at at tosa og seta sín dám á søguna. Hetta er sera menn andi fyri máls ligu menn ingina hjá barn in um um framt at tað lærir at bera sína hugsan fram. Myndirnar eru so rúgv is miklar og søgurnar ym iskar, at tit kunnu nýta nógv ar tímar við bókini. Rotraut Susanne Berner hevur skrivað og myndprýtt. Hon telist millum teir bestu myndprýðararnar í Týsk­ landi og hevur fingið hópin av viðurkenningum og heið­ urslønum fyri síni avrik sum myndprýðari. Umframt meldurbøkurnar er bókin Ævintýrateknirøðir komin á føroyskum. Marna Jacobsen týddi. Bøkurnar eru 14 bls. Halastjørnan kemur Hetta er onnur bókin í klass­ isku røðini um Mumi. Henda bókin er ætlað teim 6­9 ára gomlu. Tað er summar í Mumi­ dalinum. Tað er heitt, og Sniff hevur funnið sær eina góða holu. Men um náttina kemur ódnin....Tá mann er lítil, er tað torført at skilja, at rúmdin er kolasvørt og óendalig, og at jørðin bert er ein lítil partur av heildini. Knappliga – úti í myrkri­ num, lýsir eitt reytt eyga, sum veksur í hvørjum. Hala­ stjørnan nærkast Mumi dal­ inum, og fyri hvønn dag sum gongur, kemur hon nærri. Hvat fer at henda? Far við mumifamiljuni á hesa sera spenn andi og vandamiklu ferð ina. Tove Jansson (1914­2001) hevur skrivað bøkurnar. Tove var elsta barnið í familj uni. Pápin var mynda­ høgg ari og mamman mynd­ prýðari. Tove ynskti altíð at gerast listafólk, og í 1945 gav hon fyrstu Mumi­ bókina út: Små trollen och den stora oversvamningen. Tað var tó ikki fyrr enn í 1948, tá Tove gav bókina Gandakalshatturin, at hon gjørdist víðagitin. Bókin Ganda kalshatturin kom út á før oysk um fyrr í ár. Karl N. Hansen týddi. Bók­ in er innbundin og 154 bls. Lívið sum Rósa Endiliga hevur Rósa funnið onkran sum skilir hana. Rósa er farin á skriviðskeið, og har hittir hon Robbi T. Tað kennist heilt óveruligt, tá Robbi T. trínur inn um hurðina. Tá broytist alt. Fyrr helt Rósa, at tónleikurin var tað týdningarmiklasta, men nú skilir hon, at tað er tekst urin. Tað sigur Robbi T. í øllum førum, og alt sum hann sigur kennist við eitt sera, sera týdingarmikið. Og Villi er knappliga sera barns­ ligur. Lívið sum Rósa. Tú og eg og allur heimurin er fram ­ hald av bókunum um Rósu. Bøkurnar um Rósu hava vakt ans í øðrum lond um. Umframt film er Lívið sum Rósa eisini vorðin ein films ­ røð og hevur sína egnu heima síðu. Tað eru høv ­ und arnir Måns Gahr ton og Johan Unenge, ið hava skriv að bøkurnar um Rósu. Høvundarnir hava har um­ framt skrivað tekni røðina um Evu og Adam, sum føroysku børnini kenna frá STROK. Høv und arnir handan Rósu duga sera væl at seta seg inn í kenslur og tankar hjá børn­ um og tannáringum. Måns Gahrton er føddur í Svøríki í 1961. Hann er út­ búgvin juristur, men er mest kendur sum ein av høv­ undunum handan tekni røð­ ina Eva og Adam, sum hann hevur gjørt saman við Johan Unenge. Johan Unenge er føddur í 1963 í Stokkhólmi, og hevur saman við Måns Gahrton fingið hópin av virðis lønum fyri síni avrik. Jónvá Danielsen týddi. Bókin er inn bundin og 128 bls. Eirikur Lindenskov Meðan kjøtið hongur og ræstnar, er gott at seta seg upp afturá og lesa teir framúr góðu og for vitnisligu tesktirnar, sum Vencil borðreiðir við. Hesin Vencil er tyngd­ ur við dyggum skald­ skapi, ið lýsir menniskju, ið onkursvegna hava sam band við bygningar av onkrum slag. Ein mað ur hevur egin leikan at ganga ígjøg num heilt, ein annar blindur maður teknar eina dóm kirkju, tveir brøður rudda av eftir ein føð ingar dag, eisini eru søgur um buss skýli og mor sniglar. Yrk ing ar nar siga okkum mangt um lívið: um, hvussu tað er, at eiga at hava ein bil, um skógvar, kvinn ur, orð, teldur og nógv, nógv annað. Upprunaføroysku stutt søg urnar eru sam­ tíðar ligar og viðkomandi. Arnbjørn Ólavsson Dals garð hevur skrivað stuttsøguna “Brøður« og Annika Skaalum hevur skriva tvær. Onnur eit ur “Bussskýli« og hin eit­ ur “Slímslóðir”. Yrk ing­ ar eru eftir Berg Rønne Moberg, Ludvík Breck­ mann, Kjart an Han sen, Jó hannu Thomas sen, Odd fríð Marna Ras mus­ sen, Kim Simonsen, Vagn Streym oy, Eir í Ólavs­ stovu og Katrina Ott­ ars dóttir. Vencil hevur í níggjunda numm arin­ um eisini fotomyndir við. Tað er Randi Ward, sum hevur tikið átta por trett mynd ir av átta føroyskum rit høv und­ um. Týddu stuttsøgurnar eru fleiri og ógvuliga ymiskar. Raymond Carv­ er er við aftur. Hesa ferð er tað stutt søgu klass­ ikarin “Dómkikjra”, sum Arnbjørn Ólavsson Dals­ garð hevur týtt. Vón bjørt Vang hevur týtt for­ vitnis ligu søg una “Eitt ljósa reytt barn« eftir unga franska rit høv­ undin Claire Castillon. Hanus Kamban hevur týtt “Múrfarin« eftir Mar cel Aymé. Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt ein monolog, ið eitur “Ein telefonsamrøða« eftir Mark Twain. Yrk­ ing arnar eru eftir so mætar høvundar sum Allen Ginsberg, Charles Simic, Charles Bukowski, Harald Landt Momberg og Jim Carroll. Permuna á Vencli níggjunda hevur Anker Mortensen gjørt. Sum altíð er tað grafiski verk­ staðurin, Steinprent, við Jan Anderson og Fríðu Matras Brekku, sum hava prentað permuna. Vencil 9. komin BÓKMENTIR Nú heystfjøllini eru gingin og ásarnir tyngjast við góðum kjøti, so er aftur ein góður og feitur Vencil komin út. Hetta er níggjundu ferð, at Vencil kemur út til føroysku lesararnar Fleiri nýggjar barnabøkur BARNABØKUR Í hesum døgum gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags fleiri nýggjar bøkur út