fríggjadagur 5. november 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 155 · 5. november 2010
17
VIKUSKIFTI
Tann nú heimskenda dansarinnan
bleiv eisini partur av danska mentanar
umhvørvinum, tá hon varð gestadansari
á Dagmarteatrinum í Keypmannahavn
summarið 1928.
Eins og aðrastaðni vórðu roynd irnar
at steðga henni gjørdar til skamm ar í
Danmark, tí navnframir mentanar
persónar tóku hana til sín og talaðu
henn ara søk. Eitt nú skrivaði gitni dan
in, Poul Henningsen, í Politiken »Um til
ber at læra at vera natúrlig, áttu møður
at sent døtur sínar í læru hjá Josephine
Baker.«
Í mun til USA var ongin sunduskiljing
millum svørt og hvít í Europa, tí her
vóru so fá svørt. Ikki harvið sagt, at
racisman ikki ráddi fyri borgum í
Europa, tí tað gjørdi hon. Men her
kundi hon upptraðka sum Josephine
Baker, uttan at verða málað svørt!
Djørv og syrgilig parodi
Fyri Josephine Baker var aðalmálið ikki
at undirhalda, men at lata upp eyguni
á teim um, sum tvíhildu um rasuskilna
og aðra menniskjakúgan.
Hetta gjørdi hon eisini við at lut taka
í kjaki og blaðskriving, tá tað lá fyri.
Í blaðgrein frá summarinum í Keyp
mannahavn skrivar hon: »Gævi satt, at
framkomni heimurin einaferð megnar
at drepa rasuhatrið og loyvir øllum
rasum at tráast eftir vakurleika.«
Kynstrið, sum Josephine Baker
meistr aði fram um onnur var, at hon
skilti og brúkti eintáttaðu ímyndinar
um ras urnar og teirra eyðkenni, í listini.
Hon var so mikið rúmlig, at hon visti, at
við at yvir spæla stereotypurnar, kundi
hon vera við til at bróta tær niður.
Til dømis í banandansinum, har hon
spælir primitiva ímyndin av fría og
villa, sexuelt óspilta upprunafólkinum
í ur skóginum. Á siviliseraða pallinum
dansar hon spillnakin runt við eksot isk
um, falliskum eftirgjørdum banan um.
Ein djørv, og eisini syrgilig, parodi.
Í dag kanska eitt sindur naivt, men
nýskapandi í samtíðini.
Ættleiddi 12 børn
Hesi árini fekk Josephine Baker eisini
stóra undirtøku sum fotomodell og
films stjørna í Fraklandi. Í 1937 gjørdist
hon franskur statsborgari, og undir 2.
heims kríggi var hon virkin í fronsku
mót støðurørsluni, millum annað sum
njósnari. Sagt varð, at týsku her menn
irnir gjørdust so hugtiknir av henni, at
hon ótarnað slapp tvørtur um øll landa
mørk við loyniligum skjølum. Fyri
hetta avrik varð hon stórliga heiðrað
av fronsku stjórnini eftir krígslok.
Í 50'unum og 60'unum gjørd ist hon
virkin í amerikanska borgara rætt inda
rørsluni, og gekk, saman við vin fólk
unum Martin Luther King Jr. og kon uni
Coretta Scott King, á odda fyri einari
»ikki harðskapsleið« til tess at avtaka
rasu skilnaðin í suður stat unum.
Um sama mundið fór hon eisini
undir eina aðra forvitnisliga verkætlan:
At ætt leiða børn úr ymsum londum við
yms um liti og uppruna. Tey 12 børnini
búðu saman við henni á slottinum, Les
Milandes, sum eisini var karmur um
felags skapin »Barnanna ST«. Enda mál
ið við hesum var at prógva, at fólk við
ym iskum uppruna kunnu liva friðar liga
saman í sátt og semju.
At fíggja »ælabogafamiljua«, sum
hon rópti hana, skipaði Josephine Baker
stórslignar konsertir kring Europa í
50'unum og 60'unum. Har upptraðkaði
hon í upplýstum stjørnudusti við tekk
ilig um kjólum, glitrandi pailettum og
tøl andi fjaðrum – sum ein sonn, men
eisini sterk, diva.
ðSkvinnan
andansinum
Ikki fyrr enn í 1973 fekk Jasephine Baker uppiborna viðurkenning í USA.
Framførslan í Carnegie Hall í New York hevði standandi lógvabrestirnir við sær
Josephine Baker ættleiddi 12 børn av ymsum uppruna. »Ælabogafamiljan« skuldi
prógva, at fólk við ymiskum uppruna kunnu liva friðarliga saman í sátt og semju