fríggjadagur 5. november 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155
Sosialurin
Í einum dynamiskum umhvørvi við nógvum avbjóðingum kemur tú eitt
nú at arbeiða við fíggjarráðgeving og virknari kundarøkt.
Tað er eitt krav, at tú:
■ hevur peningastovnsútbúgving
■ dugir at síggja møguleikar
■ hevur góð samstarvsevnir
■ altíð miðar eftir at seta kundan í hásæti
■ ert fyrikomandi og ágrýtin
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv, har mentanin er grundað á
okkara kjarnuvirðir, og har tú hevur møguleika til áhaldandi persónliga
og fakliga menning og víðariútbúgving.
Send tína umsókn við CV og avritum av viðkomandi skjølum til
BankNordik
Postboks 3048
Húsagøta 3
100 Tórshavn
Att. Starvsfólkadeildin
ella til starvsfolk@banknordik.fo.
Umsóknarfreistin er 15. november 2010.
Tú kanst fáa meiri at vita um størvini við at venda tær til privat-
kundaleiðaran, Niels A. Joensen, á naj@banknordik.fo ella til
starvsfólkadeildina á starvsfolk@banknordik.fo.
BankNordik søkir
privatkundaráðgevar
www.banknordik.fo/starv
BankNordik leitar eftir tveimum dugnaligum, eldhugaðum og
framsøknum starvsfólkum til deildirnar í Klaksvík og Fuglafi rði.
Sjúkrahússtjóri
Landssjúkrahúsið
Eirargarður 2
tel 304050
www.hmr.fo
Heilsumálaráðið
M i n i s t r y o f H e a lt H a f f a i r s
Sjúkrahússtjórin er ovasti leiðari á Landssjúkrahúsinum
og hevur mótvegis Heilsumálaráðnum endaligu ábyrgd
ina av virkseminum á stovninum. Afturat sær hevur
sjúkrahússtjórin tveir heilsufakligar varastjórar.
Heilsumálaráðið søkir ein stjóra, sum er dugnaligur
at taka avgerðir og tolir trýst, samstundis sum yvirlitið
verður varðveitt. Tað hevur stóran týdning, at tann, ið
settur verður, hevur hug og evni at verða andlitið úteftir,
umframt hegni at savna leiðarar og starvsfólk um setn
ingin hjá sjúkrahúsverkinum. Stjórin skal vera álítandi og
kunna samstarva væl í einum leiðslutoymi, ganga á odda
innan leiðslu og skipað góðar umstøður fyri fakligari
menning og gransking.
Dentur verður lagdur á eginleikan at evna hand
faringina av sera fjøltáttaðum virkisøkjum, har mót
setningar tíðum eru millum vaksandi krøv og avmarkað
tilfeingi. Sjúkrahússtjórin skal vera førur fyri at taka
neyðugar avgerðir, sum laga organisatiónina til framtíð
ina. Væntað verður, at sjúkrahússtjórin hevur royndir við
at handfara truplar støður.
Tað hevur týdning, at stjórin er stigtakari, stuðlar og
átekur sær ein virknan leiklut í fíggjar og málstýring á
Landssjúkrahúsinum.
Sjúkrahúsleiðslan skal kunna raðfesta, ráðleggja og
tryggja munagóðan rakstur og tilfeingisnýtslu innanfyri
galdandi fíggjarkarm, soleiðis at borgarin fær ta best
møguligu tænastuna.
Fokusøkini fyri starvið eru:
s 3JÞKRAHÞSSTJØRIN SKAL SAMAN VI¡ LEI¡SLU
og starvsfólkum tryggja, at sjúkrahúsið
røkkur ásettum málum.
s 3JÞKRAHÞSSTJØRIN SKAL GRUNDFESTA MENN ING
og tryggja høga dygd í øllum veitingum
hjá Landssjúkrahúsinum.
s 3JÞKRAHÞSSTJØRIN SKAL LEGGJA VIRKSEMI¡
á sjúkrahúsinum tilrættis út frá politiskt
ásettum karmum og forteytunum fyri hesum.
s 3JÞKRAHÞSSTJØRIN SKAL SAMAN VI¡ LEI¡SLUNI ÉSETA hvørjar tænastur sjúkrahúsið kann bjóða innan
fyri teir ásettu karmarnar. Haldgóðar grundgevingar
og skjalfestingar skulu verða fyri hesum.
s 3JÞKRAHÞSSTJØRIN SKAL SKIPA FYRI AT VI¡ KOM ANDI
hagtøl yvir virksemi vera dagførd og brúkt.
s 3JÞKRAHÞSSTJØRIN HEVUR ÉBYRGDINA AV AT
gera uppskot til figgjarætlan.
s 3JÞKRAHÞSSTJØRIN HEVUR ÉBYRGDINA AV
at játtanin verður hildin.
s 3JÞKRAHÞSSTJØRIN SKAL MENNA SAM STARVI¡ VI¡ onnur sjúkrahús, primeru heilsutænastuna,
útbúgvingarstovnar og aðrar almennar stovnar.
Rætti umsøkjarin hevur:
s 6I¡KOMANDI ÞTBÞGVING FRÉ HGRI LRU STOVNI s 6ITAN OG HOLLAR ROYNDIR VI¡ FÓGGJARSTâRING
s ,EI¡SLUÞTBÞGIVNG
DIPLOMÞTBÞGVING
masterútbúgving ella líknandi.
s $RÞGVAR LEI¡SLUROYNDIR É STRATEGISKUM ST¡I
í størri organisatión.
Lønar- og setanartreytir:
Setanarøkið er Heilsumálaráðið og stovnar undir tí við
tænastu á Landssjúkrahúsinum. Viðkomandi, ið settur
verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í
starvsinnihaldi og vavi.
Næsti fyrisetti er aðalstjórin í Heilsumálaráðnum.
Starvið er áramálsett í 5 ár við serligum sáttmála.
Lønin er ájavnt við 38. lønarflokk hjá tænastumonn
um landsins við 15% í eftirlønargjaldi og eini áramáls
viðbót.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til:
Poul Geert Hansen, aðalstjóra, teldupostadr. poul.geert.
hansen@hmr.fo tlf. 304050 ella Hera Joensen, ráðgeva,
teldupostadr. heri.joensen@amr.fo tlf. 304050
Umsókn við CV skal sendast til:
Heilsumálaráðið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Umsóknarfreist: tann 16. november kl. 12:00
Starvið sum sjúkrahússtjóri á
Landssjúkrahúsinum verður við
hesum lýst leyst til setan 1. januar
2011 ella eftir nærri avtalu
Setanarsamrøður verða væntandi tann 26. nov. 2010, har frumrit av prógvum skulu havast við.
Starvsskipan og Mál og avrikssáttmáli kann fáast við at venda sær til Bente Wennerberg, menningarstjóra á Landssjúkrahúsinum, bw@ls.fo
Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum. Landssjúkrahúsið hevur uml. 180 sengur, innan økini psykiatri, medisin,
pædiatri og skurð við gynækologi og obstetrik. Harumframt hevur sjúkrahúsið eygnadeild, røntgendeild við CT og MR
skannara – og stóra kliniska/kemiska deild. Læknaligar sergreinir innan t.d. onkologi, pædiatri, kardiologi og barna
skurðviðgerð er samskipað sum samstarv við útlendsk sjúkrahús. Ríkissjúkrahúsið er størsti samstarvsfelagi, og harútyvir eru
fastar avtalur og konsulentavtalur við universitetssjúkrahúsið í Lund, Landspitalið í Íslandi, eins og onnur sjúkrahús í Danmark.
Sosialurin 341800