fríggjadagur 5. november 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155
18
Sosialurin
Eydna Skaale
Fyri tey flestu eru jólini knýtt
at gleði, hugna og ovmikið
av øllum góðum. Men fyri
summi elva jólini til stúran
og trega. Tað eru nevniliga
fleiri føroyskar familjur, ið
eru so illa sperdar fíggjarliga,
at tær rætt og slætt ikki hava
ráð at geva børnunum eini
sið bundin jól.
Annlis Bjarkhamar var
við, tá sms í fjør lat 100.000 kr
í jólahjálp. Og stóri tørvurin
á hjálp gjørdi hana ovfarna.
- Vit fingu millum 160 og
180 umsóknir í fjør, og tað
endaði við, at 100 familjur
fingu 1000 kr í part. Tað vóru
altso nógvar familjur, sum
einki fingu, hóast tær høvdu
tørv á hjálp. Og í fjør var tað
als ikki lýst. Tí vænti eg, at
tað í ár vísur seg at verða
nógv fleiri umsóknir, heldur
Annlis Bjarkhamar.
Tá jólini eru tung
Ætlanin við jólahjálpini er
ikki, at fólk skulu kunna
key pa børnunum eina gávu
fyri 2000 kr heldur enn 1500
kr. Ella at fólk kunnu fara frá
ein um góðum jólahaldi til
eitt luksusjólahald.
- Hetta er fyri tær familj-
ur, har endarnir ikki røkka
saman, og har hvør dagur er
ein harður dystur, fyri at fáa
kaba l ina at ganga upp, vísir
Ann l is á.
Hon hevur ilt við at meta
um, júst hvussu stórur tørv-
ur in er. Men at hann er stór-
ur, er hon ikki í iva um.
- Tá vit fingu so nógvar
um sókn ir í fjør, uttan at tað
var lýst, so vænti eg, at vit
fáa nógvar ferðir fleiri í ár.
Eg giti, at einar 300 familjur
eru so illa fyri fíggjarliga, at
tær ikki klára jólini. Og tað
kem ur so at merkja jólini hjá
umleið 500 børnum, um hes-
ar familjurnar ikki fáa eina
hjálpandi hond, greiðir Ann-
lis frá.
2000 kr til hvønn
Annlis vónar, at fólk taka so
mikið væl ímóti Jólahjálpini,
at hvør einasta familja, sum
hev ur tørv á tí, kann fáa
einar 1500-2000 kr. til jólini.
- Hjálpin verður latin sum
gávu kort, og á umsóknini
ber til at seta kross við, hvat
man hevur størstan tørv á,
og hvørjar vørur gávu kortið
skal nýtast til. Summi hava
kanska ikki ráð til jólamatin,
meðan onnur ikki hava
møgu leika at geva børn-
unum eina jólagávu.
- Tað vera tí nakrir vøru-
bólkar í at velja, og til ber
eisini at viðmerkja tað á
um sókn ini, um tørvur er á
onkr um heilt øðrum, sum vit
ikki hava hugsað um, sigur
Annlis.
Øll kunnu hjálpa
Tað serliga við hesum á taki-
num er, at øll, sum hava eitt
sindur av orku og yvirskoti,
kun nu hjálpa teimum, ið eru
ringast fyri í okkara sam-
felag. Fólk kunnu flyta pen-
ing, senda sms og harvið lata
100 kr, ella sjálvi skipa fyri
eini innsavning.
- Fólk hava verið sera
po si tiv um, at hetta er ein
inn savn ing, sum hjálpir illa
stød d um føroyingum. Vit
eru skjót at hjálpa úti í heimi,
og tað er eisini sera gott, tí
neyð i n er stór, men vit hava
kan ska lyndi til at gloyma
okkara næstu, sum eisini
hava tørv á eini hjálpandi
hond, heldur Annlis.
Kjarnin í tiltakinum er at
egg ja fólki til at gera okkurt
gott, og higartil hava áhugin
og undirtøkan verið sera góð.
- Hetta er eitt 0 kr átak,
sum merkir, at ongar út-
reiðsl ur eru av tiltakinum.
Stovn ar og fyritøkur lata
tænast ur og arbeiðstímar
fyri einki, og tað ger, at allur
tann innkomni peningurin
fer óskerdur til endamálið.
Ætlanin er at gera hetta
til eitt afturvendandi tiltak
hvør ji jól, tí tað verða altíð
nakr ar familjur, sum hava
ilt við at klára útreiðslurnar,
sum eru tengdar at jólunum.
- Hetta er ikki eitt ser-
før oyskt tiltak. Slíkar jóla-
inn savn ingar eru eisini í t.d.
Dan mark og Noregi, og har
er tørvurin eisini so mikið
stór ur, at tey langt frá megna
at nøkta hann, greiðir Annlis
frá.
Tey, sum søkja
Annlis slær fast, at hetta ikki
er ætlað teimum, sum klára
seg, men teimum, sum veru-
liga eru í fíggjarligari trong-
støðu. Og hon vónar, at fólk
ikki eru ov stolt at søkja, um
teim um tørvar hjálp.
- Øll kunnu koma í eina
støðu, har tað verður fíggj-
ar liga tungt, og har jólini
ger ast steinur omaná byrðu.
Tað er als eingin olmussa í
hes um tiltakinum, men bert
ein hjálpandi hond millum
næst ar.
1. desember kemur um-
sókn ar blaðið á heimasíðuna,
sum
eitur
www.takk.fo,
og saman við umsóknini
skulu
upplýsingar
latast
um, hvussu nógv er eftir
um mánaðin, tá tað fasta er
gold ið, um tú ert einsamallur
for syrg ja ri ella um tú hevur
maka, hvussu nógv børnini
eru og hvussu gomul tey
eru. Umsøkjarin skal eisini
vát ta, at allir upplýsingar
eru rættir. Sìðani verður ein
heildarmeting gjørd av øll-
um umsóknunum, og tey, ið
eru ringast fyri, fáa fyrst.
Um onkur av einhvørjari
or søk ikki kann søkja um veg-
is heimasíðuna ber eisini til
at ringja á tlf 220000 og antin
søk ja munnliga ella biðja um
hjálp til at fylla umsóknina
út.
Allir upplýsingar verða
sjálv andi í trúnaði. Umframt
Ann lis sjálva, hevur hon
eisini sett eina nevnd, sum
fer at taka dagar ímillum
um sókn irnar.
Men
so
skjótt ein avgerð er tikin
og gávukortini eru latin, so
verða allir upplýsingarnir
burt ur beindir, slær Annlis
fast.
- Eg vóni, at innsavningin
gev ur nóg mikið til, at vit
kun nu hjálpa øllum, sum
hava tørv á hjálp. Vit hava
sera lítla vitan um sosialu
og fíggjarligu viðurskiftini í
Før oyum, men alt bendir á,
at tað eru ávísir bólkar, sum
hava tað ringt. Tað hava vit
hoyrt nógv dømi um í miðlu-
num seinastu tíðina.
- Onkur hevur spurt meg,
um tað ikki er ein politisk
upp gáva at taka sær av
teimum, ið hava tað ringt.
Tað er tað sjálvandi, men
eg haldi, at vit øll hava eina
med ábyrgd. Síggja vit ein
tørv og kunnu vit gera nakað,
so eiga vit at gera tað, sigur
Ann lis Bjarkhamar.
eydnaskaale@hotmail.com
Vit eiga
at hjálpa
næstanum
JólahJálp - Øll kunnu koma í eina støðu, har tað er
torført at fáa endarnar at røkka saman. Tað kann vera
orsakað av drúgvari sjúku í familjuni, um onkur doyr,
missir arbeiði, ella um tú brádliga verður einligur
forsyrgjari. Tá kunnu jólini verða steinur omaná
byrðu, slær Annlis Bjarkhamar fast. Tí skipar hon nú
fyri jólainnsavningini fyri familjur við trongum korum
Fakta um í
mennsikjum
góður tokki:
• Savnað verður inn frá 5. november til
11. desember
• Øll kunnu lata og skipa fyri smærri
innsavningum
• Hjálpin er ætlað barnafamiljum, ið ikki hava
ráð at halda eini vanlig jól við tí, ið hartil
hoyrir
• Annlis metir at eini 300 familjur hava tørv
á hjálp. Tvs at hetta merkir jólini hjá uml
500 børnum
• Søkjast kann frá 1. - 8. desember
• Umsóknarblað kemur út á www.takk.fo og
ringjast kann eisini á 220000
• Annlis vónar at fáa umleið 500.000 kr inn,
so øll kunnu fáa hjálp
• Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.