mikudagur 3. november 2010síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154
44
Sosialurin
Ítróttur
Uni Holm Johannesen
Tað er skomm, at Runavík, sum
triðstørsta kommunan í landinum,
ikki hevur ein svimjihyl.
Tað heldur Jón Hestoy, sum er
formaður í Svimjisambandinum.
Hansara greiða sannføring er,
at tað er ein stórur trupulleiki, at
kommunan ikki hevur nøktandi
tilboð at læra børnunum at svimja.
Hann vísir á, at tað kann vera
ein spurningur um lív og deyða,
um tú ikki dugir at lívbjarga tær á
sjónum.
– Hagtølini staðfesta eisini væl
og virðiliga, at børn, sum hava lætta
atgongd til ein svimjihyl, duga mun
andi betri at svimja enn børn, sum
hava langan tein til ein svimjihyl.
Tað er ikki nøktandi, at Runavík
kann bjóða hesa tænastuna, sigur
Jón Hestoy við Rás2.
Borgarstjórin skilir
Magnus Rasmussen er borgarstjóri
í Runavík.
Hann sigur, at Runavíkar komm
una hevur frálíkt samstarv við Nes
kommunu um, at skúlabørnini upp
til fjórða flokk sleppa at svimja hjá
teimum. Men aftaná eru eingin
tilboð.
Hann skilir atfinningarnar hjá
Jón Hestoy.
– Tað er sjálvsagt ein trupulleiki,
at børnini ikki kunnu svimja í
komm ununi, viðgongur Magnus
Ras mussen.
Borgarstjórin sigur, at tað hevur
prátað um ein svimjihyl í fleiri ár.
Men ein svimjihylur verður ikki
reistur í Runavík í bræði.
– Tað er fíggjarliga orkan ikki til,
staðfestir Magnus Rasmussen.
Svimjisambandið
hjálpir ikki
Jón Hestoy veit væl, at tað er ikki
ein avgreiðsluspurningur at byggja
ein svimjihyl.
Hann heldur framvegis, at Runa
víkar kommuna skuldi loyst trupul
leikan fyri fleiri árum síðan.
Svimjisambandið hevur ongan
møguleika at stuðla slíkari verk
ætlan.
– Vit eiga ongar pengar, so Runa
vík noyðist at fíggja svimji hylin við
lokalum ella almennum peng um,
sigur Jón Hestoy.
Hann leggur afturat, at tað
hevði sjálvsagt havt týdning fyri
før oyska svimjing, um triðstørsta
komm unan í landinum hevði eina
svimjihyl.
Men tað týdningarmesta er, at
børnini læra at svimja fyri at kunna
bjarga sær á sjónum, sigur hann.
Runavík skal
hava ein svimjihyl
Svimjing Jón Hestoy, formaður í Svimjisambandinum,
heldur, at tað er skomm fyri Runavík, at kommunan
ikki hevur ein svimjihyl at bjóða børnunum
Uni Holm Johannesen
Tað boðar Svimjisambandið frá.
Ætlanin var hesaferð ikki at
leggja eins nógv fyri sum móti Paul
Biedermann í Berlin, men heldur
fylgja við rúgvi, og síðan svimja við
fullari megi seinastu metrarnar.
Tað er ein liður í venjingunum hjá
Páli at verða betur til spurtirnar.
Tað riggaði væl. Pál Joensen
var nummar fýra aftaná fyrstu
50
metrarnar,
og
vendi
sum
nummar seks av átta á teimum 200
metrunum.
Síðan setti hann ferðina upp,
vann hinar aftur, og á seinastu 50
metrunum hevði hann lagt allar
aftur um seg.
Tíðin var 3:45.56.
Jón Bjarnason sigur, at tíðin
er nøktandi. World Cupstevnan
er samstundis úttøkustevna hjá
russum til heimsmeistarastevnuna
í Dubai, og tað verður ongantíð lætt
at vinna á russum, tá fleiri dúva
upp á hesa stevnuna.
Pál venur í grundin bara til
kappingar, meðan hann venur
tungt í pausunum.
Rókur í Jákupsstovu upplýsir,
at tað loysir seg væl fíggjarliga at
vinna slíkar kappingar. Pál Joensen
hevur við gullinum í dag tryggjað
sær 1500 dollarar.
uni@sosialurin.fo
Nøgdir føroyingar í Moskva
Svimjing Hóast tíðin var eitt vet frá tíðini, tá Pál
Joensen vann silvur í somu grein í Berlin um vikuskiftið,
eru Jón Bjarnason og Pál Joensen nøgdur við tíðina
í 400 metra frí í World Cup í Moskva í gjár
Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum
savnsmynd
Uni Holm Johannesen
Havnarmaðurin,
sum
fyrr
hevur verið knýttur at ung
dóms deildini hjá Man chester
City, hevur framvegis ikki
slept dreyminum um at eina
yrkis leið sum fótbólts spælari
uttan lands.
Hann vónar, at skiftið til ís
lendskan fótbólt er eitt stig á
leiðini.
– Ætlanin er framvegis at
sleppa so langt sum tilber. Eg
havi hug at royna okkurt nýtt,
og tað er ein avbjóðing at spæla
í íslendsku kappingini, sigur
Christian Mouritsen og vísir
á, at hann kann menna seg
nógv kropsliga, tí íslendingar
raðfesta tann partin høgt.
Kristján
Guðmundsson,
sum fyrr í ár var venjari hjá
HB, stendur á odda fyri Vali.
– Hann hevur sæð meg
spæla í Føroyum, og nú vil
hava hann meg við sær til Ís
lands. Tað er bara positivt, sig
ur Christian Mouritsen.
Miðvallarin skifti úr HB til
B36 í summarsteðginum í 2009,
har hann hevur spælt síðan.
Christian Mouritsen skeyt
sítt fyrsta landsliðsmál í sep
tember, tá Føroyar taptu 15
fyri Slovenia á útivølli.
uni@sosialurin.fo
Christian
vil røkka
dreyminum
Fótbóltur Christian Mouritsen
fer nú aftur at royna eydnuna sum
yrkisleikari uttanlands. Hann og
Pól Jóhannus Justinussen skrivaðu
undir við íslendska Val í gjár
Christian R. Mouritsen hevur skriva undir
sáttmála við íslendska Val, ið hevur fyrrverandi HB
Venjarin, Kristján Guðmundsson, við róðrið